Home Nýggjastu tíðindi Hálvt maraton bleiv til hált maraton

Hálvt maraton bleiv til hált maraton

by Hallur Holm

Hóast trý hitastig vóru í luftini, vildi hálkan ikki reiðiliga sleppa takinum á asfaltinum inni í Eysturoynni leygarmorgunin, tá Nýggjárshálvmaraton varð runnið fyri 14. ferð. Eitt sindur ymiskt var, hvussu teir ymisku rennararnir vórðu darvaðir av hálkuni, men eftir stendur tó, at flestu rennararnir runnu góðar tíðir.


Frá startinum millum Fjarða

At avlýst kappingina leygarmorgunin hevði verið ótrúliga harmiligt, tí veðrið var framúr gott til renning. Turt og lítið lot av útnyrðingi vestan. Og væntandi høvdu flestu av luttakarunum runnið sær ein túr kortini hendan dagin? Í øllum førum fingu yvir 80 rennarar ein góðan rennitúr og eina góða kapping.


Tað kavaði nakað í byrjanini, men annars bilti ikki (mynd: Gunnar Johannesen, Roysnið)

Spenning um fremstu plássini fingu vit hvørki hjá monnun ella hjá kvinnum. Sam Vang og Rigmor N. Arge vístu tíðliga, at “har var einki at gera”. Hinvegin var stórur spenningur um næstu plássini. Hjá kvinnunum komu fýra tær næstu á mál innanfyri ein minutt. Duruta R. á Lofti á øðrum plássi beint framman fyri Beintu Hoydal Joensen, Helenu Dahl Olsen og Ann Thomsen. Eisini teir, ið Sam fór undan, runnu leingi saman. Hallur Holm, Martin Gravesern, Niels Poulsen, Regin Zachariasen og Einar Gregersen fylgdust einar sjey kilometrar. Síðani slitnaði spakuliga, og teir komu á mál í nevndu raðfylgju.


Sam Vang fór skjótt frá hinum, og lat ongan iva vera um sigurin (mynd: Gunnar Johannesen, Roysnið)


Hinir mugu so bara býta rovini. Regin, Martin (fjaldur) Einar, Hallur og Niels (mynd: Gunnar Johannesen, Roysnið

Tá kappingarteinarnir eru langir, eru eldru ættarliðini væl umboðað í fremra endanum, og so var eisini í dag. Hjá monnunum komu fimm veteranar og ein superveteranur í topp tíggju. Og hetta hóast so frægir rennarar sum Henry Olsen og Guttorm Sørensen í evstu løtu mátti geva avboð til kappingina. Hallur Holm vann frammanfyri  danan Martin Gravesen. Regin Zachariassen, sum næsta ár verður superveteranur, rann sera væl og gjørdist nummar trý. Superveteranarnar vann – ja, gita hvør – Jens R. Weihe. Rani Nolsløe tók silvurmerkið frammanfyri Pól Sundskarð, sum fekk bronsu.


Tær bláu fáa ikki bilbukt við Rigmor N. Arge, sum enn einaferð vann Nýggjárshálvmaraton. T.v. Duruta og t.h. Beinta


Nýtt og gott gamalt á sigurspallinum. F.v.: Rani, Jens og Pól (mynd: Gunnar Johannesen, Roysnið)

Eisini hjá kvinnunum stóðu veteranarnir seg væl. Tær báðar fremstu vóru tær somu sum í opna bólkinum. Her var tað Ann Thomsen, sum kom inn á triðja plássið. Bert ein kvinna var við í kappingini hjá superveteranum við kvinnum, og var tað Jessie Hansen, sum fór avstað við gullinum.

Enn einaferð var metstór luttøka til Nýggjárshálvmaraton. Heilir 84 rennarar møttu upp til startin, og hóast mannfall var á leiðini út á Toftakai, komu 81 rennarar gjøgnum málportalin.

Úrslit Nýggjárshálvmaraton 2015

0 comment
0

Related Articles