Hóast Merkið er reytt, blátt og hvítt, gjørdist flaggdagsrenningin rættiliga gul. Í øllum førum, um hugt verður eftir fremstu rennarunum í opnu bólkunum. Í kappingini hjá monnum varð lagt upp til tvídyst millum Jan Elmar Sørensen og Julian Gregersen úr Treysti, við Andriasi Hansen úr Bragdinum sum jokara.
50 metrar runnir, og oddurin greitt myndaður
Jan Elmar drap tó allan spenning longu undan føðingini. Hann var í serflokki hendan dagin, og talan gjørdist um solorenning allan vegin. Á málinum vísti tíðin 22.34 min, og er hetta eitt av allarbestu úrslitum yvirhøvur í hesi renningini. Julian treiskaðist eina løtu, men mátti longu sleppa eftir ein kilometur. Tá hevði hann eitt hol aftur til Andrias Hansen, sum tó á seinna umfarinum veruliga tók dik á seg, og vísti nakað av tí besta hann nakrantíð hevur runnið. Julian Gregersen, sum annars vann kappingina í fjør, mátti soleiðis lata Andrias renna avstað við silvurmerkinum.
Jan Elmar var í serflokki og vann greiðan sigur á flaggdegnum. Hetta var hansara fyrsti flaggdagssigur
Andrias Hansen vísti stóra styrki á øðrum umfari, og rann eitt trygt annað-pláss heim.
F.v: Andrias nr. 2, Jan Elmar nr. 1 og Julian nr. 3. Hesir hava saman við Eiriki Hansen verið okkara bestu rennarar seinastu tíðina.
Rebekka Fuglø úr Treysti vann sína fyrstu flaggdagsrenning í 2011, og hevur vunnið hvørja ferð síðani tá. Og tað gjørdi hon aftur í ár. Spenningur var tó undan kappingini, hvussu hart tær báðar ungu Treystagenturnar Oddvør Josepsen og Maria Biskopstøð megnaðu trýsta Rebekku.
Tær tríggjar fremstu Treystadamurnar: fremst í bólkinum er Rebekka og Oddvør er á halanum. Uppi í brekkuni síggja vit Mariu. Hjalmar Sjóvará, Jóhan Simonsen, Niels Poulsen, Regin Thomsen, Regin Mittún og Heini Gregersen høvdu eina javna og spennandi kapping mest sum allan vegin.
Tað bleiv tó ongantíð heilt stórur spenningur, tí Rebekka legði hart út saman við teimum semi-skjótu monnunum, og fekk tíðliga hol aftur til tær báðar ungu. Rebekka fekk tó trupulleikar á seinnu hálvu, og misti heilt fitt. Oddvør misti eisini á øðrum umfari, og fekk tí ikki gjørd sær dælt av møguleikanum. Maria á triðja megnaði ikki at renna eins skjótt sum í fjør, men megnaði tó at halda Durutu á Lofti úr Bragdinum aftanfyri, og soleiðis renna ein tripp-trapp-Treysti heim til felagið.
Ikki tann lættasti sigurin hjá Rebekku á flaggdegnum – trýstið frá teimum yngru veksur
Vóru opnu bólkarnir gulir, so sá strax frægari út hjá heimaliðinum í veteranbólkunum. Teir tríggir sterku rennararnir, Sam Vang, Martin Gravesen og Henry Olsen, allir úr Bragdinum, komu á málið sum nummar fýra, fimm og seks, og blivu nummar eitt, tvey og trý hjá veteranunum.
Sam Vang vann sterku veterankappingina
Hjá kvinnunum gjørdust Bragdarkvinnurnar Duruta á Lofti og Hergerð Heldarskarð nummar fýra og fimm, og saman við Elisabeth Larsen á bronsuplásinum fyltu tær sigurspallin á Kongabrúnni.
