Home Nýggjastu tíðindi Gutti og Fríðunn vunnu á Vestanstevnu

Gutti og Fríðunn vunnu á Vestanstevnu

by Hallur Holm

Á middegi leygardagin 12. juli á Vestanstevnu í Miðvági skipaði Frælsi fyri 5. umfari í Grand Prix kappingini fyri vaksin. Líkindini at renna vóru av teimum allarbestu, tí tað var stilli, yvirskýggjað og lýtt. Teinurin, sum var 7 kilometrar, var ein hørð ruta við nógvari brekku, men tað gjørdi eisini tað at rennararnir fingu seg royndar á ein øðrvísi hátt.

Hjá monnunum var tað enn einaferð Guttorm Sørensen, sum vann, menn hesaferð í harðari kapping við Regin Zachariasen. Guttorm legði seg greitt á odda frá byrjan, men tá teir høvdu runnið 5 kilometrar var Regin beint í hølunum á honum, og ikki fyrr enn teir seinastu metrarnar eydnaðist tað Guttormi at renna frá Regini. Hallur Holm, sum hevur gjørt “comeback” í summar gjørdist hesaferð nummar trý og hevur otað seg eitt pláss longur fram fyri hvørja kapping, so spennandi verður at síggja um hann megnar at blíva nummar tvey á Ólavsøku.

Í samlaðu Grand Prix kappingini liggur Guttorm nú trygt á odda, eftir at hann hevur vunnið fýra tey seinastu umførini. So trygt, at hann  nú longu undan Ólavøkuni hevur vunnið kappingina við 160 stigum. Harafturímóti er kappingin um annað og triðja plássið sera spennandi, og stendur hon millum Regin Zachariasen, sum hevur 120 stig eftir fýra umfør, Jóan Karl Joensen, sum hevur 94 stig eftir trý umfør og Sam Vang, sum hevur fingið 90 stig eftir trý umfør.

Hjá kvinnunum var tað Fríðunn Steinberg, sum vann frammanfyri Borgarhjørt Holm og Rannvu Djurholm. Í samlaðu Grand Prix kappingini er Fríðunn á odda við 154 stigum eftir fýra umfør, meðan Rannvá á øðrum plássi hevur 144 stig eftir fýra umfør. Karin K. Petersen liggur nummar trý við 94 stigum eftir trý umfør.

Hjá monnum 45+ gjørdist Regin Zachariasen vinnari frammanfyri Absalon Hansen. Hesir báðir liggja eisini ávikavist nummar eitt og tvey í Grand Prix kappingini og hevur Regin longu nú vunnið kappingina við 160 stigum fyri fýra umfør, meðan Absalon hevur 132 stig fyri fýra umfør.

Hjá monnum 55+vann Jens Weihe úr Sørvági. Í Grand Prix kappingini liggur Krisjan Christiansen á odda við 120 stigum fyri trý umfør, meðan Harry Hansen á øðrum plássi hevur 102 stig fyri trý umfør.

Úrslitini frá Vestanstevnu (vaksin og børn) eru at finna her (pdf).

Samlaða støðan í Grand Prix Vaksin 2008 er at finna her (pdf). 

Seinasta umfar í Grand Prix fyri vaksin í 2008 verður á Ólavsøku 27. juli.

0 comment
0

Related Articles