Rigmor og Hallur vunnu í illveðrinum

Skrivað hevur

Tað var ikki frá góðu síðuni, at veðurguðarnir vístu seg, tá Hvirlan fyriskipaði Kerjarenningina, har 2. umfar av Vetrarkappingini eisini var partur av skránni. Og lagt var upp til sera spennandi kapping hjá monnunum. Sam rann sera væl Runt Agnið og var aftur í dag favorittur at vinna. Til dagsins kapping var nýtt sterkt navn á startlistanum. Danin Martin Gravesen er komin til Føroya at arbeiða, og er ein sterkur rennari. Fleiri væntaðu, at hann kundi taka dystin upp við teir bestu. Meira um hesa kappingina um eina løtu.

Størstu ferðina niðan brekkuna frá Hotel Føroyum hevði Roysnadrongurin Rúni Skarðhamar. Dreingirnir og genturnar skuldu bert renna 1,5 km, so tað var bara at koyra á.  Tað sást á øllum brøgdum, at Rúni ætlaði sær at vinna. Hann fekk eisini lagt sjógv aftur til hinar dreingirnar. Men hvørki vinnarin seinast, Gunnar Sivertsen og ei heldur Niklas Kruse vildu lata Rúna sleppa alt ov lætt, og herjaðu á at elta. Rúni legði kanska í so bragdliga fyri, tí tá hann kom aftur á ríðibreytina tók hann at møðast, og Niklas Kruse hevði nú veruliga sett ferðina upp. Endin var eisini at Niklas Kruse vann, 4 sekund framman fyri Rúna. Gunnar fylgdi væl við allan vegin, og var stutt aftanfyri á triðja plássi. Hjá gentunum legði Oddvør Josephsen harðast út, og fekk skjótt eitt hol aftur til Mariu Biskopstø, sum vann seinast. Hetta holið megnaði Maria ikki at tippa, og Oddvør vann sín fyrsta VK-sigur hendan veturin bert fimm sekund frammanfyri Mariu á øðrum plássi. Eins og Runt Agnið gjørdist talan um ein Tripp Trapp Treysti, tí aftur hesuferð var tað Elin Kristian Ryan, sum gjørdist nummar trý.


Tríggir sera evnaríkir rennarar: F.v.: Rúni Skarðhamar, Niklas Kruse og Gunnar Sivertsen. (mynd: Hvirlan)

Ávegis móti gamla ruskovninum, sum tíbetur ikki er har meira, hevði Sam Vang lagt seg einsamallan á odda, við Henry Olsen á øðrum, Halli Holm á triðja, Jan Elmar á fjórða og dananum Martin Gravesen á fimta. Runt gamla ruskplássið og niðan á aftur, har brennistøðin stóð, bar tað soleiðis á, at hesir fýra seinast nevndu allir komu at liggja saman. Í mótvindinum fingu teir so arbeitt seg fram á Sam, sum lá og stríddist einsamallur í nógva mótvindinum. Tá teir fingu Sam aftur, var danin dragnaður nakað, men hinir fýra fóru púra javnir fram við fjósunum og niðan í brøttu brekkuna. Her mátti Henry sleppa. Og so við spentar ál oman brekkurna móti ríðibreytini. Hallur var fyrstur niðan á breytina, kanska 20 metrar frammanfyri Sam og Jan Elmar. Her misti Sam takið, meðan Jan Elmar elti Hall hart allan vegin til málstrikuna, har bert eitt sekund var millum teirra. Sam helt fast um triðja plássið, hóast Henry kom nakað tætt móti endanum. Eisini Martin Gravesen kom væl við móti endanum, og var stutt aftanfyri.


Jan Elmar elti Hall heilt á málstrikuna í sera spennandi kapping, har tað leingi vóru fimm menn í harðari kapping. Runt Agnið gjørdust teir nummar 4 og 7. Um tað var veðrið ella teinurin, sum vendi alt á høvdið, er ilt at meta um (mynd: Hvirlan)

Tað sær spennandi út við unglingunum í ár. Seinast kláraði Teitur Bjarnastein at kroysta seg í topp trý, men hesuferð blivu fremstu mansunglingarnir nummar 6, 7 og 9. Teitur á sætta plássi legði sera varliga fyri í dag, og áðrenn hann veruliga kom í gongd, vóru hinir farnir alt ov langt undan. Julian Gregersen rann seg tvey pláss fram í mun til seinast, og hesin 16 ára gamli gjørdist nummar sjey. Rúni Seloy hevur latið blóð síðani seinastu kapping, og legði tí ikki ov nógv fyri, men rann seg kortini til eitt níggjunda pláss. Sum vit hava sæð, kann nógv henda, og næstu kapping, tá teinurin er eitt sindur styttri, kunnu hesir tríggir lættliga gerast partur í oddastríðnum.

