Home Nýggjastu tíðindi Grand Prix á breyt byrjar leygardagin

Grand Prix á breyt byrjar leygardagin

by Guttorm Sørensen

Longu komandi leygardag byrjar Grand Prix kappingin á breytini, sum FÍF skipar fyri saman við feløgunum. Kappingin verður skipað á sama hátt, sum seinsta ár, tvs. tríggjar kappingar, og verða tær allar hildnar á Tórsbreyt. Í mun til undanfarin ár, so er tíðarbilið millum umførini munandi styttri nú., og verða øll trý umførini avgreidd áðrenn summarfrítíðin byrjar. Umførini verða hesi:

1. Leygardagin 25 mai. kl. 11.00 Bragdið
2. Leygardagin 8 juni kl. 11.00 Hvirlan 
3. Fríggjadagin 21. juni kl. 18.30 Treysti

Ætlanin er so at enda við “Afterparty” leygardagin 22. juni har øll heiðursmerkini eisini blíva handaði.

Leygardagin kl. 11.00 verður tað so Bragdið sum skipar fyri, og kappingarnar verða hesar:

  • Menn: 100 m, 1.000 m, trístøkk og klingrukast
  • Kvinnur: 100 m, 1.000 m, trístøkk og klingrukast
  • Dreingir 18-19 ár: 100 m, 1.000 m, trístøkk og klingrukast
  • Gentur 18-19 ár: 100 m, 1.000 m, trístøkk og klingrukast
  • Dreingir 16-17 ár: 100 m, 1.000 m, trístøkk og klingrukast
  • Gentur 16-17 ár: 100 m, 1.000 m, trístøkk, og klingrukast
  • Dreingir 14-15 ár: 100 m, 1.000 m, trístøkk og klingrukast
  • Gentur 14-15 ár: 100 m, 1.000 m, trístøkk og klingrukast
  • Dreingir 12-13 ár: 100 m, 600 m, hæddarlop og klingrukast
  • Gentur 12-13 ár: 100 m, 600 m, hæddarlop og klingrukast
  • Dreingir 10-11 ár: 100 m, 600 m, hæddarlop og bóltkast
  • Gentur 10-11 ár: 100 m, 600 m, hæddarlop og bóltkast
  • Dreingir 8-9 ár: 60 m, 600 m, longdarlop og bóltkast
  • Gentur 8-9 ár: 60 m, 600 m, longdarlop og bóltkast
  • Børn 5-7 ár: 60 m

Aftur í ár verða tey vaksnu ein partur av Grand Prix’num. Kappingarhátturin er skipaður á sama hátt, soleiðis at hvør aldursbólkur hevur fýra ymiskar kappingar: spurt, miðtein, kast og lop. Stigaskipanin verður óbroytt, og aftur í ár verður tað soleiðis, at nr. 1 í hvørji kapping fær 10 stig, nr. 2 fær 9 stig o.s.fr. Og tað verður tann sum hevur flest stig eftir tey trý umførini, sum gerst samlaður vinnari. Og øll trý umførini telja við. Tey allarminstu – 5-7 ár – sleppa eisini at royna seg í einari kapping hvørja ferð. Hetta er tó uttan fyri Grand Prix’ið.

Tað er klárt at melda til kappingarnar her á síðuni.

Seinasta freist at melda til er týskvøldið 21.mei kl. 24.00. Ongin tilmelding verður eftir hetta. Heldur ikki á staðnum!

1 comment
0

Related Articles

1 comment

Natasja Anjudóttir 20.05.13 - 21:37

Fødd 25.01.03 og venur við Hvirluni

Comments are closed.