Í kolandi stormi varð triðja umfar av TF Vetrarkappingini runnið úti á Argjum í morgun. Hann hevði alla vikuna lovað storm, og nógv hava sitið og fylgt við veðurtíðindunum nú kappingin nærkaðist. Ikki minst fyrireikararnir úr Bragdinum, sum líka til tað seinasta vóru eitt sindur ivandi um tað lat seg gera, at gjøgnumføra eina rennikapping í so nógvum vindi.
Teir umleið 80 rennararnir spenna avstað í nógva vindinum
Tað lat seg gera, men at siga at vindurin ikki ávirkaði kappingina, hevði verið at farið heldur lætt um sannleikan. Fyri tað fyrsta vóru nøkur, ið ikki hættaðu sær at koyra til Havnar, og onkur var eisini veðurfastur í Nólsoy. Ein smádrongur varð tikin av einari hvirlu, men var skjótur á føtur aftur. Vindurin skapti eisini eitt ávíst taktiskt spæl, og tey ungu, kviku og langlimaðu høvdu ein fyrimun seinasta kilometurin oman til skúlan, tá ferðin í undanvindinum gjørdist øgiliga høg.
Í kappingini hjá monnum formaðust tveir bólkar við fýra rennarum. Í fyrra bólkinum vóru Jan Elmar Sørensen, Eirikur Hansen, Guðmundur Joensen og Julian Gregersen. Í seinna bólkinum vóru Henry Olsen, Gunnar Sivertsen, Guttorm Sørensen og Niels Poulsen. Í einsemi millum hesar báðar bólkarnar var Martin Gravesen. Fýra teir fremstu fylgdust líka til teir vendu við AB-húsið. Eirikur Hansen var tá á odda. Men komnir niðan á Kongavarða gjørdist ferðin hjá ungu klaksvíkingunum Julian Gregersen og Jan Elmari Sørensen ov høg fyri hinar báðar eldru. Teir gulu komu á mál við bert einum sekundi í millum, men tað var kortini Julian, sum hevði avgjørt kappingina í brekkuni niðan móti skúlanum. Guðmundur gjørdist nummar trý og Eirikur nummar fýra.
Julian gjørdist triðji vinnarin higartil. Jan Elmar var beint aftanfyri. Guðmundur sást eisini aftanfyri
Rigmor N. Arge megnaði at halda Rebekku Fuglø í stuttum tjóðri stóran part av teininum í dag. Men eins og hjá monnunum var tað nógva ferðin hjá Rebekku í undanvindi og undanbrekku, sum setti tingini uppá pláss. Á málinum var umleið ein minuttur millum tær. Duruta R. á Lofti var aftur í dag heldur einsamøll á triðja plássi, meðan kappingin um fjórða pláss millum Kristu Nielsen og Beintu Hoydal Joensen var hørð. Krista var seks sekund undan Beintu. Á sætta plássi kom Ann Thomsen ein hálvan minutt framman fyri Birnu Mohr Joensen. Stuttligt var at síggja eitt nýtt andlit heilt frammi á áttanda plássi. Ingrid Hofgaard, sum rann sína fyrstu kapping nakrantíð undir Kerjum, hevur nú víst seg sum ein stinnan rennara.
Sama raðfylgja sum seinast: Rigmar (2), Rebekka (1) og Duruta (3)
Treysti hevði ein av teimum heilt góðu døgunum í dag við fimm gullvinnarum. Hjá dreingjunum megnaði Hans Sivertsen at vinna sín fyrsta VK-sigur, við at vinna trygt á Dánjali Dahl Ljósheim, sum annars vann báðar tær fyrru kappinganar. Hans Erland gjørdist nummar trý, bara 25 sekund aftaná Dánjal. Maria Biskpstø og Oddvør Josephsen gjørdu ein tripp-trapp í dag við at blíva nummar eitt og tvey hjá gentunum. Maria vann ein rættiliga tryggan sigur, meðan Oddvør hevði ein harðan dyst við Unnu Ró Jacobsen um triðja plássið.