Seinastu kapping var Valborg Heinesen komin heim at renna, og til hesa kappingina hevði hin føroyski stórrennarin í Danmark, Marna Egholm, boðað frá luttøku. Hon mátti tó kortini til arbeiðis og mátti soleiðis melda avboð. Hon hevur tó ætlanir um at koma heim at renna triðja umfar av VK. Durutua á Lofti hevði eisini meldað avboð til kappingina í dag, so tað var enn einaferð Rigmor N. Arge, sum á pappírinum sá út til at vera dagsins skjótasta kvinna. Rigmor livdi eisini upp til vónirnar, og vann ein hampuliga tryggan sigur, lítlan minutt framman fyri Beintu Hoydal Joensen, sum aftur var góðar tveir minuttir framman fyri Birnu Mohr Joensen á triðja plássi. Á heimavøllinum gjørdi Hvirlan so eitt gott hál í dag, tá hugsað verður um liðkappingina, tí umframt nummar eitt og trý, áttu tær eisini nummar fimm og sjey.


Ein væl innballað Rigmor kundi leggja enn ein sigur afturat mongum mongum øðrum.

Veterankappingina hjá monnum vann Hallur Holm, Henry Olsen nummar tvey og Martin Gravesen nummmar trý. Rigmor N. Arge vann eisini veterankappingina hjá kvinnunum. Her var Astrid Joensen numma tvey og Adelaid Kirke nummar trý.

Jens R. Weihe vann enn einfaferð hjá superveteranunum. Kári Simonsen var nummar tvey og Bent H. Jakobsen nummar trý. Hjá kvinnunum endurtók Sunneva Olsen sigurin frá seinast, og Jóngerð Herup Høgnesen bleiv nummar tvey.

At enda skulu vit takka Hvirluni fyri stak góða fyriskipan. Tað er ein fragd at síggja tey møta so mannsterk við so nógvum hjálparfólki. Heita sjokolátamjólkin mundi eisini koma væl við hjá teimum flestu, eftir langa løtu í vindi og regni.

Triðja umfar av TF Vetrarkappingini verður 6. desember úti á Argjum, har nýggjur teinur verður royndur. Meira um hesa kappingina seinni.

Skrivað hevur Hallur Holm

Myndir frá renningin eru at finna í myndasavninum hjá Hvirluni. Leinkja er her: Náttúrurenning við Kerjar 2014

Øll úrslitini frá TF VK-2 Náttúrurenning við Kerjar finnast her niðanfyri.

 

