Home Nýggjastu tíðindi Danska landsliðið sent boð eftir Bjørk

Danska landsliðið sent boð eftir Bjørk

by Hallur Holm

Á hvørjum ári er ungdómslandsdystur í frælsum ítrótti millum norðurlendsku tjóðirnar. Svøríki, Noreg og Finland hava hvør sítt lið, meðan Danmark og Ísland hava eitt felagslið. Tveir íðkarar frá hvørjum liði eru við í hvørjari kappingargrein, og eins  og í fjør vóru aftur í ár boð eftir Bjørk Herup Olsen at umboða danska/íslendska liðið á 3.000 metra teininum.

Bjørk er úttikin, tí at hon er tann gentan í 15-19 ára aldri, sum hevur bestu tíð  í Danmark á 3.000 metra teininum í ár. Hesa tíð fekk hon, tá hon í kapping fyrst í mei-mánaði í Tårnby setti nýtt føroyskt met við tíðini 10.15.18 min.

Landsdysturin verður tann 22. august á Karlsplan Stadion í Vasa í Finlandi. Renn.fo fer sjálvandi at greiða frá, hvussu gekst.

Tillukku við úttøkuni og góða eydnu, Bjørk!

0 comment
0

Related Articles