Home Nýggjastu tíðindi Finalan í Grand Prix verður mikukvøldið

Finalan í Grand Prix verður mikukvøldið

by Hallur Holm

Mikukvøldið kl. 18.00 byrjar triðja og seinasta umfar av Grand Prix fyri børn og ung á Tórsbreyt, har Hvirlan saman við FÍF verður fyriskipari.  Hesaferð fara aldursbólkarnir frá 12-13 og uppeftir at kasta diskos og leypa trístøkk, meðan tey yngru kasta bólt og leypa longdarlop. Kappingargreinarnar verða hesar:

  • Dreingir og gentur 8-9 ár: 40 m, 400 m, bóltkast og longdarlop
  • Dreingir og gentur 10-11 ár: 200 m, 600 m, bóltkast og longdarlop
  • Dreingir og gentur 12-13 ár: 200 m, 1000 m, diskoskast og trístøkk
  • Dreingir og gentur 14-15 ár: 100 m, 1500 m, diskoskast og trístøkk
  • Dreingir og gentur 16-17 ár: 400 m, 1500 m, diskoskast og trístøkk
  • Dreingir og gentur 18-19 ár: 400 m, 1500 m, diskoskast og trístøkk

Tilmelding fer fram her á síðuni, og er opin frá hósdegnum. Seinasta tilmelding er mánakvøldið kl. 22.00. Tað verður ikki møguligt at melda til á staðnum! Kostnaðurin fyri tiltakið er kr. 30.

Meira kunning verður týskvøldið áðrenn kappingina – vinarliga lesið hana.

0 comment
0

Related Articles