Home Nýggjastu tíðindi Heimsmeistari vitjar Føroyar

Heimsmeistari vitjar Føroyar

by Hallur Holm

Seinastu vikurnar hava vit havt ein spennandi gest í Føroyum. Nú eru flestu menniskju spennandi á onkran hátt, men fyri rennarar er hetta sera áhugaverdur gestur. Ein leygarmorgun eg var og vandi lendisrenning í Hoydølum, kemur ung kvinna í kovboybuksum og ulpu við nógvari ferð rennandi móti mær. Kendi ikki rennilagið, men ógvaðist við nógvu ferðina og lætta kropsburðin. Hvør var hetta? Jú, unga kvinnan sigur hvør hon er, og er altrá eftir at vita, um ikki okkurt rennifelag er í býnum.

Hon greiddi frá, at hon er vitarennari (orienteringsrennari) og at henni dámar allarbest at renna úti í náttúruni, burtur frá asfaltinum. Eg greiddi henni frá um Bragdið og Hvirluna, og peikaði út til Nólsoyar, og segði at hagar kundi man sigla og renna suður á Borðuna. Týsdagin eftir møtti hon til felagsvenjing hjá Bragdinum, har hon rann alt um koll. Bæði menn og kvinnur. Aftaná fortaldi hon, at hon hevði verið í Nólsoy sunnudagin fyri, og at ódnarveðrið suðuri á Borðuni nærum tók beinini undan henni. Leygardagin eftir var FM í lendisrenning, og her vísti hon veruliga, hvør dugur er í henni. Av øllum luttakarunum var tað bert Marnar Djurhuus, sum kláraði at vinna á henni. Av sonnum eitt konubrot!


Lendisrenning og VK5 í Hoydølum. Bert Marnar Djurhuus kláraði Emmu

Men hvør er Emma Klingenberg? Guglar tú navnið, sæst beinanvegin, at hon ikki er hvør sum helst. Hon hevur seinnu árini verið millum heimsins bestu vitarennarar. Gjøgnumbrotið kom í 2008, tá hon eitt sindur óvæntað gjørdist juniorheimsmeistari á spurtteininum. Síðani tá hevur hon vunnið tvær World Cup kappingar, og er annars fastur fúsur í topp 10. Í 2013 vann hon DM bæði á langa og stutta teininum, og tá árið var liðugt, var hon eisini kjósað til ársins vitarennara í Danmark. Mál hennara fyri 2014 er eitt heiðursmerki til HM, sum verður í heyst. Bestu úrslit higartil í HM eru eitt 6. og eitt 7. pláss.


Kort, kumpass, kláran heila og fulla ferð – Emma kundi ikki droymt um at runnið annað enn vitarenning

21 ára gamla Emma er elst av fýra systkjum við sera lítlum aldursmuni. Tey eru uppvaksin í Assens á Fyn. Bæði mamman, sum er norðurírsk, pápin og øll systkini renna vitarenning, og hava tey umboðað felagið Faaborg OK. Lítlasystirin er eins og Emma sjálv sera gávurík, og er eisini á donskum unglandsliði. Eftir studentaskúlan flutti Emma til Århus at renna við besta, og eitt av størstu feløgunum í Danmark, OK Pan. Hon býr tætt við skógin, har hon venur, og eisini er stutt til Team Danmark sentrið, har hon eftir tørvi kann leita sær ráðgeving og viðgerð fyri hvat sum helst. Emma er nevnliga komin undir veingjabreiði Team Danmarkar. Hetta í hennara stremban at røkka enn hægri í heimselituna. Heilt uppá toppin.


Í World Cup er Emma millum tær heilt stinnu.

Vitarenning er býtt sundur í tríggjar greinar. Spurt, millum og langtein. Spurtur fer vanliga fram í býarumhvørvi, og varar umleið 15 minuttir. Tað er her Emma hevur víst so stór evni, og hevur fingið bestu úrslitini. Men alskurin er tó til longu teinarnar í skógunum. Og nú er tíðin komin at flyta einaferð enn. Svensku skógirnir og elituumhvørvið kring Stokkhólm eru ein sjálvsagdur partur av víðarimenning. Málið er eitt heiðursmerki til næsta HM, sum verður einaferð í heyst.

Vit sum dagliga fáast við renning, hugsa nógv um kilometrar og tíðir. Men tað gera vitarennarar ikki. Eg spurdi Emmu um hennara bestu tíð á 10 kilometrum, men tað visti hon av góðum grundum ikki. Hevði snøgt sagt onga 10 km tíð! Men á heysti ár 2011, var hon til testrenning á 5.000 metrum, og her gjørdist úrslit hennara 16.51 min!!

Slík úrslit koma ikki av sær sjálvum, heldur ikki, hóast talentið er so lýsandi. Venjing, venjing og aftur venjing er gerandiskosturin hjá Emmu. Mánadag til fríggjadag venur hon tvær ferðir dagliga, og vikuskiftini fara antin til kappingar ella til venjingarlegur við landsliðnum ella við felagsliðnum. Hóast nógv orka verður løgd í styrkivenjing, er kortini trupult at sleppa undan skaðum. Eins og flestu aðrir topprennarar hevur eisini Emma verið ígjøgnum drúgvar skaðaløtur. Gjøgnum eitt heilt ár hevði hon álvarssamar trupulleikar av bruna í hælssinuni. Bruni í skinnabeininum hevur eisini gjørt um seg, og á várið 2012 fekk hon so eisini eitt troyttheitsbrot í fótin.


Emma kemur á mál sum nr. 1 í heimsins størstu o-stafett, JUKOLA í Finlandi. Liðfelagarnir sigurssælir í hølunum á henni

Emma leggur dent á, at alternativ venjing í skaðatíðini er alt avgerandi. Hon hevur súkklað, aquajoggað, svomið og staðið á crosstrainaranum til tað heilt stóra gullmerkið. Hon sigur, at eftir brotið í fótinum eftir seks vikur varð lekt, var tað sum hon var í minst líka góðum formi sum frammanundan.

Eftir seks vikur í starvsvening í skúlanum á Argjahamri, fer Emma aftur til Danmarkar mikudagin. Í viðførinum hevur hon eina ørgrynnu av upplivingum úr føroysku náttúruni. Hon hevur runnið út á Borðuna, millum Saksun og Tjørnuvík, gingið úr Bø til Gásadals, vitjað Kunoynna og hildið vikuskifti í Mykinesi. Við føroyskari mold í skónum og undir neglini fer Emma avstað, men Emma lovar, at hon skal aftur til Føroya at vitja. Føroyar eru ein vin ríkari.


Emma er fallin pladask fyri føroysku fjøllunum. Her á veg oman til Gásadals

0 comment
0

Related Articles