Hans hevur gjørt framstig í ár og vann sína fyrstu vetrarkapping í morgun
Julian Gregesen vann eisini unglingakappingina. Her var raðfylgjan hin sama sum undanfarnu kappingarnar við Gunnari Sivertsen á øðrum og Rógva Kárason á triðja plássi. Fyri fyrstu ferð í vetur vóru luttakarar í kappingini hjá kvinnuunglingum. Danska Petra Mathilde Jørs vann kappingina og Anita Gregersen bleiv nummar tvey.
Rigmor N. Arge vann veterankvinnurnar. Eisini her var sama raðfylgja sum seinast við Durutu R. á Lofti nummar tvey og Krista Nielsen nummar trý. Martin Gravesen endurtók sigurin frá seinast hjá veteranmonnunum. Guttorm Sørensen hevur havt framgongd seinastu tíðina, og bleiv nummar tvey hjá veteranunum og nummar sjey samanlagt. Henry Olsen bleiv nummar trý hjá veteranunum. Minni enn ein minuttur skilti teir tríggjar heiðursmerkjavinnararnar.
Gleðiligt er, at tað legst til við superveteranum. Heilir 13 superveteranar vóru við í dag. Sjey menn og seks kvinnur. Av gomlum vana stakk Jens R. Weihe av við gullinum, meðan Rani Nolsøe og Kári Simonsen blivu nummar tvey og trý. Hjá kvinnunum var tað aftur Cecilie Arendal sum vann við Sunnevu Olsen á silvurplássinum. Á bronsuplássinum fyri fyrstu ferð var tað Elisabeth Rasmussen, sum troðkaði Jóngerð Høgnesen av sigurspallinum.
Jens (264) vann enn ein tryggan superveteran sigur
Bragdið eigur stórt rós uppiborið fyri at gjøgnumføra kappingina so væl undir truplu umstøðunum. Undirtøkan var aftur stak góð í dag við fleiri enn 80 rennarum. Nú ver TF Vetrarkappingin í jólafrí. Fjórða umfar verður 16. januar vesturi í Vágum.
|
|||||
Kvinnur opin bólkur (f. -1999) – ca. 8,9 km | |||||
Nr. | Tíð | Fornavn | Árg. | Felag | |
1 | 38,57 | Rebekka | Fuglø | 1993 | Treysti |
2 | 39,58 | Rigmor N. | Arge | 1969 | Hvirlan |
3 | 41,11 | Duruta R. | Lofti | 1969 | Bragdið |
4 | 41,47 | Krista | Nielsen | 1965 | Bragdið |
5 | 41,53 | Beinta Hoydal | Joensen | 1971 | Bragdið |
6 | 44,03 | Ann | Thomsen | 1966 | Bragdið |
7 | 44,36 | Birna Mohr | Joensen | 1970 | Hvirlan |
8 | 46,02 | Ingrid | Hofgaard | 1968 | Bragdið |
9 | 49,00 | Eydna | Weihe | 1969 | Bragdið |
10 | 49,04 | Adelaid | Kirke | 1968 | Hvirlan |
11 | 49,25 | Ingun | Sørensen | 1971 | Treysti |
12 | 50,21 | Bjørg | Nielsen | 1974 | Bragdið |
13 | 51,01 | Karin Kirke | Petersen | 1964 | Treysti |
14 | 51,34 | Petra Mathilde | Jørs | 1995 | Onki felag |
15 | 51,47 | Cecilia | Arendal | 1957 | Hvirlan |
