Home Nýggjastu tíðindi FM í 1/2 maraton – nýtt og gott gamalt!

FM í 1/2 maraton – nýtt og gott gamalt!

by Hallur Holm

Seinnapartin leygardagin skipaði Bragdið saman við FÍF fyri FM-kapping á hálva maratonteininum. Sum vanligt varð runnið á rutuni millum Cafe Natúr og tyrlupallin Yviri við Strond – 5 ferðir aftur og fram í alt.

Veðurmenninir høvdu hótt við nógvum vindi og ælingi. Tíbetur tømdi hann skýggini beint undan kappingini, og vindurin var kanska ikki so nógvur sum lovað. Men tíverri var vindurin so mikið nógvur, at ivasamt var um til bar at renna tær  heilt góðu tíðirnar. Harmiligt, tí hetta var seinasta útkall hjá langteinarennarunum at kvalifisera seg til oyggjaleikirnar á Álandi í summar, og menn høvdu tosað um at hjálpa hvørjum øðrum at náa málið. Kravtíðin hjá monnunum er 1.14.28 tímar og hjá kvinnunum 1.28.09 tímar.

Men skjótt sást, at ferðin ikki var nóg høg. Sam Vang fekk tíðliga trupulleikar, og Andrias Hansen er enn ikki komin heilt fyri seg eftir París Maraton fyri fýra vikum síðani. Men hann royndi at hanga við Guttormi Sørensen og Gudmundi Joensen. Eftir 10 km datt Andrias nakrar metrar afturum, og tvídysturin millum Guttorm og Gudmund byrjaði. Teir fylgdust framvegis, tá teir fóru undir teir seinastu 4 kilometrarnar, men komnir yvir til Eik, setti Guttorm ferð á og fór undan Gudmundi, sum ikki megnaði at svara aftur. Seinastu 3 kilometrarnar rann Gutttorm einsamallur, og kom á mál við tíðini 1.17.08 tímar. Stutt aftanfyri kom Gudmundur vid tíðini 1.17.34. Nakað aftari kom Andrias vid tíðini 1.17.46. Sam vang gjørdist nr. 5 við tíðini 1.19.38.

Í fráveru av okkara sterku kvinnuligu rennarum, var greitt, at møguleiki var hjá Árnu Helmsdal at endurvinna FM-heitið frá í fjør. Og tað var eisini hon, sum lá einsamøll á odda fyrra helmingin av kappingini. Men so kom grús í maskinaríið hjá Árnu. Fyrst kom Borgny Mohr Nielsen upp og fylgdist við henni eina løtu, áðrenn hon stakk av, og seinni kom eisini Ann Thomsen upp og rann framvið henni. Tad var sostatt Borgny Mohr Nielsen, sum gjørdist kvinnuligur føroyameistari í hálvum maraton. Borgny gjørdist nr. 3 í flaggdagsrenningini, men er annars eitt nýtt blað innan kvinnurenning.  Ann Thomsen fekk silvur, og Árna Helmsdal fekk bronsu. Ingrid Patursson vann sum einasti luttakari gull hjá kvinnuligu veteranunum.

Veterankappingina hjá monnum vann Borgar Biskopstø, hóast hann so at siga allan vegin drógst við pínu í mjødnini. Endurrisni Hjalti Gunnarstein lá nr. 2 út á 8 km, men mátti tá gevast vegna skaða. Ístaðin var tad Jógvan Thomsen sum streyk avstað við silvurinum, meðan Pól Sundskarð gjørdist nr. 3.

Kappingin hjá superveteranunum bleiv ein spennandi uppgerð millum garvaða 60-ára gamla Óla Olsen og nýggja stjørnuskotið hjá Treysti, 56 ára gamla Heðin Jóhannessen. Hesir báðir fylgdust so at siga allan vegin, men at enda vóru tað tey yngru beinini hjá Heðini, sum vóru kvikari enn beinini Óla. Nr.3 gjørdist Regin Jóannesarson úr Treysti.

Heilir 45 luttakarar stóðu á startlinjuni hendan leygardagin, og uttan at taka munnin ov fullan, meini eg at hetta er tað mesta nakrantíð til hesa FM-kappingina. Bragdið og Trygd bjóðadu ein breyð- og køkubita afturvið einum kaffimunni aftaná. Eitt gott tiltak, tí tað er sera hugnaligt og umráðandi, at rennarar eisini kunnu hittast eftir kapping.

Øll úrslitini eru her.

Niðanfyri eru myndir frá Fríðrikki Bláhamar.

[nggallery id=75]

0 comment
0

Related Articles