Home Nýggjastu tíðindi Grand Prix fyri vaksin byrjar á Norðoyastevnu

Grand Prix fyri vaksin byrjar á Norðoyastevnu

by Hallur Holm

Nú summarstevnurnar standa fyri durum, verður eisini farið undir árligu Grand Prix kappingina hjá teimum vaksnu og 1. umfar verður á Norðoyastevnu í Klaksvík leygardagin, har eisini barnarenning verður á skránni.  

Aftur í ár verða seks umfør. Hinar kappingarnar verða á Fjarðastevnu á Skála 12. juni (fríggjakvøld), á Sundalagsstevnu í Kollafirði 20. juni, á Eystanstevnu í Runavík 7. juli (týskvøld), á Vestanstevnu í Sandavági 10. juli (fríggjakvøld) og á Ólavssøku 27. juli (mánakvøld). Fyri at telja við í samlaðu kappingini skal hvør luttakari vera við í minst fýra kappingum.

Kappast verður í trimum bólkum hjá monnum og kvinnum. Opin bólkur, veteranar og superveteranar. Hvussu bólkarnir verða flokkaðir sæst undir reglur á forsíðuni. Stigaskipanin, sum vanliga hevur verið nýtt til summar Grand Prixið sæst eisini har, og vert er at bíta merki í, at tað verða  givin 3 bonusstig fyri 5 kappingar og 5 bonusstig, um luttakari hevur verið við í øllum seks kappingunum.

Renningin á Norðoyastevnu byrjar kl. 12.00. Teinurin er 5 km, og er á somu rutu, sum hann hevur verið seinnu árini. Tá tey vaksnu er liðug byrjar barnarenningin. Tilmelding er løgd klár á tilmeldingarsíðuni, og skal hetta verða avgreitt fríggjakvøldið kl. 22.00. Kostnaðurin er kr. 50  fyri vaksin og kr. 20 fyri børn. Við tilmelding á staðnum verða lagdar kr. 20 omaná kostnaðin.

Meira er at lesa á www.treysti.fo

0 comment
0

Related Articles