Julian ársins Mannfólk í Sandágerði

Skrivað hevur

Leygardagin var ársins Mannfólkarenning hjá Hvirluni. Sum hini árini var aftur hesuferð kappast í vakra umhvørvinum í Sandágerði og við Sandá. Tíverri vóru bert 25 menn, sum tordu at bjóða hesum serliga renniteini av. Eitt sindur harmiligt, tí Hvirlan hevði gjørt nógv burturúr og hetta er bæði eitt gott, stuttligt, øðrvísi og spennandi tiltak.

Líkamikið. Hóast kalt í veðrinum, vóru rennilíkindini av teimum heilt frægu. Og tað er fyri so vítt eisini líkamikið, tá slík renning er á skránni. Menn blivu vátir kortini. Ikki óvæntað vóru tað teir báðir ungu Treystarennararnir Julian Gregersen og Gunnar Sivertsen, sum beinanvegin løgdu seg á odda.

Mannfólk1
Julian Gregersen fremst og Gunnar Sivertsen, hálvur undir, vóru greitt stinnastu rennararnir hendan dagin (mynd: Hvirlan)

Aftanfyri teir fremstu vóru fleiri, sum bjóðaðu av. Regin Arge, Sophus D. Christiansen og Hjalti Eliasen togaðust leingi og væl niðan við áarbakkanum. At enda var tað Hjalti, ið gjørdist samlaður nummar trý. Hinir báðir blivu eitt og tvey í bólkinum Vaksnir menn.

Øll úrslitini síggjast her:

Ungir menn, 1971 og yngri
1: Julian Gregersen 23.12
2: Gunnar Sivertsen 23.46
3: Hjalti Eliasen 25.02

Vaksnir menn, 1961 til 1970
1: Regin Arge 25.22
2: Sophus D. Christiansen 26.10
3: Terji Hansen 27.32

Royndir menn, eldri enn 1960
1: Kári Weihe 27.42
2: Regin Jóanesarson 39.07

Liðkapping
1: Dream Team 1.14.29
2: MEST 1.20.30
3: Ljósheim x 3 1.38.00

Samlað úrslit
1: Julian Gregersen 23.12
2: Gunnar Sivertsen 23.46
3: Hjalti Eliasen 25.02
4: Regin Arge 25.22
5: Johan Vang 25.48
6: Michael Feldballe 25.55
7: Jákup Ljósheim 26.00
8: Bogi Gregersen 26.02
9: Sophus D. Christiansen 26.10
10: Sverri Eriksen 26.31
11: Jógvan Joensen 26.53
12: Jákup R. Andreassen 26.57
13: Brian Rasmussen 27.26
14: Martin Sivertsen 27.31
15: Terji Hansen 27.32
16: Johan Mouritsen 27.40
17: Kári Weihe 27.42
18: Christian Olsen 28.36
19: Rógvi Laksafoss 30.51
20: Eirikur Joensen 32.47
21: Chris Shields 36.10
22: Aksel Ljósheim 36.12
23: Uni Højgaard 36.15
24: Janus Ljósheim 36.19
25: Johan Hentze 37.31

Mannfólk2
Eyka forðingar vóru gjørdar á sandinum. Her eru tað Terje Hansen og Brian Rasmussen, sum skulu í “Deyðans Dal”

Mannfólk6
Regin Jóannesarson ræðist ikki eina eyka avbjóðing. Hann var dagsins elsta mannfólk, og í dag bleiv tað til silvurmerki í bólkinum Royndir Menn (mynd: Hvirlan)

Mannfólk7
Tað ræður um at hava tunguna mitt í munninum, tá tú ert mitt á einum steini mitt í ánni (mynd: Hvirlan)

Mannfólk4
Team Ljósheim. Aksel, Jákup og Janus Dahl Ljósheim fingu bronsu í liðkappingini (mynd: Hvirlan)

Mannfólk3
Terje Hansen gjørdist nummar trý fyri “Vaksnar Menn”, men var farin undir starvsfólkabrúsuna hjá p/f Wenzel, tá myndin bleiv tikin. Regin Arge og Sophus D. Christiansen vildu tó gjarna uppá myndina. Regin var nummar eitt og Sophus nummar tvey. (mynd: Hvirlan)

Mannfólk9
M
annfólki hjá Mest eru av sonnum mannfólk. Øll árini hava teir møtt so trúliga upp, og í ár bleiv besta liðið hjá teimum nummar tvey. Liðið hjá Mest var undir leiðslu av Kára Weihe, sum eisini vann bólkin “Royndar Menn” (mynd: Hvirlan)

Mannfólk5
Við einum super liðformanni í Martin Sivertsen eydnaðist norðingunum í Dream Team at vinna liðkappingina og føra stóra steypið norður til Norðdepils. Julian Gregersen stendur mitt fyri, og hinir báðir eru feðgarnir Gunnar og Martin Sivertsen (mynd: Hvirlan)

 

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*

You may use these HTML tags and attributes: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>