FM í lendisrenning: Signar gjørdi ein Signar

Skrivað hevur

Renniveðrið í Hoydølum í gjár var tað allarbesta tú kanst hugsa tær. Ikki ein ond rørdist. Tað var kalt, men í sólini merktist hetta als ikki. Guvan av troyttum rennarum í máløkinum stóð tjúkk og reis loddrøtt upp móti sólini, sum helt kropparnar heitar leingi eftir lokna renning. Tað hevði regnað nógv leygarnáttina, so fløtan var rættiliga bleyt summstaðni. Hetta saman við brekkuni í viðarlundini gav rennarunum seks tung umfør.

Lendisrenning14 FM 2018
Tað er avgjørt pláss til fleiri børn. Her byrja tey einar 50 metrar undan teim vaksnu.

Vit høvdu spennandi nøvn við til kappingina. Bjørk Herup Olsen var komin úr Danmark, og so er eisini eitt danskt-svenskt par komið til Føroya at búgva. Peter Jensen og Sarah Vallin eru bæði vandir rennarar, og hava longu vant við Bragdinum nakrar ferðir. Spennandi var tí at síggja, hvat tey kundu gera móti okkara bestu. Og so var tað Signar Røsvik, sum var komin til Føroya í brúdleyp.

Lendisrenning FM 2018 start
Starturin farin, og Signar longu á odda

Í 2015 var Signar heima í Føroyum á flaggdegnum og á ólavsøku. Og báðu ferðirnar nýtti hann høvið at vera við í kapprenningini, og báðu ferð vann hann góðar sigrar. Og nú honum aftur beiðst kapping í sambandi við føroyaferð, tók hann aftur av. Úrslitið var tað sama. Ein sera tryggur sigur, og fyrsta FM-heiti í lendisrenning! Signar gjørdi aftur ein Signar.

Beinanvegin slapp hann leysur frá hinum rennarunum. Eirikur Hansen á øðrum plássi var hálvan annan minutt aftanfyri, og so var aftur góður minuttur til Dánjal Dahl Ljósheim á triðjaplássi. Danin Peter Jensen var eisini væl við, og var bert 15 sekund frá bronsuni.

Hjá kvinnunum var tað aftur Rebekka Fuglø, sum sigraði. Tað var Bjørk Herup Olsen, sum gav henni størstu kappingina, men sigurin hjá Rebekku var ongantíð í vanda. Frástøðan teirra millum varð 50 sekund. Góðan hálvan minutt aftaná kom Oddvør Josephsen, sum hevði havt ein harðan tvídyst móti svensku Sarah Vallin. Oddvør  fekk tó sett heilt góða ferð á móti endanum, og endaði 15 sekund frammnafyri svensku kvinnuna.

 

Lendisrenning6 FM 2018
Bestu dreingirnir í dag: f.v: Ingi, Hans Erland og Rúni

Lendisrenning5 FM 2018
Maria Biskopstø manglar á myndini. Anna Katrina og Vibeka høvdu enn eina spennandi kapping.

Øll úrslitini síggjast her:

 urslit_fm_cross

 
 

 

 

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*