Home Nýggjastu tíðindi Hvirlan skipar fyri opnari kapping sunnudagin

Hvirlan skipar fyri opnari kapping sunnudagin

by Hallur Holm

Ætlandi skuldi Hvirlan skipa fyri opnari kapping í dag – leygardag. Men av tí at veðurforsagnirnar vóru heldur daprar, valdu fyrireikararnir at útseta kappingina til í morgin, sunnudag kl. 13.00

Byrjað verður við spjótkasti fyri árgangirnar 1998 og eldri. Tá spjótkastið er liðugt, verður hildið fram við diskusti fyri árgangirnar 1996 og eldri. At enda verður so kappast í hæddarlopi, sum er fyri árgangirnar 1998 og eldri.

Tilmelding innnan kl. 20.00 leygarkvøldið á www.hvirlan.fo ella við at senda sms á 213775.

Les meira á www.hvirlan.fo

0 comment
0

Related Articles