Home Nýggjastu tíðindi Innandura HM av bakkastokki

Innandura HM av bakkastokki

by hziska

Innandura HM byrjar fríggjadagin 7. mars í Valencia. Hetta er størsta innandura kapping á árinum, og vanliga eru tey flestu av heimsins bestu við, men av tí at olympisku leikirnir verða seinni í ár, eru tað nøkur, sum hava valt at fokusera uppá OL, og tí eru tey ikki við til hesa kapping. Nøkur av størstu nøvninum, sum mangla, eru Asafa Powell, ið eigur heimsmet á 100 m teininum, og Jeremy Wariner, ið hevur verði nógv tann besti 400 mrennarin seinnu árini.

Hjá Norðurlondum er tað sum vanligt serliga Svøríki, sum ger um seg við ikki minni enn 12 luttakarum. Her eru fólk sum Stefan Holm, sum hevur verið ein av heimsins bestu hæddarleyparum í nógv ár, og har er ein av hansara harðastu kappingarneytum, landsmaðurin Linus Thørnblad. Men størsta svenska stjørnan í løtuni er Susanna Kallur, ið setti heimsmet á 60 m forðarenning fyrr í ár. So hóast Carolina Kluft, ið ikki hevur tapt eina kapping síðan 2002, ikki er við so vil tað verða yvirraskandi, um sviar ikki vinna sær okkurt heiðursmerki og helst av gulli.

Finnar og danir hava tveir luttakarar, meðan normenn einans luttaka við junior vinnaranum á 60 m frá innandura-EM. Størsta heiðursmerkjavónin hjá normonnum var Jaysuma Saidy Ndure, sum er ein av heimsins bestu sprintarum, men hann hevur valt at geva avboð. Hjá dønum er støðan tann, at Joakim Olsen, ið hevur vunnið dønum nógv heiðursmerki í altjóða kappingum seinnu árini, hevur valt at melda avboð til kúlustoytskappingina.

Her skal sigast, at amerikanarar eru so ræðandi sterkir, at tað einasta, sum kann gera, at teir ikki vinna øll trý heiðursmerkini, er, at ukrainin Bhilonog antin kastar yvir evni, ella at Christian Cantwell enn eina ferð ikki livir upp til tey góðu úrslit, hann hevði áðrenn kappingina. Tað er ikki væntandi at Finnland, Danmark og Norra vinna sær heiðursmerki, og Ísland er ikki umboðað í Valencia. Norðurlendsku íðkararnir eru: Svøríki

  • 200 m menn Johan WISSMAN
  • 800 m menn Mattias CLAESSON
  • 110 mh menn Robert KRONBERG
  • Hæddarlop menn Stefan HOLM
  • Hæddarlop menn Linus THÖRNBLAD’
  • Stangarlop menn Jesper FRITZ
  • Stangarlop menn Alhaji JENG
  • 60 m kvinnur Lena BERNTSSON
  • 1500 m kvinnur Kajsa HAGLUND
  • 100 mh kvinnur Susanna KALLUR
  • Hæddarlop kvinnur Emma GREEN
  • Kúlustoyt kvinnur Helena ENGMAN

Danmark

  • Kúlustoyt menn Kim CHRISTENSEN
  • 110 mh kvinnur Anne MØLLER

Norra

  • 60 m kvinnur Ezinne OKPARAEBO

Finnland

  • 1500 m kvinnur Mari JÄRVENPÄÄ
  • Kúlustoyt menn Robert HÄGGBLOM

Ísland

  • Ongan

Samlað yvirlit yvir íðkarar sæst á: http://www.iaaf.org/mm/Document/Competitions/Competition/AT——-.EL2_1143.pdf, ið er á heimasíðuni hjá kappingini: http://www.iaaf.org/WIC08/index.html

0 comment
0

Related Articles