Home Nýggjastu tíðindi FM fyri vaksin á Tórsbreyt 1. august

FM fyri vaksin á Tórsbreyt 1. august

by Hallur Holm

Leygardagin 1.august verður FM fyri vaksin á Tórsbreyt. Kastararnir halda tó fram sunnudagin eftir, tá teir hava tvær kappingar á skránni. Hetta er fyrsta FM-kapping nakrantíð á Tórsbreyt, og tí vóna vit í FÍF, at hetta verður markerað við góðari undirtøku. Allir luttakarar skulu verða skrásettir limir hjá einum av feløgunum undir FÍF.

359

Skráin fyri leygardagin verður hendan:

  • 14.00 100 m kvinnur, innleiðandi
  • 14.10 100 m menn, innleiðandi
  • 14.15 Hamarkast kvinnur & menn, finala
  • 14.20 800 m kvinnur, innleiðandi
  • 14.30 800 m menn, innleiðandi
  • 14.40 400 m kvinnur, innleiðandi
  • 14.50 400 m menn, innleiðandi
  • 15.00 5.000 menn, finala
  • 15.00 Longdarlop kvinnur, finala
  • 15.25 100 m menn, finala
  • 15.35 100 m kvinnur, finala
  • 15.40 5000 m kvinnur, finala
  • 15.40 Longdarlop menn, finala
  • 15.45 Diskoskast menn & kvinnur, finala
  • 16.10 800 m menn, finala
  • 16.20 800 m kvinnur, finala
  • 16.30 400 m menn, finala
  • 16.40 400 m kvinnur, finala

Sunnudagin 2. august verður skráin hendan:

  • kl. 14.00 Spjótkast, kvinnur og menn
  • kl. 15.00 Kúlustoyt, kvinnur og menn

Luttøkutreytir og kostnaður

Luttakarar til FM skulu vera føddir í 1993 ella fyrr og skulu vera limir í einum av feløgunum undir FÍF. Kappingarnevndin hjá FÍF kann í ávísum førum gera undantøk frá hesi reglu. Kostnaðurin fyri luttøku er kr. 50, óansæð hvussu nógvum greinum luttikið verður í. Tilmelding fer fram her á síðuni, og evstamark fyri tilmelding er hóskvøldið kl. 22.00. Eingin tilmelding verður eftir hetta!

100 m og 400 m

Verða 6 ella færri luttakarar tilmeldaðir, verða beinleiðis finalur, ávikavíst kl. 15.25 og 15.35. og 16.30 og 16.40. Eru millum 7 og 12 luttakarar, verða tveir riðlar, har vinnararnir báðir umframt 4 tær bestu tíðirnar sleppa við í finaluna. Verða tað millum 12 og 18 luttakarar, verða tríggir riðlar, har vinnararnir umframt tríggjar tær bestu tíðirnar sleppa við í finaluna.

800 m

Eru 8 ella færri tilmeldað, verða beinleiðis finalur tá innleiðandi umfarið átti at verið. Eru 9-16 tilmeldað, verða tveir riðlar, har vinnararnir og síðani 4 tær bestu tíðirnar koma í finaluna. Verða fleiri enn 17 tilmeldað, verða tríggir riðlar, har vinnararnir umframt tríggjar tær bestu tíðirnar koma víðari í finaluna.

Longdarlop

Allir luttakararnir fáa trý lop. Síðani sleppa 8 teir bestu víðari til sjálva finaluna, har teir fáa trý lop afturat.

Hamara-, diskos-, spjótkast og kúlustoyt

Kvinnur og menn kappast samstundis. Allir luttakarar sleppa at kasta tríggjar ferðir innleiðandi. Síðani sleppa 8 tey bestu víðari í finaluna, har tey kasta tríggjar ferðir afturat.

Kappingarbúni

Til hesa FM-kappingina skulu øll íðkandi kappast í kappingarbúnanum hjá sínum felagi, ella sum minsta krav í litum felagsins.

Heiðursmerki

FM-heiðursmerki verða latin til nr. 1-3 í hvørjari kappingargrein.

Dómaraskylda

Tey trý størstu og mest virknu feløgini, Bragdið, Hvirlan og Treysti skulu møta við 4 dómarum/hjálparum í part. Tey trý smærru feløgini, Frælsi, Hvistan og Roysnið verða frítikin fyri dómaraskyldu áhesum sinni.

 

0 comment
0

Related Articles