Í dag varð sjeynda og næstseinasta umfar av TF Vetrarkappingini runnið í Trongisvági, har Hvistan var vertur. Enn einferð var luttakaramet fyri kappingina, tí yvir 50 rennarar vóru farnir leiðina til Suðuroyar at renna og hetta er hægsta tal vit hava havt í Suðuroy.
Líkindini vóru av teimum heilt frægu. Turt og sól fyri tað mesta. Og vindin eru vit so von við eftir hondini, at vit leggja ikki merki til hann longur.
Hópurin var stórur, sum hevði tikið leiðina um Suðuroyarfjørð til kapprenning í Trongisvági
Førarafeltið hjá monnum helt nøkulunda saman niðan plantasjuna og til undanbrekkuna eftir umleið 2,5 km. Her livdi Sam Vang 100 % upp til sítt umdømi sum super-undanbrekkurennari. Hann sprongdi feltið og fekk eitt fitt hol aftur til Rúna Seloy, sum aftur fekk hol til Jan Elmar Sørensen, Julian Gregersen, Marnar Pattinson og Teit Bjarnastein.
Komnir niðan í plantasjuna á øðrum sinni, ger Rúni eina roynd at taka tað mista aftur, og herjar á at elta Sam. Tað var eisini nær við at eydnast, tí bert nakrir heilt fáir metrar restaðu í, tá teir komu niðan á vegin við Sterling. Men so var uppi hjá Rúna, og hóast Sam eisini var hart sperdur, fekk hann aftur sett ferð á í undanbrekkuni, og at enda vann hann ein tryggan sigur, einar hundrað metrar framman fyri Rúna. Jan Elmar Sørensen vardi sítt triðja pláss í harðari kapping við liðfelagan Julian Gregersen.
Ein troyttur Sam sigrar rímiliga trygt í Trongisvági og leggur maximum trýst á Hall Holm innan finaluna í TF Vetrarkappingini
Kappingin hjá kvinnunum gjørdist sera spennandi. Favoritturin, Rebekka Fuglø, hevði trupulleikar av livurhøggi. Hesum gjørdi Duruta Reginsdóttir av Lofti sær dælt av, og legði seg á odda. Komnar oman á landsvegin við umleið hálvum kilometri eftir at renna, fekk Rebekka Durutu aftur, og her togaðust tær óført inntil Rebekka langt um leingi fekk sett tingini uppá pláss, og at enda sigraði við 10 sekundum.
Ikki langt aftanfyri kom Rigmor Napoleonsdóttir Arge, og henni á baki Beinta Hoydal Joensen. Tær vóru eitt vet ov langt afturi til at kempa við um gull og silvur, men høvdu kortini ein spennandi innanhýsis dyst, sum Rigmor vann við 13 sekundum.
Sera javnt hjá kvinnunum í dag. Rebekka, Rigmor og Duruta fylgdust fyrru helvt av seinna umfarinum við Beintu stutt aftanfyri
Í samlaðu støðuni áðrenn seinasta umfar, er spenningurin størri enn nakrantíð. Hallur Holm er framvegis nummar eitt, og kann við einum øðrumplássi í seinasta umfarinum tryggja sær endaliga sigurin. Men verður Hallur nummar trý ella longur afturi, so kann Sam Vang við einum sigri tryggja sær endaliga sigurin í TF Vetrarkappingini 2014-15.
Hjá kvinnunum stendur kappingin millum Rigmor Napoleonsdóttir Arge og Rebekku Fuglø. Rigmor er frammanfyri, men Rebekka hevur enn bert fýra umfør á kontuni. Rebekka sær út til at hava bestu kortini á hondini, men ein treyt er, at hon fær meira enn tey 244 stigini, sum Rigmor undir øllum umstøðum fer at fáa, um hon bara gjøgnumførir í Runavík. Tað merkir at Rebekka skal hava 47 stig fyri seinasta umfarið. Tá gerast tær javnar í stigum, men av tí at Rebekka hevur tríggjar sigrar móti tveimum til Rigmor, verður tað í hesum føri Rebekka, sum vinnur samlað.
Dreingjakappingin hevur verið sera spennandi í vetur. Rúni Skarðhamar, Gunnar Sivertsen og Niklas Kruse hava havt ein harðan dyst. Góða uppmøtingin og góðu úrslitini hjá Gunnari seinastu tvey umførini síggja tó út til at gera munin. Tí bara við at gjøgnumføra seinastu kappingina, endar Gunnar við sínum seks bonusstigum á 250 stigum. Við sigri í seinasta umfarinum røkkur Niklas bert 248 stigum.
Sterku klaksvíksgenturnar vóru ikki í Suðuroy í morgun. Unna Ró Jacobsen úr Bragdinum var tó til dystin fús, og vann sín fyrsta sigur í TF Vetrarkappingini. Hon var væl framman fyri tær báðar lokalu genturnar úr Hvistan.
