Home Nýggjastu tíðindi Frælsi byrjað uppá barnavenjing

Frælsi byrjað uppá barnavenjing

by Jórunn Gudmundsen

Frælsi í Vágum, eru júst byrjað uppá barnavenjingar. Venjari hjá teimum er Sanna á Løgmansbø og hava vit sett henni nakrar spurningar.

Hví hevur tú valt, at gerast venjari hjá børnunum í Frælsinum?
Eg haldi tað er stuttligt at skipa fyri onkrum annaðleiðis enn tí, sum longu er. Vit hava hondbólt, fótbólt o.a., men eg haldi, at frælsur ítróttur er nakað sum manglar, tí frælsur ítróttur gevur børnunum møguleika at venja annað, enn liðítrótt

Hvussu ofta venja tit?
Vit venja einaferð um vikuna í 45 minuttir. Nú er hávetur, so tí venja vit inni í fimleikahøll, men annars venja vit eisini á fótbóltsvøllinum, og ætla okkum út aftur, tá várið nærkast.

Følir tú, at tit mangla eina breyt?
Ja, absolut! Vit hava ikki bestu umstøður, men tað er fínt beint nú, meðan vit eru í byrjunarfasu. Vit byggja upp nú og tá er ein vøllur, keylir og nøkur amboð nokk, til at skapa eina stuttliga venjing fyri børnini. Nú havi eg verið og hugt, meðan tey hava havt venjing á Svangaskarði og har eru sera góðar umstøður. So jú, tað hevði verið ynskiligt, og tað liggur vónandi í framtíðini.

Hvussu íðkar man frælsan ítrótt við børnum?
Nú eri eg so nýggj innanfyri júst hetta, men eg eri motorik vegleiðari og havi brúkt inspiratión frá tí. Eisini havi eg verið og vitjað á Toftum og fingið inspiratión frá teimum, og so havi eg verið á einum venjaraskeiðið, ið hevur givið mær stóran íblástur.

Sært tú fyri tær, at hetta virksemi fer at vaksa?
Ja, men tað tekur tíð at byggja upp og tað krevur nógv. Tað seinasta árið, havi eg verið einsamøll, so tað kann vera sárbart, men vit royna, at fáa fleiri fólk at traðka til. Sum man sær aðrastaðnis, so taka tey ungu ofta við og gerast venjarar, tá tey gerast eldri.  À venjaraskeiðnum sum eg var á nú, vóru fleiri blaðung fólk, so tað er gleðiligt. Tað snýr seg um at rekrutera og at fáa tey ungu at taka við, og so vóni eg, at vit klára at byggja tað upp. Børnini stuttleika, spæla og hugna sær; tað er ikki so innviklað tað heila og tað skal bara vera stuttligt hjá teimum, at koma til venjing.

Hvussu skipar tú venjingarnar?
Eg leggi venjingina til rættis ein heilan tíma í minuttum. Eg taki eisini útgangstøði í mínari motorikkútbúgving, har eg hugsi um balansu, styrki og koordinatión, og brúki eg ymisk ting, har eg arbeiði við balansuni hjá teimum, har vit koordinera høgru og vinstra, gera krossøvilsir o.s.v. Tað snýr seg ikki bara um at renna, men um at fáa allan kroppin við.

Hvussu blandar man frælsan ítrótt og spæl?
Vit eru ikki komin har til enn, at vit eru byrjað at kasta, tí børnini eru eisini so ung enn. Tó venja vit grundøvilsini, s.s at styrkja yvirkroppin. Hetta gera vit t.d við, at børnini ganga trillubøru við hvørjum øðrum, ella eg taki rullubrettir fram og so rulla tey við teimum. Hetta styrkir bæði armar og yvirkropp og kann vera gevandi, tá tey koma til “veruliga” frælsa ítróttin. Hetta er væntandi við til at fyrireika tey til tað tekniska, ið tey koma at læra, tá tey gerast eldri, men júst nú, snýr tað um at styrkja kroppin og um at hava tað stuttligt.

 

0 comment
0

Related Articles