Úrslit TF VK-2 Kerjarenning 22. november 2014 kl. 13.00
Nr. Tíð Dreingir (1999-2003) – 1,5 km
1 5.39 Niklas Kruse 1999 Bragdið
2 5.43 Rúni Skarðhamar 1999 Roysnið
3 5.58 Gunnar Sivertsen 1999 Treysti
4 6.21 Steintór Egholm 2000 Bragdið
5 6.40 Hans Erland Thomsen 2003 Bragdið
6 6.58 Ingi Johannessen 2002 Roysnið
7 7.05 Hans Sivertsen 2001 Treysti
8 7.14 Hugin Jacobsen 2002 Bragdið
9 7.59 Elias Thorsteinsson 2001 Hvirlan
10 8.03 Jónhard á Regni 2001 Roysnið
 –
Nr. Tíð Gentur (1999-2003) – 1,5 km
1 06:24 Oddvør Josephsen 2001 Treysti
2 06:29 Maria Biskopstø 2002 Treysti
3 07:19 Elin Kristina Ryan 2000 Treysti
4 07:43 Unna Ró Jacobsen 2002 Bragdið
5 07:46 Birita Ryan 2002 Treysti
6 08:08 Urd Reginsdóttir á Lofti 2001 Bragdið
7 08:12 Hanna F. Johannesen 2001 Roysnið
8 10:20 Marta Jopsephsen 1999 Treysti
 –
Nr. Tíð Mansunglingar (1994-1998) – 10,5 km
1 42.30 Teitur Bjarnastein Jacobsen 1997 Bragdið
2 43.13 Julian Gregersen 1998 Treysti
3 44.26 Rúni Seloy 1994 Bragdið
4 48.11 Steingrímur Halson 1997 Bragdið
5 48.40 Jákup Dahl Ljósheim 1998 Hvirlan
 –
Nr. Tíð Kvinnur opin bólkur (-1998) – 10,5 km
1 49.37 Rigmor N. Arge 1969 Hvirlan
2 50.28 Beinta H. Joensen 1971 Bragdið
3 52.47 Birna Mohr Joensen 1970 Hvirlan
4 54.29 Astrid Joensen 1967 Roysnið
5 57.14 Adelaid Kirke 1968 Hvirlan
6 58.42 Ingun Sørensen 1971 Treysti
7 59.15 Birna Abrahamsen 1970 Hvirlan
8 59.21 Dagmar Clothier 1972 Bragdið
9 59.23 Eydna Weihe 1969 Bragdið
10 59.27 Hallbjørg Danielsen 1973 Roysnið
11 60.03 Laila Jacobsen 1962 Frælsi
12 60.05 Anna Maria Seloy 1964 Bragdið
13 60.57 Julianna Frederiksberg 1967 Roysnið
14 61.00 Eydna Petersen 1973 Onki felag
15 62.50 Sunneva Olsen 1959 Bragdið
16 63.17 Súsanna Lydersen 1978 Treysti
17 63.30 Elin í Haraldstovu 1961 Bragdið
18 63.43 Heidi Jógvansdóttir 1972 Bragdið
19 64.25 Anna Sofía Eysturoy 1963 Bragdið
20 65.40 Karin Maria Isaksen 1963 Bragdið
21 65.56 Tina Kruse Dam 1977 Bragdið
22 66.58 Ruth Winther 1968 Bragdið
23 67.14 Eileen Matras 1971 Treysti
24 67.25 Jóngerð Herup Høgnesen 1948 Bragdið
25 68.45 Jóhanna Vang 1964 Bragdið
26 68.54 Maria Biskopstø 1965 Bragdið
 – dns Jónrit Dalsgaard 1974 Bragdið
 – dns Marna Egholm 1981 Bragdið
 – dns Susie Bech 1977 Onki felag
 –
Nr. Tíð Kvinnur veteranar (1960-1969) – 10,5 km
1 49.37 Rigmor N Arge 1969 Hvirlan
2 54.29 Astrid Joensen 1967 Roysnið
3 57.14 Adelaid Kirke 1968 Hvirlan
4 59.23 Eydna Weihe 1969 Bragdið
5 60.03 Laila Jacobsen 1962 Frælsi
6 60.05 Anna Maria Seloy 1964 Bragdið
7 60.57 Julianna Frederiksberg 1967 Roysnið
8 63.30 Elin í Haraldstovu 1961 Bragdið
9 64.25 Anna Sofía Eysturoy 1963 Bragdið
10 65.40 Karin Maria Isaksen 1963 Bragdið
11 66.58 Ruth Winther 1968 Bragdið
12 68.45 Jóhanna Vang 1964 Bragdið
13 68.54 Maria Biskopstø 1965 Bragdið
 –
Nr. Tíð Kvinnur superveteranar (-1959) – 10,5 km
1 62.50 Sunneva Olsen 1959 Bragdið
2 67.25 Jóngerð Herup Høgnesen 1948 Bragdið
 –
Nr. Tíð Menn opin bólkur (-1998) – 10,5 km
1 41.07 Hallur Holm 1967 Bragdið
2 41.08 Jan Elmar Sørensen 1991 Treysti
3 41.31 Sam Vang 1970 Bragdið
4 41.34 Henry Olsen 1964 Bragdið
5 41.40 Martin Gravesen 1967 Onki felag
