Home Nýggjastu tíðindi Eirikur lumpaði allar og Bjørk er heimkomin

Eirikur lumpaði allar og Bjørk er heimkomin

by Hallur Holm

Sum siður er, varð norðoyastevnurenningin skotin í gongd kl. 11. Tey vaksnu runnu 5 km og hjá monnunum var spenningur í luftini, nú fremsti rennarin seinastu tíðina ikki var við. Dúgliga varð gitt hvør mundi vera favoritturin. Guttorm Sørensen sá út til at vera tendraður og ætla sær okkurt gylt, meðan Rúni Seloy við síni nógvu ferð kanska var størsti favoritturin, tá nú vinnaratíðin væntandi ikki fór undir 17 min. Borgar var eisini sjálvskrivaður í oddinum, eins og ungi Einar Gregersen, sum bara blívur betri og betri.

Tá teir komu framvið málinum fyrstu ferð eftir umleið 1400 metrar og aðru ferð umleið 3200 metrar, vóru tað hesir fýra við Eiriki Hansen lúrandi á halanum. So út á seinasta umfar við 5 monnum samlaðum, var einki avgjørt. Men tá teir komu undan Eik við 200 metrum eftir á mál, var tað við Eiriki á odda. Hann hevði einar 5 metrar aftur til Gutta og Borgar, og so vóru nakrir metrar aftur til Einar. Rúni hevði fullkomiliga mist takið og var heilt burturi. Tað bleiv kempað hart teir seinastu metrarnar. Gutti og Borgar dýktu á, men Eirikur vildi ikki slaka, so munurin í hesum langa spurtinum var allatíðina hin sami. Eirikur kom tí – eitt sindur óvæntað – 2 sekund fyrstur á mál, og vann norðoyastevnuna 2012. Gutti kláraði at halda Borgar aftanfyri við einum sekundi, meðan Einar var 5 sekund aftanfyri Borgar.


Eirikur gjørdist í stórum stíli føroyameistari í maraton í 2010, men hevur ikki gjørt so nógv við venjingina síðani tá. Men gott er at síggja Eirik aftur við fullari skrúvu! Her hevjar hann armarnar í loft, tá hann sigrar á norðoyastevnu.

At Bjørk Herup Olsen var heimkomin at halda summarfrítíð í Føroyum, gjørdi at lítil spenningur fór at vera um hvør fór at vinna hjá kvinnunum. Hon livdi eisini upp til vónirnar, og lat bara teir fimm fremstu menninar sleppa fram um. Bert eini 50 sekund hevði hon fram til bestu menninar. Rebekka Fuglø rann eisini næstan upp til sítt allarbesta, om manglaði bert nøkur heilt fá sekund í at koma undir 20 min. Ella Áarstein gjørdist nr. 3, og vann samstundis eisini bólkin hjá kvinnuveteranunum. Her gjørdist Ruth Johannesen nr. 2 og Susan Jacobsen nr. 3. Hesaferð var eisini ein bólkur fyri superveteranar hjá kvinnum, og hann bleiv vunnin av Gunnvør Sigurðsson – eitt sekund framman fyri Heidi Hvidbro.


Bjørk Herup Olsen kemur her á mál, hálvan annan minutt fremst

Lítil spenningur var í veterankappingunum hjá monnum. Her vann Borgar Biskopstøð greiðan sigur. Og Heini Gregersen var eisini eitt fitt petti undan Jóhan M. Jacobsen. Okkara fantastiski superveteranur Jens R. Weihe, sum jú nýliga vann sín aldursbólk í Keypmannahavnar Maraton, er komin væl fyri seg, og rann ein hin besta 5 km nakrantíð við 20.11 min. Jóannes Ortind var nr. 2 og Magnus Henriksen nr. 3.

Aftaná var barnarenningin, har umleið 50 børn vóru við. Fleiri í talentbólkinum vístu góðan form. Av dreingjunum vóru tað serliga Teitur Bjarnastein og Gunnar Sivertsen, sum runnu væl, men eisini sóu vit tvey nýggj andlit, Paula Høj og Ragnar Weihe, sum heilt greitt hava sera góð evni.

Katarina Høj rann eisini sera væl, meðan tær báðar Treystagenturnar Oddvør Josephsen og Maria Biskopstø áhaldandi betra seg, og sum tað sær út, verður ikki leingi, til tær veruliga taka dystin upp við tær eldru. Ikki bara tær eldru genturnar, men eisini tær vaksnu kvinnurnar.

Lesið meira um norðoyastevnuna og hyggi eftir úrslitunum her: http://www.treysti.fo/news-100+rennarar+vid+i+foroya+bjor+renningini.htm.

Í myndasavninum hjá Treysti eru eisini nógvar myndir frá norðoyastevnurenningini.


Gunnar Sivertsen vann ein tryggan sigur. Hann hevur tikið seg nógv fram hetta seinasta árið.

1 comment
0

Related Articles

1 comment

FB 04.06.12 - 23:51

Vælskriva sum altíð:) orðasnillingur:::)))

Comments are closed.