Home Nýggjastu tíðindi FÍF á vitjan hjá Dansk Atletik Forbund

FÍF á vitjan hjá Dansk Atletik Forbund

by Hallur Holm

Nú vit báðir Guttorm Sørensen og undirritaði hava verið í Svøríki – fyrst við talentliðinum leygar- og sunnudagin, og síðani á norðurlendskum barna- og ungdómsfundi mána- og týsdagin, løgdu vit leiðina framvið hjá DAF í dag. FÍF er ikki limur í IAAF – altjóða sambandinum fyri frælsan ítrótt. Tí arbeiddi fyrrverandi formaður FÍF’s, Heri Ziska, fyri at vit kundu fáa eina sonevnda associeringsavtalu, sum í veruleikanum heimilar føroyingum at kappast uttanlands, og at føroysk úrslit verða altjóða góðkend umvegis DAF. Hendan avtalan varð undirskrivað á vári í 2009.


Jacob Larsen og Lars Vermund frá DAF, saman við Guttorm Sørensen og Hallur Holm frá FÍF

Tað eru so mong onnur viðurskifti, sum eisini krevja samskifti við DAF. Tí hildu vit tað vera neyðugt, at vit hittu teir andlit til andlit, soleiðis at man kennir hvønn annan, og ikki bara sær hvønn annan sum ein teldupostbústað.

Tað vóru nýggi formaðurin í DAF, Lars Vermund og stjórin, Jacob Larsen, sum so blíðskortaðir tóku ímóti í Idrættens Hus í Brøndby. Vit tosaðu fyrst leysliga um Føroyar og møguleikar tess at luttaka í altjóða kappingingum. Síðani tosaðu vit um associeringsavtaluna. Um hon virkar nøktandi fyri báðar partar. Vit tosaðu um føroyskan ungdóm til DM-kappingar og á donskum landsliðum. Og um donsku hagtalsskipanina statletik.dk, har føroyingar eisini eru við. Um tilmeldingarskipanir og  rutuuppmáting.

Síðani greiddu vit teimum frá virkseminum innan frælsan ítrótt í Føroyum. Teir vóru sera áhugaðir, og tað vísti seg eisini, at teir kendu teir flestu av okkara íðkarum, sum hava vunnið heiðursmerki við donska meistaraskap. Hesin óformligi fundurin endaði við góðum hugnapráti, har tað vísti seg, at vit høvdu nóvar felags kenningar,

0 comment
0

Related Articles