Home Nýggjastu tíðindi Flaggdagsrenningin er flaggskipið í føroyskari renning

Flaggdagsrenningin er flaggskipið í føroyskari renning

by Hallur Holm

So fór 27. flaggdagsrenningin afturum, og í kjalarvørrinum nú fýra dagar aftaná, fari eg at staðfesta, at Flaggdagsrenningin enn sum áður er flaggskipið í føroyskari renning. Eftir 2-3 ár við heldur lakari og niðurgangandi luttøku, kundi nú staðfestast at luttakaratalið aftur var økt, nú úti við 400 børn, vaksin og stuttleikarennarar høvdu teknað seg.

Nývalda nevndin í Bragdinum hevði eisini gjørt meia burturúr enn undanfarnu árini. Bæði við vinningum, massagu og spildurnýggjari úrslitatænastu, sum eg skal venda aftur til. Hugaligt var at hoyra Niels Jákup Jakobsen, sum var ein av stigtakarunum til Flaggdagsrenningina, siga nøkur orð og seta renningina. Ætlandi verða orð hansara løgd á síðuna ein av næstu døgunum. 

At vinna Flaggdagsrenningina er ein hin størsta prestigan hjá føroyskum langteinarum, og aftur í ár vóru fleiri, sum kundu vísa á góðan form. Hjá kvinnum var Rebekka Fuglø favorittur, men ikki meira enn at hurðin stóð á gloppi til hinar. Men tá startskotið small, small eisini hurðin hjá Rebekku í. Hon vísti stórform á degnum. Rebekka Fuglø vann eisini flaggdagin í 2011 og 2012, men hesaferð rann hon næstan tveir minuttir skjótari, og kom á mál við tíðini 27.01 min. Durkdrivna Rigmor N. Arge rann eisini avbera væl, og rann seg móti endanum fram á 2. pláss, og fekk frálíku tíðina 27.52 min. Rigmor fór fram við ungu Katarinu Høj einar 200 metrar frá málinum. Bert 14 ára gamla Bragdagentan hevði tá einki eftir, men hon skal vera bæði glað og stolt av triðjaplássinum, og tíðini 28.00, sum á fleiri flaggdøgum hevur verið nóg mikið til at vinna gull. Durutua R. á Lofti var av mongum mett at hava møguleika í oddastríðnum, men hendan dagin hevði hon ikki beinini, og endaði á fjórða plássi, ein lítlan minutt eftir Katarinu.


Rebekka Fuglø kemur á mál í stórum stíli. Hetta gjørdist triðji flaggdagssigur á rað hjá ungu Treystadamuni.

Hjá monnunum var Marnar Djurhuus stórfavorittur, og skuldi onkur annar vinna, ja so skuldi okkurt óhapp henda. Men stríðið um næstu plássini sá áhugavert út. Roknað varð við, at Hansen-brøðurnir saman við Sam Vang og Halli Holm fóru at kempa um plássini frá 2-5. Men væntandi kundu eisini Regin Thomsen, Borgar Biskopstø og Niels Poulsen blanda seg í hesa kappingina. Marnar var skjótur avstað. So skjótur, at tá komið varð á Skansan, sást ikki í halaferðina á honum. Har var góður møguleiki hjá honum at fara eftir metinum hjá Boga Lenvig, sum er 22.30. Bæði veðrið og ikki minst dygga venjingarstøðan løgdu upp til nýtt met.

Aftanfyri komu hinir – einir átta mans heilt fram til tríggjar km. Tá byrjaðu teir at falla frá. Fyrst Teitur Bjarnastein, síðan Regin Thomsen, so Niels Poulsen og at enda Borgar Biskopstø. Dysturin at “vinna vissi Marnar ikki var til” var ikki meira enn byrjaður, so skjýtur Sam Vang fram. Rættiliga dygt, tí hóast Eirikur, Andrias og Hallur royna at halda eftir honum, so munar hetta einki. Sam var farin. Í dystinum um triðja plássið hevur Eirikur tað tungt niðan á Tórgarð, og byrjar at missa. Andrias setir enn meira tempo á, og slítur seg leysan frá Halli við Strandferðsluna, og endar nr. 3 við 24.05 min.


Á hálvari leið, langt aftanfyri Marnar, dystast teir um 2. plássið. F.v.: Eirikur, Sam, Borgar, Hallur og Andrias. Beint aftanfyri Andrias er Niels Poulsen í reyðum skóm.

 Tað gekk ikki heilt sum tað skuldi við rutumetinum hjá Marnari. Tíðin vísti 22.34 min – sostatt restaðu einans 4 sekund til tangering! Kanska var tann nógva ferðin teir báðar fyrstu kilometrarnar ov stór? Í øllum førum sá ikki út til, at ferðin var eins nógv seinnu hálvuna. Munurin aftur til silvurvinnaran Sam Vang, 23.46, sá heldur ikki út til at økjast tað stóra seinnu hálvuna. Men man ikki Marnar fer hugagóður eftir metinum aftur næsta ár?


Frá fyrsta feti leðgði Marnar Djurhuus seg á odda

Hallur kom fjórði á mál við tíðini 24.15, og gjørdist samstundis vinnari hjá veteranunum. Á einum samlaðum sættaplássi kom Borgar Biskopstø pressandi til eitt trygt 2. pláss hjá veteranunum. Tíðin var 24.40 min. Ein gamal kenningur hevði sníkt seg á triðja pláss. Sníkt seg er kanska nakað nógv sagt. Tí við buldur og brak trein Cecil Weihe aftur á rennipallin. Trygt triðjapláss og samlað nr. 9 við tíðini 25.46 min. Har kann okkurt gott saktans vera væntandi.

