Home Nýggjastu tíðindi Færø March 1. mei 2008 kl. 14

Færø March 1. mei 2008 kl. 14

by Sølvi Reinert Hansen

Mjørkadals Idrætsfrening (MIF) skipar á hvørjum ári fyri FÆRØ MARCH Kristi Himmalferðardag. Tiltakið er opið, so øll eru vælkomin at luttaka í túrinum. Luttøkan er ókeypis. Serlig hvílipláss eru á vegnum, har luttakararnir kunnu keypa sær okkurt leskiligt. Og í Mjørkadali ber eisini til at keypa sær okkurt heitt.

Marchurin byrjar við parkeringsplássið við Keypssamtøkuna í Hoyvík, og gingið verður eftir Vegnum Langa – Óluvugøtu – Sundsvegnum – Norðrara Ringvegi – Oyggjavegnum og til Mjørkadal. Teinurin er 15 km.

Í 2007 varð skipð fyri FÆRØ MARCH’inum (sum altso ikki er ein marchur, men heldur ein hugnaligur gongutúrur) Kristi Himmalferðardag, tann 17. mei. 40 glað fólk høvdu valt at nýta dagin til ein góðan gongutúr við ymsum veðurlíkindum og nógvari frískari luft.

FÆRØ MARCH beiv fyrstu ferð fyriskipaður í 1976. Marchurin er bara eina ferð avlýstur, vegna sera ringt veður.

0 comment
0

Related Articles