Aftur í dag vann Rúni Seloy kappinngina hjá mansunglingunum, og hevur hann eisini tryggjað sær samlaða sigurin undan seinastu kappingini. Julian Gregersen hevur í seinastuni havt takið á Teiti Bjarnastein, og tað hevði hann aftur í dag. Í samlaðu støðuni eru teir báðir nú so javnir, at tann fremri av teimum í seinastu kappingini endar nummar tvey.
Rúni og Julian hava roynst væl í vetur og verða ikki tespiligir hjá teimum eldru at hava við at gera næsta vetur.
Guttorm Sørensen vann í dag veterankappingina fyri fyrstu ferð í vetur. Nakað aftanfyri hann kempaðu Heini Gregersen og Arnfinn Johannesen harðliga. Heini gjørdist tó Arnfinni nakað drúgvur, og kom á mál 19 sekund frammanfyri. Í samlaðu kappingini hevur Hallur Holm longu avgjørt kappingina, meðan kappingin um annað og triðja plássið stendur millum Guttorm Sørensen og Henry Olsen. Her kunnu bonusstigini hjá Guttormi blíva avgerandi.
Duruta Reginsdóttir av Lofti vann í dag aðru kapping á rað hjá veterankvinnunum. Rigmor N. Arge gjørdist nummar tvey, men hevur tryggjað sær samlaða sigurin. Duruta liggur til at fáa 2. Plássið, meðan Ann Thomsen, sum bleiv nummar trý í dag, eisini fær samlaða triðja plássið.
Kappingin hjá kvinnu-superveteranunum er eisini avgjørd. Við sigrinum í dag er Sunniva H. Olsen komin upp á 250 stig. Jessie Hansen bleiv nummar tvey í dag. Tað er lagt upp til ein drápiligan dyst millum Jessie og Jóngerð um samlaða 2. Plássið.
Fyri fystu ferð í vetur var tað ikki Jens Weihe, sum vann hjá superveteranmonnunum. Hann var ikki við í dag, og í hansara fráveru var tað Bent H. Jakobsen sum sigraði. Bent sær eisini út til at hava góðar møguleikar at gerast samlaður nummar tvey. Gunnar Simonsen og Jóannes Ortind koma at stríðast um triðja plássið.
At enda takka vit Hvistan fyri góðan vertsskap og góða fyriskipan. Og takka eisini øllum rennarunum fyri ein góðan og langan dag í Suðuroy.
Vónandi møta øll mannsterk til seinasta umfarið í TF Vetrarkappingini um 14 dagar í Runavík. Tað verður Roysnið, sum kemur at skipa fyri umfarinum, sum eisini verðurFM í 10 km landavegsrenning.
Úrslit TF VK-7 í Trongisvági 14. mars 2015 kl. 11.00 | |||||
Dreingir (1999-2003) – ca. 3,3 km | |||||
1 | 12.09 | Gunnar Eihilt | Sivertsen | 1999 | Treysti |
2 | 12.47 | Niklas T | Kruse | 1999 | Bragdið |
3 | 13.24 | Hans Erland | Thomsen | 2003 | Bragdið |
4 | 13.48 | Dánjal Dahl | Ljósheim | 2000 | Hvirlan |
5 | 13.55 | Ingi | Johannessen | 2002 | Roysnið |
6 | 15.53 | Hans Eihilt | Sivertsen | 2001 | Treysti |
– | dnf | Hugin | Jacobsen | 2002 | Bragdið |
Gentur (1999-2003) – ca. 3,3 km | |||||
1 | 15.21 | Unna Ró | Jacobsen | 2002 | Bragdið |
2 | 25.37 | Vár | Norðberg | 2000 | Hvistan |
3 | 25.38 | Dagny | Norðberg | 2002 | Hvistan |
Kvinnur opin bólkur (-1998) – ca. 8,7 km | |||||
1 | 38.51 | Rebekka | Fuglø | 1993 | Treysti |
2 | 39.01 | Duruta Reginsdóttir á | Lofti | 1969 | Bragdið |
3 | 39.28 | Rigmor Napoleonsdóttir | Arge | 1969 | Hvirlan |
4 | 39.41 | Beinta Hoydal | Joensen | 1971 | Bragdið |
5 | 41.08 | Ann | Thomsen | 1966 | Bragdið |
6 | 42.32 | Ann-Mari | av Skarði | 1974 | Bragdið |
7 | 46.01 | Adelaid | Kirke | 1968 | Hvirlan |
8 | 46.09 | Eydna | Weihe | 1969 | Bragdið |
9 | 46.18 | Birna | Abrahamsen | 1970 | Hvirlan |
10 | 48.18 | Anna Maria | Seloy | 1964 | Bragdið |
11 | 49.27 | Elisabeth | Larsen | 1968 | Bragdið |
