Home Nýggjastu tíðindi Flaggdagsrenningin – seinasta kunning

Flaggdagsrenningin – seinasta kunning

by Hallur Holm

Tað verða út við 600 luttakarar til renningina í morgin. Enn eru tað tó ikki øll, sum hava avheintað sítt startnr. Tey ið enn ikki hava avheintað sítt startnr. kunnu gera hetta í “Joto-holinum” við Býarbókasavnið frá kl. 14.00 til 15.30. Allarseinast 15.30!! Havið kvittan við, um peningurin er fluttur á konto. Annars kann gjaldast kontant.

Evstamark fyri tilmelding var hóskvøldið, og tað ber tí IKKI til at melda fleiri til kappingina.

Teinurin, sum børnini renna er broyttur, soleiðis at tey renna yvir móti “Nýhavnini” at venda og síðani niðan aftur á málið.

Øll verða biðin um at møta í góðari tíð, soleiðis at byrjast kann stundisliga kl. 1600.

3 comments
0

Related Articles

3 comments

Niels Uni 25.04.10 - 21:29

Hey tit, nú er kl. 23.16 og einki úrslit er komið út enn, vit eru so nógv sum sita og bíða eftir hvat okkara tíð og okkara plasering var. Tit lovaðu at tað skuldi koma í kvøld. Tit eru frálík at fyriskipa, men hetta við úrslitunum, tað tekur sína tíð.

Sonni 16.04.13 - 10:36

Hey tit
Eg havi roynt at leita eftir úrslitunum fyri flaggdagsrenningina 2010, men tey eru ikki at finna, vita tit hvar eg kann finna tey ?

Comments are closed.