Home Nýggjastu tíðindi Grand Prix finalan byrjar í kvøld kl. 18.00

Grand Prix finalan byrjar í kvøld kl. 18.00

by Hallur Holm

Í kvøld fer Hvirlan saman við FÍF at skipa fyri stóru og avgerandi Grand Prix finaluni fyri børn og ung á Tórsbreyt í Havn. Hetta er triðja og seinasta kappingin í summar, og hon verður eisini tann við flestu luttakarum. Í kvøld fara vit at kappast í 6 kappingargreinum. Í spurti, har 63 hava meldað til, á miðteinum við 44 luttakarum, í bóltkasti við 33, í diskoskasti við 30, í trístøkki við 31 og í longdarlopi við 33 tilmeldingum.

Yr.no lovar gott veður í annaðkvøld. Turrveður, og eisini er líkt til at sólin fer at kaga fram. DMI eru ikki so bjartskygdir, men teir siga minni vind og møguligt turrveður út á kvøldið. So vit vóna tað besta. Best er at hava nóg mikið av klæðum við. Kvøldið er langt, so eisini er skilagott at hava okkurt til matna, sum man kann njóta millum kappingarnar.

Tað verða nógv heiðursmerki at býta út. 6 aldursflokkar, tvey kyn og 4 kappingarsløg geva í alt 48 kappingar. Vit fara eftir førimuni at handa heiðursmerki leypandi, men størsti parturin verður nokk handaður eftir dystarlok. Tí kann væntast at klokkan gerst 21.30 áðrenn alt er leyst og liðugt.

Tí er sera umráðandi at øll – bæði íðkarar og ikki minst hjálparfólkini –  møta í góðari tíð, so at kappingarnar kunnu byrja rættstundis kl. 18.00. Tíðarætlanin kann útskrivast her á síðuni, og kemur eisini at hanga á uppslagstalvuni við breytina. Gott hevði verið, um foredrini hjálptu børnunum at vera klár á røttum staði til rætta tíð.

Tak tíðarætlanina niður (pdf)

Síggjast á Tórsbreyt!

1 comment
0

Related Articles

1 comment

Annika 24.08.09 - 16:00

Kunnu tit ikki leggja endaligu úrslitini frá Grand Prix fyri børn út?

Comments are closed.