16 | 52,03 | Jorie | Josephsen | 1971 | Treysti |
17 | 52,21 | Karin Maria | Isaksen | 1963 | Bragdið |
18 | 52,36 | Elisabeth | Larsen | 1968 | Bragdið |
19 | 53,25 | Anna maria | Seloy | 1964 | Bragdið |
20 | 53,40 | Sunneva | Olsen | 1959 | Bragdið |
21 | 54,47 | Anita | Gregersen | 1995 | Treysti |
22 | 55,02 | Heriet | Djurhuus | 1965 | Bragdið |
23 | 55,34 | Tina | Kruse Dam | 1977 | Bragdið |
24 | 55,58 | Heidi | Jógvansdóttir | 1972 | Bragdið |
25 | 56,08 | Jóhanna | Vang | 1964 | Bragdið |
26 | 56,10 | Alda í Ólavsstovu | Dam | 1970 | Bragdið |
27 | 56,42 | Elisabeth | Rasmussen | 1959 | Bragdið |
28 | 57,01 | Jóngerð Herup | Høgnesen | 1948 | Bragdið |
29 | 58,06 | Jessie | Hansen | 1955 | Bragdið |
30 | 58,35 | Ruth | Winther | 1968 | Bragdið |
31 | 67,17 | Ingun | Olsen | 1959 | Bragdið |
Menn opin bólkur (f. -1999) – 8,9 km | |||||
Nr. | Tíð | Fornavn | Eftirnavn | Árg. | Felag |
1 | 34,06 | Julian | Gregersen | 1998 | Treysti |
2 | 34,07 | Jan Elmar | Sørensen | 1991 | Treysti |
3 | 34,15 | Guðmundur | Joensen | 1983 | Hvirlan |
4 | 34,25 | Eirikur | Hansen | 1980 | Bragdið |
5 | 35,50 | Martin | Gravesen | 1967 | Bragdið |
6 | 36,35 | Gunnar E. | Sivertsen | 1999 | Treysti |
7 | 36,37 | Guttorm | Sørensen | 1968 | Treysti |
8 | 36,46 | Henry | Olsen | 1964 | Bragdið |
9 | 36,56 | Niels | Poulsen | 1972 | Bragdið |
10 | 37,46 | Rúni | Seloy | 1994 | Bragdið |
11 | 37,57 | Hjalmar | Sjóvará | 1966 | Bragdið |
12 | 38,24 | Uni | Joensen | 1969 | Frælsi |
13 | 38,30 | Marnar | Pattinson | 1970 | Roysnið |
14 | 38,40 | Arnfinn | Johannessen | 1965 | Roysnið |
15 | 38,52 | Heini | Gregersen | 1964 | Treysti |
16 | 39,22 | Rógvi | Kárason | 1996 | Bragdið |
17 | 39,27 | Andrass | Joensen | 1963 | Bragdið |
18 | 39,30 | Súni | Jacobsen | 1967 | Bragdið |
19 | 39,32 | Jens R. | Weihe | 1947 | Frælsi |
20 | 39,56 | Kaj | Dam | 1966 | Treysti |
21 | 40,15 | John | Egholm | 1961 | Hvirlan |
22 | 40,23 | Páll H. | Vesturbú | 1961 | Hvirlan |
23 | 41,00 | Borgar | Biskopstø | 1962 | Treysti |
24 | 41,35 | Herluf | Jakobsen | 1963 | Bragdið |
25 | 42,42 | Andreas | Josephsen | 1968 | Treysti |
26 | 43,01 | Rani | Nolsøe | 1959 | Treysti |
27 | 43,19 | Jóhan E. | Simonsen | 1969 | Bragdið |
28 | 43,43 | Rói Herup | Olsen | 1983 | Bragdið |
29 | 43,56 | Kári | Simonsen | 1959 | Bragdið |
30 | 44,47 | Sverri | Steinhólm | 1963 | Bragdið |
31 | 45,00 | Eyðun | Simonsen | 1969 | Bragdið |