Hjá superveteranunum stendur eingin Jens R. Weihe kurl. Hóast aldursmarkið til superveteranarnar er 55 ár, so rennur 65 ára gamli Jens væl og virðiliga undan øllum. Og næstan eisini øllum teimum yngru rennarunum. Samlað gjørdist Jens nr. 28 av øllum rennarunum, og fekk frálíku tíðina 27.12 min. Á øðrum plássi við 30.46 bleiv tað eitt trygt og væl uppiborið 2. pláss til Jóannes Ortind. Hann var góðan minutt framman fyri Kristin Rasmussen sum kom á mál sum nr. 3 við 32.00 min.


Bestu superveteranarnir. F.v.: Jóannes Ortind, Jens R. Weihe og Kristin Rasmussen

Ann Thomsen, sum er ein av høvðuðsfyriskiparunum av renningini, gjørdi bart hjá kvinnuveteranunum. Heilar tríggjar minuttir var hon fremst, og kom á mál samlað nr. 5 við tíðini 30.29 min. Kristina Samuelsen gjørdist tryggur silvurvinnari við 33.28, meðan Margreta Knudsen vann bronsuna við 34.18 min. Eins og hjá monnunum, hevði ein kvinnuligur superveteranur sníkt seg rættiliga langt upp á listan í opna bólkinum. Louisa Svensson, sum vann kvinnuveteranarnar við 34.40 min, endaði heilt frammi sum nr. 23 í opna bólkinum! Góða gamla Jóngerð Høgnesen endaði á øðrum plássi við 36.15 min og Marna Reyná gjørdist nr. 3 við 37.45 min.


Tær bestu veteranvkvinnurnar. F.v.: Kristina Samuelsen, Ann Thomsen og Margreta Knudsen.

Allir vinnarar fingu gávukort frá Sportmaster í SMS. Virðismiklir vinningar vóru eisini hjá børnunum. Og nógv var lagt fyri, tá tey fóru oman eftir Áarvegnum, tí øll vistu tey, at tann skjótasti drongurin, og tann skjótasta gentan fóru at fáa eina snildfon frá Føroya Tele. Frammanundan grunaðu fleiri, at ilt fór at verða hjá havnargentum at taka nakað frá teimum gulu, og so varð. Treysatgenturnar komu á mál sum nr. 1, 2 og 3. Maria Biskopstø vann telefonina, Oddvør Josephsen gjørdist nr. 2 og beint í hølunum kom hugagóða Rutt Gregersen, sum alsamt tekur seg fram.


F.v.: Oddvør Josephsen, Maria Biskopstø og Rutt Gregersen. Tær gjørdu ein tripp-trapp-treysti.

Hjá dreingjunum gjørdist talan um ein dramatiskan tvídyst millum Dánjal Dahl Ljósheim úr Hvirluni og Paula Høj úr Bragdinum. Rættiliga javnir komu teir niðan móti málinum, men Dánjal vísti seg at hava meira eftir til síðst, og fór nakrar metrar og tvey sekund undan Paula, sum tó kortini eisini fekk ein posa frá Føroya Tele. Hvat var í honum veit eg ikki. Føroya Tele-posa fekk eisini Gilli Róason, sum kom triðjur um málstrikuna.


Pauli Høj er enn fremstur her, men løtu seinni spurtar Dánjal Dahl Ljósheim framvið honum, og vinnur snildfonina.

Tað var sannur veitlsudámur yvir tiltakinum. Veðrið var av allarbesta flaggdagsveðri eg kann minnast (eri tó nokk so ungur enn, so tað sigur ikki so nógv). Lýðkan merktist í luftini, og fløggini á Áarvegnum hingu beint niður. Stórur skari av áskoðarum var á Vaglinum og niðir í Havnargøtu, har betri yvirlit fæst yvir kappingina. Í ár var eisini stuttleikarenning partur av Flaggdagsrenningini, og hetta gjørdi, at tað mest sum allatíðina var onkur, sum kom á mál.

Í fjør keypti Bragdið máttur til tíðtøku við chip’um. Skipanin varð roynd nakrar ferðir í fjør. Í ár hava Jan Egholm og Niels Hansson frá Bragdinum tikið nýggja software í nýslu, sum skuldi brúkast í sambandi við flaggdagin. Og hetta er einki minni enn eitt frambrot fyri renningina her heima. Har vóru onkrar barnasjúkur, sum eg ikki skal koma inn á her. Men annars sera stuttligt, at onkur sendir sms oman á Vaglið at fortelja tær tína egnu tíð, sum liggur á alnótini næstan beint eftir at kappingin er liðug. Eisini sera hent, at tú kanst velja listar samlaðar, bara menn/kvinnur ella bara júst tín aldursbólk. Eisini ber til at fáa heiðursbræv útskrivað úr skipanini eins og tú kanst hyggja eftir sjónbandabroti, har tú sært teg sjálvan – ella einhvønn annan – renna á mál. Hesir umframt aðrir møguleikar fara at gera tað enn stuttligari at vera rennari og ikki minst fyriskipari í framtíðini.

Stak hugnaligur dagur og stak góð kapping. Sanniliga er Flaggdagsrenningin flaggskipið. Leygardagin verður FM í ½ maraton í Klaksvík. Tey hava fyrr víst hvussu væl tey duga at skipa fyri. Jú, hesar dagarnar er satt njótilsi at vera rennari í Føroyum.


Tær bestu kvinnurnar í 2013. F.v. Rigmor N. Arge, Rebekka Fuglø og Katarina Høj.


Marnar Djurhuus…. næsta ár kemur metið!

Allar myndirnar við takksemi læntar frá Hvirluni.

 

0 comment
0

Related Articles