Home Nýggjastu tíðindi Joan Jet, Bjørk Dibaba og Súsandi Súsanna

Joan Jet, Bjørk Dibaba og Súsandi Súsanna

by Hallur Holm

At duga at  goyma tad besta til sídst, verdur mangan hildid at vera ein kunstur. Men at goyma tad besta so leingi, at tad spillist…. er tad eisini ein kunstur….?

Tá eg dróg samanum vetrarkappingina, skrivadi eg ikki um kvinnurnar. Hetta tí eg metti teirra úrslit vera so mikid gód, at tær skuldu fáa umrødu í einari grein fyri seg. Evnid kundi verid óaktuelt og spilt nú, men av tí at stødid á kvinnurenningini er so høgt, og at oyggjaleikir eru framman stavn, meti eg hetta framvegis hava størsta áhuga, og havi tí sett meg at skriva hetta lidugt, sum eg byrjadi uppá fyri einum mánadi sídani.

Spenningurin undan kappingini í Runavík var ikki tann heilt stóri. Bjørk hevdi longu frammanundan tryggjad sær samlada sigurin, og Súsanna og Rannvá lógu til at taka 2. og 3. plássid. Kappingina í Hvannasundi, har eisini vard runnid 10 km, vann Bjørk so trygt frammanfyri Súsonnu, at verulig kapping ikki var væntandi henda dagin. Størstu spurningarnir ádrenn kappingina vóru tí, um Súsanna mundi fara at klára kravtídina til oyggjaleikirnar, og um Bjørk hevdi nakran møguleika at nærkast tí flotta metinum á 10 km, sum Joan Bláfoss setti til DM eina viku frammanundan.

Hetta bleiv ein frálíkur tvídystur millum tær bádar og í einum væl hægri tempo enn frammanundan væntad. Súsanna herjadi óttaleys á, og helt Bjørk nakrar metrar aftanfyri teir fyrstu tríggjar kilometrarnar. So kom Bjørk upp, og tá fylgdust tær til 3-4 km vóru eftir. Tá setti Bjørk enn meira ferd á, og rann frá Súsonnu, sum tó megnadi at halda góda ferd heilt á mál.

Teir bádir fyrr nevndu spurningarnir fingu bádir eitt jaligt svar. Bjørk rann 37.23 min og var bert 46 sekund frá føroyska metinum hjá Joan Bláfoss, og Súsanna kláradi vid 37.47 væl og virdiliga at koma undir kravtídina til oyggjaleikaúttøku.

 Fyri einum ári síðani tók Bjørk Herup Olsen gamla  metið á 10 km, sum var yvir 39 minuttir. Nú hesa seinasta vikuna hevur fyrst Joan Bláfoss runnið seg til nýggja mettíð uppá 36.37 min og eitt 5. pláss til DM. Og nú leygardagin runnu bæði Bjørk og Súsanna S. Sørensen kanóntíðir á sama teini, ávikavíst 37.23 og 37.47. Havandi í huga, at oyggjaleikakravið er 40.07, kann ein og hvør ímynda sær, hvussu góð hesi úrslit eru.

Tí haldi eg tad vera áhugavert at hyggja eftir úrslitunum 10.000 m sum hava verid á oyggjaleikunum seinastu 10 árini.

  • 1999: Gull 40.27 – Silvur 40.28 (okkara Sunniva Bjarnastein!) – Bronsa 40.31
  • 2001: Gull 38.38 – Silvur 39.21 – Bronsa 40.16
  • 2003: Gull 37.34 – Silvur 37.37 – Bronsa 37.48 – nr. 5 og galdandi føroyskt met: Borgarhjørt Holm 39.01.6
  • 2005: Gull 38.19 – Silvur 38.27 – Bronsa 39.05
  • 2007: Gull 37.23 – Silvur 38.03 – Bronsa 38.37

10 km landavegsrenning og 10.000 m breytarenning eru tvær ymiskar kappingar. Men tær tídirnar okkara gentur hava runnid væl innballadar í vetrarligum líkindum eiga helst at gerast enn betri, tá tær lættklæddar trína inn á breytina. Nú er ikki fastlagt enn, hvørjar teinar okkara fara at dúva uppá, men sum sæst omanfyri hava okkara gentur gódan møguleika at blanda seg uppí, har tad veruliga er stuttligt.  Oyggjaleikametid eigur álendska gentan Ann-Catrin Nordman, sum í 1997 rann uppá 36.11,68.

0 comment
0

Related Articles