32 | 45,17 | Gunnar | Simonsen | 1952 | Treysti |
33 | 45,37 | Regin | Arge | 1969 | Hvirlan |
34 | 45,59 | Dan | Kruse Thomsen | 1970 | Bragdið |
35 | 46,19 | Niclas | Joensen | 1963 | Hvirlan |
36 | 46,26 | Steingrímur | Hallson | 1997 | Bragdið |
37 | 46,31 | Sofus | Poulsen | 1965 | Frælsi |
38 | 46,34 | Sverri | Eriksen | 1974 | Onki felag |
39 | 46,46 | Arnfinnur | Helmsdal | 1970 | Bragdið |
40 | 46,55 | Bent.H. | Jakobsen | 1958 | Bragdið |
41 | 47,20 | Kristin | Kristiansen | 1980 | Onki felag |
42 | 48,31 | Jóanes | Ortind | 1951 | Bragdið |
43 | 48,57 | Hilmar | Høgenni | 1962 | Bragdið |
44 | 51,34 | Fríðrikkur | Bláhamar | 1965 | Bragdið |
45 | 53,51 | Jósvein Herup | Olsen | 1958 | Bragdið |
Kvinnuunglingar (f. 1995-1999) – 8,9 km | |||||
Nr. | Tíð | Fornavn | Eftirnavn | Árg. | Felag |
1 | 51,34 | Petra Mathilde | Jørs | 1995 | Onki felag |
2 | 54,47 | Anita | Gregersen | 1995 | Treysti |
Kvinnur veteranar (f. 1961-1970) – 8,9 km | |||||
Nr. | Tíð | Fornavn | Eftirnavn | Árg. | Felag |
1 | 39,58 | Rigmor N. | Arge | 1969 | Hvirlan |
2 | 41,11 | Duruta R. á | Lofti | 1969 | Bragdið |
3 | 41,47 | Krista | Nielsen | 1965 | Bragdið |
4 | 44,03 | Ann | Thomsen | 1966 | Bragdið |
5 | 44,36 | Birna Mohr | Joensen | 1970 | Hvirlan |
6 | 46,02 | Ingrid | Hofgaard | 1968 | Bragdið |
7 | 49,00 | Eydna | Weihe | 1969 | Bragdið |
8 | 49,04 | Adelaid | Kirke | 1968 | Hvirlan |
9 | 51,01 | Karin Kirke | Petersen | 1964 | Treysti |
10 | 52,21 | Karin Maria | Isaksen | 1963 | Bragdið |
11 | 52,36 | Elisabeth | Larsen | 1968 | Bragdið |
12 | 53,25 | Anna Maria | Seloy | 1964 | Bragdið |
13 | 55,02 | Heriet | Djurhuus | 1965 | Bragdið |
14 | 56,08 | Jóhanna | Vang | 1964 | Bragdið |
15 | 56,10 | Alda í Ólavsstovu | Dam | 1970 | Bragdið |
16 | 58,35 | Ruth | Winther | 1968 | Bragdið |
Kvinnur superveteranar (f. -1960) – 8,9 km | |||||
Nr. | Tíð | Fornavn | Eftirnavn | Árg. | Felag |
1 | 51,47 | Cecilia | Arendal | 1957 | Hvirlan |
2 | 53,40 | Sunneva | Olsen | 1959 | Bragdið |
3 | 56,42 | Elisabeth | Rasmussen | 1959 | Bragdið |
4 | 57,01 | Jóngerð Herup | Høgnesen | 1948 | Bragdið |
5 | 58,06 | Jessie | Hansen | 1955 | Bragdið |
6 | 67,17 | Ingun | Olsen | 1959 | Bragdið |
Mansunglingar (f. 1995-1999) – ca. 8,9 km | |||||
Nr. | Tíð | Fornavn | Eftirnavn | Árg. | Felag |
1 | 34,06 | Julian | Gregersen | 1998 | Treysti |
2 | 36,35 | Gunnar E. | Sivertsen | 1999 | Treysti |
3 | 39,22 | Rógvi | Kárason | 1996 | Bragdið |