12 | 49.45 | Heidi | Jógvansdóttir | 1972 | Bragdið |
13 | 49.50 | Sunneva | Olsen | 1959 | Bragdið |
14 | 51.51 | Jóhanna | Vang | 1964 | Bragdið |
15 | 51.59 | Eyðhild | Jacobsen | 1979 | Onki felag |
16 | 52.05 | Elin | Haraldsstovu | 1961 | Bragdið |
17 | 52.32 | Olga | Johannessen | 1967 | Roysnið |
18 | 52.46 | Jessie | Hansen | 1955 | Bragdið |
Kvinnur veteranar (1960-1969) – ca. 8,7 km | |||||
1 | 39.01 | Duruta Reginsdóttir á | Lofti | 1969 | Bragdið |
2 | 39.28 | Rigmor Napoleonsdóttir | Arge | 1969 | Hvirlan |
3 | 41.08 | Ann | Thomsen | 1966 | Bragdið |
4 | 46.01 | Adelaid | Kirke | 1968 | Hvirlan |
5 | 46.09 | Eydna | Weihe | 1969 | Bragdið |
6 | 48.18 | Anna Maria | Seloy | 1964 | Bragdið |
7 | 49.27 | Elisabeth | Larsen | 1968 | Bragdið |
8 | 51.51 | Jóhanna | Vang | 1964 | Bragdið |
9 | 52.05 | Elin | Haraldsstovu | 1961 | Bragdið |
10 | 52.32 | Olga | Johannessen | 1967 | Roysnið |
Kvinnur superveteranar (-1959) – ca. 8,7 km | |||||
1 | 49.50 | Sunneva | Olsen | 1959 | Bragdið |
2 | 52.46 | Jessie | Hansen | 1955 | Bragdið |
Mansunglingar (1994-1998) – ca. 8,7 km | |||||
1 | 31.53 | Rúni | Seloy | 1994 | Bragdið |
2 | 32.24 | Julian | Gregersen | 1998 | Treysti |
3 | 33.50 | Teitur | Bjarnastein | 1997 | Bragdið |
4 | 37.51 | Steingrímur | Hallsson | 1997 | Bragdið |
5 | 38.24 | Jákup Dahl | Ljósheim | 1998 | Hvirlan |
Menn opin bólkur (-1998) – ca. 8,7 km | |||||
1 | 31.30 | Sam | Vang | 1970 | Bragdið |
2 | 31.53 | Rúni | Seloy | 1994 | Bragdið |
3 | 32.06 | Jan Elmar | Sørensen | 1991 | Treysti |
4 | 32.24 | Julian | Gregersen | 1998 | Treysti |
5 | 32.32 | Marnar | Pattinson | 1970 | Roysnið |
6 | 33.50 | Teitur | Bjarnastein | 1997 | Bragdið |
7 | 33.58 | Guttorm | Sørensen | 1968 | Treysti |
8 | 34.51 | Niels | Poulsen | 1972 | Bragdið |
9 | 36.33 | Heini | Gregersen | 1964 | Treysti |
10 | 36.52 | Arnfinn | Johannessen | 1965 | Roysnið |
11 | 37.51 | Steingrímur | Hallsson | 1997 | Bragdið |
12 | 38.24 | Jákup Dahl | Ljósheim | 1998 | Hvirlan |
13 | 38.58 | Bergur | Didriksen | 1965 | Roysnið |
14 | 39.38 | Páll Højgaard | Vesturbú | 1961 | Hvirlan |
15 | 39.47 | Herluf | Jakobsen | 1963 | Bragdið |
16 | 39.57 | Rani Friang | Rasmussen | 1985 | Roysnið |
17 | 40.42 | Jan | Matras | 1966 | Treysti |
18 | 41.23 | Arnfinnur | Helmsdal | 1970 | Bragdið |
19 | 41.58 | Fríðrikur | Bláhamar | 1965 | Bragdið |
20 | 42.29 | Hilmar | Høgenni | 1962 | Bragdið |
21 | 42.45 | Bent H. | Jakobsen | 1958 | Bragdið |
22 | 44.13 | Hallur | Holm | 1967 | Bragdið |
23 | 44.21 | Dan | Kruse Thomsen | 1970 | Bragdið |
24 | 48.11 | Helgi | Johannessen | 1967 | Roysnið |
Menn veteranar (1960-1969) – ca. 8,7 km | |||||
1 | 33.58 | Guttorm | Sørensen | 1968 | Treysti |
2 | 36.33 | Heini | Gregersen | 1964 | Treysti |
3 | 36.52 | Arnfinn | Johannessen | 1965 | Roysnið |
4 | 38.58 | Bergur | Didriksen | 1965 | Roysnið |
5 | 39.38 | Páll Højgaard | Vesturbú | 1961 | Hvirlan |
6 | 39.47 | Herluf | Jakobsen | 1963 | Bragdið |
7 | 40.42 | Jan | Matras | 1966 | Treysti |
8 | 41.58 | Fríðrikur | Bláhamar | 1965 | Bragdið |
9 | 42.29 | Hilmar | Høgenni | 1962 | Bragdið |
10 | 44.13 | Hallur | Holm | 1967 | Bragdið |
11 | 48.11 | Helgi | Johannessen | 1967 | Roysnið |
Menn superveteranar (-1959) – 8,7 km | |||||
1 | 42.45 | Bent H. | Jakobsen | 1958 | Bragdið |