Hergerð, Duruta og Elisabeth hava bláa veitslu á skamlinum
Fremstu menninir:
1. Jan Elmar Sørensen, Treysti 22.34
2. Andrias Hansen, Bragdið 23.06
3. Julian Gregersen, Treysti 23.38
4. Sam Vang, Bragdið 24.55
5. Martin Gravesen, Bragdið 25.04
6. Henry Olsen, Bragdið 25.07
7. Heini Gregersen, Treysti 25.37
8. Regin Mittún, 25.37
9. Hjalmar Sjóvará, Bragdið 25.45
10. Niels Poulsen, Bragdið 25.47
Fremstu kvinnurnar:
1. Rebekka Fuglø 26.17
2. Oddvør Josephsen 26.54
3. Maria Biskopstø 27.32
4. Duruta R. á Lofti 27.52
5. Hergerð Heldarskarð 29.25
6. Ann-Mari av Skarði 29.56
7. Margit W. Fríðmundsdóttir 30.05
8. Valborg H. Laksafoss 30.39
9. Katrin H. Sørensen 31.43
10. Asta Hubeck-Graudal 32.13
Veteranar menn:
1. Sam Vang 24.55
2. Martin Gravesen 25.04
3. Henry Olsen 25.07
Veteranar kvinnur:
1. Duruta R. á Lofti 27.52
2. Ann-Mari av Skarði 29.56
3. Elisabeth Larsen 34.10
Superveteranar menn:
1. John Egholm, Hvirlan 28.21
2. Kári Simonsen, Bragdið 30.48
3. John Højsted, einki felag 32.31
Superveteranar kvinnur
1. Aud í Soylu, Frælsi 37.14
2. Jóngerð Herup Høgnesen, Bragdið 40.39
3. Ingun Olsen, Bragdið 44.42
Myndirnar hevur Ingun Sørensen tikið
Øll úrslitini síggjas her
Úrslit frá barnarenningini:
Gentur -9 ár | ||
Sigrið Hansdóttir | Hvirlan | 01:52 |
Nanna Schiller Jóannisdóttir | 02:02 | |
Elena Ellindsdóttir Olsen | 02:12 | |
Lóa S. Dal-Christiansen | 02:18 | |
Lilja Lenvig Harrysdóttir | 02:22 | |
Astrid Tummasarson | 02:24 | |
Turid Elkjær | 02:27 | |
Signhild Olsen | 02:27 | |
Andrea Olsen | 02:28 | |
Ronja Hallursdóttir | 02:28 | |
Helena í Skorini | 02:32 | |
Silja Hovgaard | 02:34 | |
Hadassa S. Christiansen | 02:49 | |
Beinta Bjarnastein Jacobsen | Bragdið | 02:50 |
? | 03:01 | |
Lea á Krákusteini | 03:02 | |
Maria Jacobsen | 03:03 | |
Dreingir -9 ár | ||
Jógvan í Lon | Bragdið | 01:43 |
Axel Holm Simonsen | Bragdið | 01:44 |
Poul Eliasen | Bragdið | 01:48 |
Dániel Thomsen | Bragdið | 01:51 |
Fríður Dam Johannesen | 01:56 | |
Brandur D. Dánialson | 02:00 | |
Ragnar Heinason | 02:01 | |
Dánial T. Mørkøre | 02:02 | |
Adrian Olsen | 02:02 | |
Boas Dal-Christiansen | 02:06 | |
Hans Erik Eiriksson | 02:09 | |
Josva Kongaard | 02:10 | |
Dánial Jacobsen | 02:13 | |
Rókur Jacobsen | 02:15 | |
Rókur Reginsson | 02:16 | |
Kristjan Róksson | 02:18 | |
Rói Thomassen | 02:22 | |
Bogi Samson Vang | Bragdið | 02:23 |
Robert Róason Vilhelmsen | 02:32 | |
Magnus Axelsson | 02:33 | |
Eyðun Ellindson Olsen | 02:43 | |
Jónatan Melo Skaalum | 02:53 | |
Benjamin í Skorini | 03:02 | |
Páll Axelsson | 03:37 | |
Rani Olsen | 03:49 | |
Hóri Olsen | 04:05 | |
Róar Olsen | 04:23 | |
Gentur 10-11 ár | ||
Brá Zakariasardóttir | Bragdið | 01:48 |
Ró Reginsdóttir | 01:56 | |
Gylta Djurhuus á Neystabø | 01:59 | |
Sofía Ejdesgaard Hansen | 02:05 | |
Mira Bendix | 02:07 | |
Vár Andriasardóttir | 02:08 | |
Elida Joensen | Bragdið | 02:10 |
Anita Dahl | Bragdið | 02:12 |
Dreingir 10-11 ár | ||
Haraldur Karlsson | 01:39 | |
Rúni S. Vang | Bragdið | 01:40 |
Heðin Olsen | 01:41 | |
Niels Eiriksson | Bragdið | 01:46 |
Aron Hjelm | 01:49 | |
Búgvi Skála | 01:50 | |
Andrias Hjelm | 01.59 | |
Gentur 12-13 ár | ||
Børka Berg Jørgensen | Hvirlan | eingin tíð |
Vibeka Sivertsen | Treysti | eingin tíð |
Gentur 12-13 ár | ||
Bjarti Samson Vang | Bragdið | eingin tíð |