Duruta R. á Lofti vann Skechers Nýggjárshálvmaraton

Skrivað hevur

So var ársins fyrsta rennikapping avgreidd, og fyrstu vinnararnir funnir. Umleið 90 rennarar gjørdu seg til reiðar í Funningsfirði og lagið var av tí besta í vakra, kalda og klára degnum. Nógvur spenningur lá í luftini um hvør mundi fara at sigra av kinnunum. Valborg Heinesen er so smátt farin spjálka aftur, og tað sama er Rigmor N. Arge, sum ikki hevur havt startnummar á bringuni seinasta árið. Umframt tær vóru eisini stinnu Bragdarkvinnurnar Duruta R. á Lofti og Ann Thomsen.

Kappingin kom at standa millum Durutu og Valborg, sum fylgdust tað mesta av teininum, og sum eisini gjørdust sera tættar á málinum. Komnar niðan Byrgisbrekkuna eftir 16-17 km koyrdi Durutu nógva ferð á, og soleiðis stríddut tær einar tveir kilometrar, til eitt lítið hol byrjaði at koma millum tær. Men tað slapp ikki at vaksa skjótt. Heldur ikki nógv. Móti endanum royndi Valborg at spurta seg fram á Durutu aftur, men tað var ov seint, og Duruta vann ein flottan sigur í ársins fyrstu kapping. Hetta var hennara fyrsti sigur í hesi kappingini.

Nýggjár 2018 Duruta og Valborg
So stutt var millum Durutu og Valborg eftir 21,1 km. Duruta kempaði og sigraði við nýggjum persónligum meti

Ikki so langt aftanfyri kom ein vandur sigursharri frá nýggjárshálvmaraton triðja á mál. Rigmor N. Arge var sera væl nøgd við sína renning í dag. At byrja við var hon aftanfyri Ann Thomsen, men fór fram við henni í Skálabotni. Ann rann eisini væl í dag, og endaði á fjórða plássi ikki so langt aftanfyri Rigmor.

Tað blivu trý sett av heiðursmerkjum býtt út til hvørt kynið. Tey yngru, veteranarnar og superveteranarnar.

Kvinnur (f. 1973-2001)
1. Valborg Heinesen, Bragdið, 1.33.08
2. Lydia Jacobsen, Roysnið, 1.42.11
3. Ann-Mari av Skarði, Bragdið 1.43.44

Kvinnur veternar (f. 1963-1972)
1. Duruta R. á Lofti, Bragið, 1.33.07
2. Rigmor N. Arge, Hvirlan, 1.34.31
3. Ann Thomsen, Bragdið, 1.36.

Kvinnur superveteranar (f. – 1962)
1. Ruth Johannesen, Treysti, 2.01,29
2. Elisabeth Rasmussen, Bragdið, 2.09.24
3. Anna Sofía Kristiansen, Bragdið, 2.13.39

Hóast Andrias Hansen úr Bragdinum hevur skrúvað nógv niður fyri  ikki hevur vant tað stóra síðani hann rann maraton í Valencia í oktober, mundi hann kortini vera avgjørdur favorittur til dagsins kapping. Hann kom eisini at renna einsamallur á odda stórt sæð allan vegin, og hann vann eisini ein tryggan sigur. Men talan gjørdist tó als ikki um nakran stórsigur. Til tað var Cecil Weihe ov stinnur og stúttur. Fjarstøðan, sum Andrias tók fyrstu løturnar, broyttist ikki stórvegis og á málinum var munurin ikki meira enn 43 sekund.

Nýggjár 2018 Andrias
Andrias tókist sera væl hýrdur allan vegin. Og hví skuldi hann ikki tað? Tað er altíð stuttligt at vera best!

Tríggir minuttir vóru síðan aftur til kamphanarnar, sum dystaðust um triðjaplássið. Her bleiv sera javnt millum Bragdarrennararnar Hjalmar Sjóvará og Niels Poulsen. Hjalmar bleiv tann fyrri, bara 11 sekund frammanfyri Niels.

Nýggjár 2018 Cecil og Hjalmar
Ikki júst pinkulingar longur. Men framvegis nóg ungir at gerast nummar tvey og trý í nýggjárshálvmaraton. Cecil Weihe í gulum var  tríggjar minuttir undan Hjalmari Sjóvará á málinum

Heiðursmerkjabýtið hjá monnunum gjørdist hetta:

Menn (f. 1973 – 2001)
1. Andrias Hansen, Bragdið 1.23.19
2. Regin Thomsen, Roysnið, 1.29.35
3. Anton Højgaard, Roysnið, 1.30.24

Menn veteranar (f. 1963 – 1972)
1. Cecil Weihe, Bragdið, 1.24.02
2. Hjalmar Sjóvará, Bragdið, 1.27.01
3. Niels Poulsen, Bragdið, 1.27.12

Menn superveteranar (f. – 1962)
1. Jens R. Weihe, Frælsi, 1.32.55
2. Borgar Biskopstø, Treysti, 1.42.05
3. Kári Simonsen, Bragdið, 1.43.42

Øll úrslitini síggjast her (finnast eisini á roysnid.com)

Slóð til myndir av Skechers Hálvmaraton 2018, sum Jóannes N. Poulsen tók. (her nøkur dømi)

Nýggjár 2018 Lars og Sebastian
Klædnamótan fyri 2018 vístu Lars Muller og Sebastian Pingel. Ikki so ofta vit hava fótbóltsleikarar við í rennikapping. Í dag høvdu vit umframt Sebastian, eisini fótbóltsvenjararnar Jógvan Martin Olsen av Toftum og Paula Poulsen av Skála. Og so var Sigrun Kallsoy Kristiansen úr EB/Streymi við. Men hana sóu vit jú eisini alla vetrarkappingina í fjør. 

Nýggjár 2018 Henny Gerðalíð
Henny mátti lata bronsumerkið frá sær, sum av misgáum varð givið henni. Ístaðin sleppur hendan raska kvinnan við í hesa myndakavalkaduna.

Nýggjár 2018 Eyðun og Óla Jákup
Sjómaðurin og advokaturin nærum hond í hond. Sjómaðurin Eyðun Simonsen rann tó nakað væl undan advokatinum Óla Jákupi Muller.

Nýggjár 2018 Petra og Kvíggjarbóndin
Her kemur fyrrverandi bóndin á Kvíggjarhamri í Saksun. Nú hann ikki hevur seyðin at renna eftir, rennir Magnus Pauli Dahl-Olsen eftir vegnum. Her saman við Top Run +40 vinnaranum Petru Weihe Mikkelsen

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*

You may use these HTML tags and attributes: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>