Home Nýggjastu tíðindi Gudmundur og Bjørk vunnu ólavsøkuna + ÚRSLIT

Gudmundur og Bjørk vunnu ólavsøkuna + ÚRSLIT

by Hallur Holm

Hóast ein væl rennandi Valborg Heinesen var møtt til ólavsøkurenningina í gjár, so var tað kortini sum so ofta fyrr Bjørk Herup Olsen, sum var størsti favoritturin at stinga av við ólavsøkusteypinum. Verri var at meta um hjá monnunum. Heilir fimm fyrrverandi vinnarar stóðu á gongubreytini sum áskoðarar. Absalon Hansen, Guttorm Sørensen, Bogi Lenvig, Hallur Holm og vinnarin í fjør, Marnar Djurhuus høvdu av ymsum ávum ikki teknað luttøku til renningina.


Starturin júst skotin í gongd

Kortini vóru tveir fyrrverandi vinnarar á startinum. Sam Vang og Andrias Hansen. Sam hevur havt fallandi form seinastu tíðina  og ógjørligt var at meta um styrkina hjá Andriasi. Hann hevur næstan ikki verið í kapping hetta seinasta árið, men rann tó eitt rættiliga gott maraton í Keypmannahavn. So tað bleiv skeitt eitt sindur til hansara undan startinum.  Eisini var sera ilt at meta um styrkina hjá Gudmundi Joensen. Var hann í góðum renniformi, er lítið at ivast í, at hann var størsti favoritturin hendan dagin. Men við einum ironman og einum Effo-Føroyar í beinunum, kundi onkur mistonk hann fyri at vera eitt sindur troyttan. Og so var tað æviga ungi Henry Olsen. Hann hevur víst stóra styrki tey bæði seinastu árini, og til FM kundi hann næstan líka væl vunnið gull ístaðin fyri silvur á 5.000 m.  Aðrir out-sidarar vóur teir gulu Marnar Pattinson, Einar Gregersen og Jan Elmar Sørensen.


Hesir garparnir lógu allir uppá lúr eftir sigrinum. Fremstur Henry Olsen, síðani Sam Vang, Jan Elmar Sørensen og Marnar Pattinson.

Um onkur hevði ivast, um Gudmundur var troyttur, fekk hann skjótt svar. Tí longu á fyrsta umfarinum gjørdi hann hol í sjógvin og legði seg einar 50 metrar fram um hinar biðlarnar. Her vóru tað Sam, Pattinson, Henry og Jan Elmar, sum stríddust. Skjótt var eisini Henry leysur frá hinum, og hann var maðurin, sum skuldi jaga Gudmund. Á øðrum umfari tók Henry nakað inn á hann, men so støðgaði upp. Fjarstøðan teirra millum var stórt søð støðug seinastu trý umførini. Sam fekk eisini strítt seg undan Jan Elmari og Marner Pattinson, meðan Andrias Hansen veruliga gjørdi einn vørr móti endanum, har hann fór fram við báðum teimum gulu, og endaði á fjórða plássi ikki so langt aftan fyri Sam Vang.


Gudmundur Joensen fremstur frá byrjan til enda.

Tað gjørdist ongantíð spenningur um fremstu plássini í kvinnukappingini. Bjørk var klárt fremst nærum beinanvegin. Valborg Heinesen var eisini beinanvegin væl frammanfyri Borgarhjørt Holm á triðja plássi. B jørk endaði umleið minuttin frammanfyri Valborg, sum var umleið ein hálvan minutt frammanfyri Borgarhjørt.


Bjørk vann enn ein ólavsøkusigur. Her er hon avmyndað áðrenn startin saman við sínum fyrsta venjara, Súna Jacobsen

Úrslitini eru ikki tøk enn. Tey verða kunngjørd á síðuni hjá Bragdinum skjótast gjørligt. Bragdið brúkti nýggja tíðtøkuskipan til ólavsøkurenningina. Hetta er tann nógv brúkta chip-skipanin, har rennarin fær eitt chip um lissurnar. Tá rennarin kemur á mál, stígur hann á eina máttu, sum lesur tíð og navn inn á telduna.  Tað er Bragdið, sum sjálvt hevur útvegað sær hesa skipan, sum teir hava ynskt sær í nógv nógv ár.

Um veðrið kann sigast, at betri renniveður finnur tú neyvan nakrastaðni. Men hetta var so bara galdandi meðan  tey vaksnu runnu. Tí undir barnarenningini fór at regna. Meira og meira. Og ta einu løtuna var satt glopraregn, so menn høvdu úr at gera við at bjarga øllum teknikkinum og sær sjálvum við. Men allar renningarnar blivu avgreiddar, og steyp og heiðursmerki vórðu handað inni í goymsluni hjá Valdemar Lutzen.


Tað gjørdist heldur vátt undir barnarenningini. Men sum sæst, so nervaði hetta ikki offurviljan.

Fleiri myndir eru at finna í myndasavninum hjá Bragdinum her: http://www.bragdid.fo/?page_id=1935&album=11&gallery=113&nggpage=7 og myndasavninum hjá Treysti her: Ólavsøkurenning 2012

Hvirlan hevur eisini myndir frá ólavsøkurenningini her: http://www.hvirlan.fo/?page_id=4718&album=7&gallery=170

 Úrslit frá Ólavsøkurenningini eru í .pdf her: Úrslit Olavsøka 2012

1 comment
0

Related Articles

1 comment

Heri Ziska 28.07.12 - 21:06

tað eru eisini myndir í myndasavninum hjá Hvirluni: http://www.hvirlan.fo/?page_id=4718&album=7&gallery=170

Comments are closed.