6 42.30 Teitur Bjarnastein Jacobsen 1997 Bragdið
7 43.13 Julian Gregersen 1998 Treysti
8 43.29 Marnar Pattinson 1970 Roysnið
9 44.26 Rúni Seloy 1994 Bragdið
10 45.26 Guttorm Sørensen 1968 Treysti
11 45.29 Regin Thomsen 1976 Roysnið
12 45.30 Anfinn Hálsagarð 1963 Skive
13 45.58 Hjalmar Sjóvará Jacobsen 1966 Bragdið
14 46.13 Jens R. Weihe 1947 Frælsi
15 47.09 Debes H. Christiansen 1966 Bragdið
16 47.17 Egil Olsen 1963 Roysnið
17 47.51 Johan E. Simonsen 1969 Bragdið
18 48.07 Arnfinn Johannessen 1965 Roysnið
19 48.11 Steingrímur Halson 1997 Bragdið
20 48.40 Jákup Dahl Ljósheim 1998 Hvirlan
21 48.44 Borgar Biskopstø 1962 Treysti
22 48.55 Bergur Didriksen 1965 Roysnið
23 49.03 Herluf Jakobsen 1963 Bragdið
24 49.40 John Egholm 1961 Hvirlan
25 49.42 Rani Friang Rasmussen 1985 Roysnið
26 50.20 Kári Simonsen 1959 Bragdið
27 50.25 Heini Gregersen 1964 Treysti
28 50.43 Martin Dam Joensen 1967 Bragdið
29 50.55 Rúni Simonsen 1973 Bragdið
30 51.14 Herluf Hansen 1973 Bragdið
31 51.20 Páll Vesturbú 1961 Hvirlan
32 51.30 Arnfinnur Helmsdal 1970 Bragdið
33 51.36 Hilmar Høgenni 1962 Bragdið
34 52.17 Jan Matras 1966 Treysti
35 52.21 Bent H. Jakobsen 1958 Bragdið
36 53.30 Terje Hansen 1968 Roysnið
37 54.20 Gunnar Simonsen 1952 Treysti
38 55.17 Eyðun Simonsen 1969 Bragdið
39 55.21 Fríðrikur Bláhamar 1965 Bragdið
40 55.50 Sølvi Simonarson 1978 Frælsi
41 56.32 Jóannes Ortind 1951 Bragdið
42 59.05 Dan Kruse Thomsen 1970 Bragdið
43 59.40 Anton Arge 1964 Onki felag
44 59.45 Flemming Petersen 1960 Roysnið
45 62.03 Jógvan Olsen 1956 Bragdið
46 78.31 Regin Jóanesarson 1945 Bragdið
 – dnf Regin Arge 1969 Hvirlan
 – dns Regin Áki Hansen 1970 Bragdið
 – dns Regin Mittún 1979 Bragdið
 – dns Sjúrður Eysturtún Tausen 1975 Hvistan
 – dns Absalon Hansen 1959 Bragdið
 –
Nr. Tíð Menn veteranar (1960-1969) – 10,5 km
1 41.07 Hallur Holm 1967 Bragdið
2 41.34 Henry Olsen 1964 Bragdið
3 41.40 Martin Gravesen 1967 Onki felag
4 45.26 Guttorm Sørensen 1968 Treysti
5 45.30 Anfinn Hálsagarð 1963 Onki felag
6 45.58 Hjalmar Sjóvará Jacobsen 1966 Bragdið
7 47.09 Debes H. Christiansen 1966 Bragdið
8 47.17 Egil Olsen 1963 Roysnið
9 47.51 Johan E. Simonsen 1969 Bragdið
10 48.07 Arnfinn Johannessen 1965 Roysnið
11 48.44 Borgar Biskopstø 1962 Treysti
12 48.55 Bergur Didriksen 1965 Roysnið
13 49.03 Herluf Jakobsen 1963 Bragdið
14 49.40 John Egholm 1961 Hvirlan
15 50.25 Heini Gregersen 1964 Treysti
16 50.43 Martin Dam Joensen 1967 Bragdið
17 51.20 Páll Vesturbú 1961 Hvirlan
18 51.36 Hilmar Høgenni 1962 Bragdið
19 52.17 Jan Matras 1966 Treysti
20 53.30 Terje Hansen 1968 Roysnið
21 55.21 Fríðrikur Bláhamar 1965 Bragdið
22 59.40 Anton Arge 1964 Onki felag
 – dnf Regin Arge 1969 Hvirlan
 –
Nr. Tíð Menn superveteranar (-1959) – 10,5 km
1 46.13 Jens R. Weihe 1947 Frælsi
2 50.20 Kári Simonsen 1959 Bragdið
3 52.21 Bent H. Jakobsen 1958 Bragdið
4 54.20 Gunnar Simonsen 1952 Treysti
5 56.32 Jóannes Ortind 1951 Bragdið
6 62.03 Jógvan Olsen 1956 Bragdið
7 78.31 Regin Jóanesarson 1945 Bragdið
 – dns Absalon Hansen 1959 Bragdið

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*