Home Nýggjastu tíðindi Fólkaheilsurenning kring landið

Fólkaheilsurenning kring landið

by Guttorm Sørensen

Tíðindaskriv:

Nú verður stóra Fólkaheilsurenningin kring landið

Kritið skógvarnar, tí nú verður aftur skipað fyri tí stóru árligu Fólkaheilsurenningini !

Í ár verður lagt til brots í Klaksvík, leygardagin tann 6. september klokkan 14:00. Runnið verður í Havn dagin eftir, sunnudagin 7. september klokkan 13:00. Lýst verður seinni, nær Fólkaheilsurenningin verður í hinum økjunum.


Hans Pauli “rennur fyri heilsuna” í Klaksvík fyrr í ár

“Eg eri ikki sørt errin av, at vit nú fimta árið á rað kunnu endurtaka frálíka tiltakið við Fólkaheilsurenningini. Eg fegnist um, at “dillan” við at renna, ganga ella bara røra seg, vindur uppá seg um alt landið”, sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum.

Endamálið við Fólkaheilsurenningini er ikki at kappast, men at geva øllum – yngri sum eldir – eitt gott og hugnaligt høvi at røra seg. Tað er sjálvsagt púrasta upp til tey luttakandi, um tey renna ella ganga teinin. Tað sum ræður um er at vera við.

“Við at skipa fyri Fólkaheilsurenning, ynskja vit at gera vart við týdningin av at liva sunt. Vit hava øll gott av at røra okkum eitt sindur, og tí vóni eg at síggja nógv fólk til renningina”, sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður.

Øll kunnu luttaka í Fólkaheilsurenningini
Tað skal vera stuttligt hjá øllum at vera við, og tí verður runnið, gingið ella grulvað á tveimum teinum, einum styttri og einum longri.  Teinarnir vera umleið 2 km og 5 km. Allir luttakarar fáa frukt og okkurt leskiligt at drekka. Harumframt fáa tey luttakandi ein endurskinsvest við prenti á til minnis um dagin.

Tilmelding
Tilmelding til renningina í Klaksvík fer fram á www.renn.fo í seinasta lagi til kl. 22.00 fríggjakvøldi ella við startin til kl. 13.45. Í Havn er møguleiki fyri at melda seg til á Torginum í SMS frá hósdag til leygardag, umframt á www.renn.fo. Í Havn skal startnummar og endurskinsvestur heintast á Torginum áðrenn leygardagin kl. 16.00 ella 1 tíma innan startin. Í Klaksvík skal startnummar og endurskinsvestur heintast millum 13.00 og 13.45 í Badmintonhøllini, har startur og mál eisini verður.

Luttøkugjaldið, sum fer óskert til feløgini, er kr. 50 fyri vaksin og kr. 20 fyri børn og skal gjaldast tá startnummar verður avheintað.

Í samband við Fólkaheilsurenningina verður skipað fyri ymsum tiltøkum, har tað ber til at fáa upplýsing og ráðgeving um heilsuna.

Tað eru Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, sum saman við feløgunum fyri frælsan ítrótt – Bragdið í Havn og Treysti í Klaksvík – ið saman við øðrum stuðlum, ið skipa fyri tiltakinum.

Meira kunning
Meira fæst at vita um renningina við at venda tykkum til Almanna- og heilsumálaráðið, telefon 30 40 50 ella á t-post ahr@ahr.fo

Almanna- og heilsumálaráðið, 29. august 2008

0 comment
0

Related Articles