Home Nýggjastu tíðindi Jens Weihe vann Copenhagen Marathon

Jens Weihe vann Copenhagen Marathon

by Hallur Holm

Sunnudagin varð Copenhagen Marathon runnið, og sum altíð, vóru føroyingar við í stóra riðlinum, sum fór stunandi gjøgnum gøturnar í Keypmannahavn. Onkuntíð hava upp móti 50 føroyingar verið við, men hesaferð vita vit enn bara um einar 20,

Enn einaferð var tað seigi vágamaðurin Jens R. Weihe, sum stóð fyri sterkasta føroyska úrslitinum. Hóast hann er í elsta endanum av aldursbólkinum 65-69 ár, var hann heilar 8 minuttir framman fyri rennaran á øðrum plássi. Tíðin hjá Jens var 3.18.49 tímar. Og soleiðis gjørdist skjótt 69 ára gamli Jens Weihe nummar 480 av teimum 9.400 rennarunum hendan dagin. Heilt ótrúliga flott av Jens, sum fleiri ferðir fyrr hevur vunnið sín aldursbólk í Copenhagen Marathon. Heilir 65 rennarar vóru í aldursbólkinum 65-69 ár við monnum. Næsta ár kemur hann at renna í bólkinum +70 ár, og verður tá stórfavorittur. Vinnarin í hesum bólkinum sunnudagin rann beint undir fýra tímar.

Kerjar Jens
Jens R. Weihe úr Frælsi – hetta má vera Føroya seigasti ítróttarmaður. Fyrra hálva í Keypmannahavn varð runnin uppá 1.33 tímar!

Aðrir føroyskir rennarar sunnudagin: (kenna tit fleiri, er bara at skriva eina viðmerking undir greinini)

  • Jóhan Simonsen 3.21.25
  • Herluf Jakobsen 3.22.21
  • Annfinn Hálsagarð 3.17.47
  • Eydna Olsen 4.09.22
  • Jens R. Weihe 3.18.49
  • Paul Kragesteen 4.18.42
  • Henrik Kølleskov og Beinta Laksafoss umleið 4.34.49
  • Lau Jensen 3.10.42
  • Jógvan Jacobsen 3.30.09
  • Róar Akralíð 3.50.14
  • Elin Joensen 4.40.59
  • Sára Jacobsen 4.42.05
  • Jógvan Svabo Samuelsen 5.08.41
  • Asbjørn Mikkelsen 4.59.03
  • Bjørt Simonsen 4.57.25
  • Tordis Tróndarson 4.46.28
  • Lilly Hansen 3.51.35
  • Mogens Fríði Petersen 4.10.04

Í Copenhagen Marathon skipa tey soleiðis fyri, at øll kunnu luttaka. Eisini tey, sum eru fullkomiliga rørslutarnað. Tiltakið “Team Tvilling” finnur nevnliga onkrar rennarar, sum kunnu renna við koyristólum. Henrik Kølleskov er ein undangongumaður innan nógv øki. Hann er ein av okkara ídnu lendisrennarum, og vit kenna hann eisini frá “renn og rusk” ella trail-skrald, har hann ruddar upp í náttúruni, samstundis sum hann fær sína rennivenjing.

Team Tvilling 1
Henrik Kølleskov trýsti stólin hjá Beintu allar 42 kilometrarnar. Nú ætlar hann at Tórshavn Marathon eisini skal bjóða hesa “tænastu”

Nú gjørdist hann so fyrsti føroyingur, sum rennur við Team Tvilling. Og so løgið skuldi tað verða, at hann – vegna avboð – kom at koyra við føroysku Beintu Laksafoss. Sum tað sæst á myndunum er hetta eitt sera lívsjáttandi tiltak, og tað hevði verið stuttligt og ikki minni dámligt, um man kundi tikið hendan táttin upp til Tórshavn Marathon. Og so er tann bóltuin spældur víðari…..

Team Tvilling
Ein tann mest lívsjáttandi myndin, tú kanst ímynda tær. Hesin túrurin hevur knýtt tey bæði saman fyri lívið

Ein annar av okkara ídnastu lendisrennarum var eisini á vígvøllinum hetta vikuskifti. Sofus Poulsen úr Frælsi er hvørki ræddur fyri avbjóðandi náttúru og ei heldur fyri svimlandi kilometurtølum.

Sofus Poulsen
Sofus Poulsen – enn ein Frælsamaður á vígvøllinum hetta vikuskiftið

Leygardagin var Sofus so endaður í Noregi, har hann hevði meldað seg til Oslo Ecotrail. Ein harður og krevjandi túrur uppá 80 kilometrar. Sofus hevur áður prógvað, at hann megnar hesar heilt longu teinarnar. M.a. tá hann rann “Fyr til Fyr” á Bornholm í fjør.

Heldur ikki hesaferð var nakar slingur í valsinum. Sofus kom á mál í øllum góðum, eftir at hava runnið sín higartil longsta tein. So er bara spurningurin. Hvat verður tað næsta? Tí hetta slagið av menniskjum vilja altíð hava eina aðra nýggja, og helst uppaftur meira krevjavndi avbjóðing.

Sofus Poulsen 1
Tungt, tekniskt krevjandi at renna, men ein ótrúliga náttúruvøkur uppliving.

2 comments
0

Related Articles

2 comments

Jan 23.05.16 - 21:53

Lau Jensen, Roysnið 3:10:42

Jan Elmar Sørensen 23.05.16 - 22:31

Lau Jensen
Jogvan Jacobsen
Roar Akralid
Lilly Hansen
Mogens Fridi Petersen
Elin Joensen
Sara Jacobsen
Tordis Tróndarson
Bjørt Simonsen
Asbjørn Mikkelsen
Jógvan Svabo Samuelsen

Comments are closed.