Home Nýggjastu tíðindi GP-6 á vestanstevnu í Sørvági leygardagin

GP-6 á vestanstevnu í Sørvági leygardagin

by Hallur Holm

Leygardagin skipar Frælsi í Vágum fyri sættu stevnu-grandprix kappingini í summar. Harafturat verður bæði stuttleikarenning/motiónsrenning og barnarenning. Møtt verður við kirkjuna í Sørvági, har tilmelding og avheinting av startnummurum fer fram. Ætlanin var at skúlin skuldi vera karmur um skifting og brúsu aftaná, men vegna arbeiði í skúlanum slepst ikki inn har. Men annað høli verður tøkt leygardagin at skifta í, men tó uttan brúsu aftaná.

Skráin verður hendan:

  • kl. 10.00 – tilmelding og avheinting av startnummurum við kirkjuna
  • kl. 11.00 – allir GP-bólkar  – knappar 7 km
  • kl. 11.00 – stuttleikarennarar renna 3 km
  • kl. 11.40 – børn undir 7 ár renna uml 500 m
  • kl. 11.50 – børn undir 10 ár renna uml. 500 m
  • kl. 12.00 – børn undir 13 ár renna 1 km
  • kl. 12.00 – børn undir 17 ár renna 1 km
  • kl. 12.30 – heiðursmerkjahandan, kaffi og vafflur

Teinurin hjá teimum vaksnu er tann sami, sum fyrr er runnin í sambandi við vestanstevnu í Sørvági. Byrjað verður við kirkjuna, og runnið verður til Bíggjar, har vent verður nakað omanfyri fyrstu húsini í bygdini. Teinurin er knappar 7 kilometrar. Hinir teinarnir verða eisini runnir hálva leið vestur eftir Bíggjarvegnum, síðan verður vent og runnið heimaftur. Oyggjaleikafólkið er burturstatt hendan dagin, so hjá onkrum skuldi verið slóðað fyri góðum fongi hendan dagin – nú er at liggja framvið!

Klárt er at melda til á heimasíðuni. Stuttleikarennarar, sum renna 3 km skulu melda til á staðnum.

Eftir renningina verður heiðursmerkjahandan. Ein hugnligur kaffimuður við vafflum verður eisini at fáa.


Á vestanstenvu í 2010 var tað mest gult og blátt. Hesuferð rokna vit við at síggja nógv grønt, reytt og appelsinlitt eisini!

Øll eru vælkomin at verða við, eisini tey, sum ikki ætla at luttaka í Grand Prix.


Frælsi er til reiðar, og vónar góða undirtøku!

 

0 comment
0

Related Articles