4 | 46,26 | Steingrímur | Hallsson | 1997 | Bragdið |
Menn veteranar (f. 1961-1970) – 8,9 km | |||||
Nr. | Tíð | Fornavn | Eftirnavn | Árg. | Felag |
1 | 35,50 | Martin | Gravesen | 1967 | Bragdið |
2 | 36,37 | Guttorm | Sørensen | 1968 | Treysti |
3 | 36,46 | Henry | Olsen | 1964 | Bragdið |
4 | 37,57 | Hjalmar | Sjóvará | 1966 | Bragdið |
5 | 38,24 | Uni | Joensen | 1969 | Frælsi |
6 | 38,30 | Marnar | Pattinson | 1970 | Roysnið |
7 | 38,40 | Arnfinn | Johannessen | 1965 | Roysnið |
8 | 38,52 | Heini | Gregersen | 1964 | Treysti |
9 | 39,27 | Andrass | Joensen | 1963 | Bragdið |
10 | 39,30 | Súni | Jacobsen | 1967 | Bragdið |
11 | 39,56 | Kaj | Dam | 1966 | Treysti |
12 | 40,15 | John | Egholm | 1961 | Hvirlan |
13 | 40,23 | Páll H. | Vesturbú | 1961 | Hvirlan |
14 | 41,00 | Borgar | Biskopstø | 1962 | Treysti |
15 | 41,35 | Herluf | Jakobsen | 1963 | Bragdið |
16 | 42,42 | Andreas | Josephsen | 1968 | Treysti |
17 | 43,19 | Jóhan E. | Simonsen | 1969 | Bragdið |
18 | 44,47 | Sverri | Steinhólm | 1963 | Bragdið |
19 | 45,00 | Eyðun | Simonsen | 1969 | Bragdið |
20 | 45,37 | Regin | Arge | 1969 | Hvirlan |
21 | 45,59 | Dan | Kruse Thomsen | 1970 | Bragdið |
22 | 46,19 | Niclas | Joensen | 1963 | Hvirlan |
23 | 46,31 | Sofus | Poulsen | 1965 | Frælsi |
24 | 46,46 | Arnfinnur | Helmsdal | 1970 | Bragdið |
25 | 48,57 | Hilmar | Høgenni | 1962 | Bragdið |
26 | 51,34 | Fríðrikkur | Bláhamar | 1965 | Bragdið |
Menn superveteranar (f. -1960) – ca. 8,9 km | |||||
Nr. | Tíð | Fornavn | Eftirnavn | Árg. | Felag |
1 | 39,32 | Jens R. | Weihe | 1947 | Frælsi |
2 | 43,01 | Rani | Nolsøe | 1959 | Treysti |
3 | 43,56 | Kári | Simonsen | 1959 | Bragdið |
4 | 45,17 | Gunnar | Simonsen | 1952 | Treysti |
5 | 46,55 | Bent.H. | Jakobsen | 1958 | Bragdið |
6 | 48,31 | Jóanes | Ortind | 1951 | Bragdið |
7 | 53,51 | Jósvein Herup | Olsen | 1958 | Bragdið |
Dreingir – ca. 3,3 km | |||||
Nr. | Tíð | Fornavn | Eftirnavn | Árg. | Felag |
1 | 14,07 | Hans Ei. | Sivertsen | 2001 | Treysti |
2 | 14,37 | Dánjal Dahl | Ljósheim | 2000 | Hvirlan |
3 | 15,02 | Hans Erland | Thomsen | 2003 | Bragdið |
Gentir – ca. 3,3 km | |||||
Nr. | Tíð | Fornavn | Eftirnavn | Árg. | Felag |
1 | 14,11 | Maria | Biskopstø | 2002 | Treysti |
2 | 16,01 | Oddvør | Josephsen | 2001 | Treysti |
3 | 16,15 | Unna Ró | Jacobsen | 2002 | Bragdið |
1 comment
Luttakari nr 204 ikki skrásettur. Hevði tíðina 52,10
Comments are closed.