Home Nýggjastu tíðindi Gutti gjørdist føroyameistari í hálvmarathon

Gutti gjørdist føroyameistari í hálvmarathon

by Sølvi Reinert Hansen

Tað luttóku 35 fólk í rennikappingini í hálvmarathon á 21,1 km, sum Bragdið skipaði fyri leygardagin. 29 menn og 6 kvinnur. Veðrið var av tí besta, lítið lot lágt.


Gutti (hm) og Borgar (vm) vunnu bólkarnar hjá monnum og veteranum

Favoritturin hjá monnunum, Guttorm Sørensen, legði seg á odda beinanvegin, og rann á mál sum tryggur vinnari við tíðini 1 tíma 14 min. og 40 sek. og einum villmanna rópi afturvið.

Næstur á mál varð Andrias Hansen við tíðini 1.16,53, eitt flott avrik. 3. maður á mál varð Henry Olsen, í harðari kapping við Eirik Hansen, sum eftir ein góðan innsats mátti lúta fyri rutinuni hjá Henry. Teir runnu teinin uppá ávíkavist 1.20,03 og 1.20,13.

Kappingina um fyrsta plássið hjá kvinnunum, stóð millum Árnu Helmsdal og Fridu Poulsen, Árna vísti seg at verða tann skjótara, og kom hon á mál 1 min. og 12 sek. áðrenn Frida. Tíðirnar vóru 1.48,27 og 1.49,39. Karin Kirke kom á mál sum nr. 3 við tíðini 1.55,42.

Kappingina hjá veteranum vann Borgar Biskupstø úr Treysti við tíðini 1.21,15, frammanfyri Absalon Hansen. Triður á mál varð Hákun Djurhuus. Majbritt Vestergaard vann hjá kvinnunum.

Super veteranurin Óli Olsen livir framvegis upp til heiti “super veteranur”; hann vann sína kapping við imponerandi tíðini 1 tími 30 min. og 36 sek.

Øll úrslitini eru at síggja her (60 kb pdf).

Myndir eru í myndasavninum.

0 comment
0

Related Articles