Føroya Banki hevur gjørt stuðulsavtalu við Bragdið um at vera høvuðsstuðul hjá felagnum komandi tvey árini.
Bragdið, sum er felag fyri frælsan ítrótt í Suðursteymoy, skipar árliga fyri fimm høvuðskappingum, sum serliga nógv verður gjørt burturúr. Talið á íðkandi í hesum kappingum er stórt og støðugt vaksandi.
Tey fimm tiltøkini hjá Bragdinum, sum seinastu árini veruliga hava vunnið frama millum fólk, eru:
– Flaggdagsrenning 25. apríl – meira enn 500 luttakarar í 2006
– Tórshavn Marathon 15. juli – meira enn 300 luttakarar í 2006
– Ólavsøkurenning 27. juli – meira enn 400 luttakarar í 2006
– Kvinnurenning sept. – meira enn 100 luttakarar í 2006
– Fólkaheilsurenning sept. – meira enn 700 luttakarar í 2006
Poula Michelsen Kass, marknaðarleiðari í Føroya Banka, fegnast um avtaluna við Bragdið. Avtalan samsvarar neyvt við heilsupolitikkin hjá Føroya Banka, sum er at íbirta og stuðla einum sunnari livihátti í samfelagnum.
Føroya Banki hevur egin venjingarhøli á høvuðsskrivstovu síni í Tórshavn. Starvsfólk bankans brúka hesi venjingarhøli javnan. Fleiri teirra, sum dagliga royna seg á rennibandinum í bankanum, verða við í Flaggdagsrenningini í morgin.
Á myndini undirskriva Poula Michelsen Kass, marknaðarleiðari í Føroya Banka, og Robert Vilhelmsen, formaður fyri Bragdið, stuðulsavtaluna.