Home Nýggjastu tíðindi Broytingar í Vetrarkappingini

Broytingar í Vetrarkappingini

by Guttorm Sørensen

Kalendarin fyri fyrra kappingarhálvár (oktober 2010 – mars 2011) er nú fastlagdur. FÍF hevur avgjørt, at Talentbólkurin skal til eina innandurakapping í Malmø seinasta vikuskifti í januar. Tí hevur kappingarnevndin avgjørt at flyta tvey av teimum fastløgdu umførunum í Vetrarkappinginin eina viku. Talan er um 3. og 4. umfar, sum eftir ætlan skulu rennast 29. januar og 19. februar. Hesi bæði umfør eru nú flutt til leygardagin 5. februar í Streymnesi og leygaragin 26. februar í Hvannasundi.

Her niðanfyri er .pdf skjal yvir fyrr hálvu av kappingarárinum 2010-2011 hjá FÍF.

Kappingarkalendari oktober 2010-mars 2011

Kalendarin liggur eisini í høvuðsbjálkanum á forsíðuni undir “kalendari” 🙂

0 comment
0

Related Articles