Home Nýggjastu tíðindi Eg renni fyri Haiti – saman við Reyða Krossi Føroya

Eg renni fyri Haiti – saman við Reyða Krossi Føroya

by Sølvi Reinert Hansen

Tørvurin á neyðhjálp er framvegis ovurhonds stórur eftir vanlukkuliga jarðskjálvtan á Haiti hin 12. januar. Reyði Krossur Føroya savnar pengar til neyðhjálpararbeiðið og skipar í hesum sambandi fyri ymiskum átøkum.

Eitt av átøkunum er “Eg renni fyri Haiti”. Skipað verður fyri renning kring landið, og allar inntøkur fara óskerdar til at hjálpa teimum neyðstøddu á Haiti.

Haitirenningin verður leygardagin 27. mars 2010

Í Tórshavn verður runnið av Tórsbreyt kl 13.00
Í Klaksvík verður runnið frá KÍ-høllini kl 14.00
Í Vági verður runnið kring vatnið kl 14.00

Tveir teinar eru velja ímillum. Ein á 5 km og ein styttri teinur.

Tað kostar 150 kr. fyri vaksin og 50 kr. fyri børn til og við 16 ár at luttaka.

Øll, sum luttaka, vera við í lutakasti um ymiskar vinningar, sum stuðlar lata.
Tey, sum melda til innan 14. mars, fáa eina T-shirt við áskriftini “Eg renni fyri Haiti” og búmerkinum hjá Reyða Krossi.

Tilmeldingin fer fram her á www.renn.fo, har eisini øll kunning um renningina verður at finna.

Arbeiðspláss út at renna
Fyrireikararnir fara at eggja stovnum, skúlum og fyritøkum kring alt landið at fáa starvsfólk og næmingar út at renna fyri Haiti saman við Reyða Krossi. Við hesum vænta tey, at fleiri hundrað fólk fara at renna pening inn til Reyða Kross. Til ber at skráseta arbeiðspláss, skúlar og feløg.

Stuðlar
Føroya Banki er høvuðsstuðul, men nógvar aðrar fyritøkur fara eisini at stuðla átakinum. Higartil hava Atlantsflog, Trygd, Bakkafrost, Sansir/Kvinna, Dimmalætting, Sosialurin, eBillett.fo, Tryggingarfelagið Føroyar, Føroya Bjór, Inn, Tórshavnar kommuna, Klaksvíkar kommuna og Ljóðtøkni játtað at stuðla á ymiskan hátt.
Øll, sum hava hug at stuðla, eru sjálvandi væl komin.

Fyriskiparar
Rennifeløgini Bragdið í Tórshavn og Treysti í Klaksvík, umframt VILT í Suðuroy eru við til at skipa fyri renningini, saman við einum bólki av sjálvbodnum hjá Reyða Krossi Føroya.

Meira fæst at vita við at venda sær til Katrina á Neystabø (217721) ella Súna Vinther (283630).

Reyði Krossur Føroya

0 comment
0

Related Articles