Eirikur stórsigrar og Treystakvinnur komnar aftur

Skrivað hevur

Leygardagin varð fjórða umfar av Betri Vetrarkappingini runnið vesturi í Vágum. Frælsi skipaði fyri, og tey bjóðaðu fram vakra túrin úr Sørvági til Bíggjar og aftur. Veðrið var frægari enn lovað, og hóast nógvan mótvind á heimleiðini, var tað bara heilt brúkiligt kortini.

Eingin av fýra teimum fremstu kvinnunum í nýggjárshálvmaraton var við í kappingini. Hinvegin fingu vit tvey sterk nøvn við til sína fyrstu kapping í vetur. Rebekka Fuglø, sum hevur verið og fjakkað í tríggjar mánaðir og unga Oddvør Josephsen vóru møttar upp, og hóast teirra venjinngarstøða er eitt sindur ókend, so mugu tær tó altíð metast at vera millum favorittarnar. Og tey bleiv eisini Rebekka, sum streyk avstað við sigrinum ein minutt frammanfyri Oddvør, sum so aftur var ein minutt frammanfyri Beintu Hoydal Joensen úr Bragdinum, sum tó nú liggur á odda samantalt.

VK4 2018 kvinnur
Rebekka og Oddvør runnu sína fyrstu kapping í vetur, og gjørdust nr. 1 og 2. Tað er tó Beinta, sum førir Vetrarkappingina

Kappingin hjá monnunum tyktist longu avgjørd áðrenn ein kilometur var runnin. Eingin stóð Eiriki Hansen úr Bragdinum kurl, og hann var longu ljósár framman fyri restina, tá menn vendu nøsina heim aftur úr Bø. Hjalmar Sjóvará úr Bragdinum og Regin Thomsen úr Roysninum fingu enn ein langan tvídyst. Hjalmar dróg Regin aftaná sær allan vegin, og hevði eisini styrkina til at vinna seg fyrr á málið, har munurin eins og í Kerjum bert var eitt sekund.

urslit_vk4_2018

VK4 2018 menn
Eirikur vann enn eina Vetrarkapping og Hjalmar og Regin fingu enn eina púra javna kapping teirra millum

Øll úrslitini eru HER

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*