Home Nýggjastu tíðindi Hvirlan fyriskipar “STUTTLEIKIR” leygardagin

Hvirlan fyriskipar “STUTTLEIKIR” leygardagin

by Hallur Holm

Leygardagin 29. mei fer Hvirlan at skipa fyri afturvendandi tiltakinum “Stuttleikir”. Hetta  er tiltak fyri øll børn upp til og við 10 ár. Leikirnir verða skipaðir sum ein tríkampur, har hvør luttakari við at fáa eit úrslit í ávikasvist kasti, renning og lopi ognar sær eitt heiðursmerki.

Hetta er triðja árið á rað, at hetta tiltakið verður fyriskipað. Stuttleikir verða á Tórsbreyt frá kl. 14-16 og kostnaðurin er kr. 50 fyri hvørt barnið.

Meira kann lesast um “Stuttleikir” á www.hvirlan.fo

0 comment
0

Related Articles