Home Nýggjastu tíðindi Julian tók av og Marna vann sum væntað

Julian tók av og Marna vann sum væntað

by Hallur Holm

Ólavsøkurenningin var í dag, og sum altíð var spenningurin stórur um hvør mundi fara at vinna, tí tað er stór prestiga at vinna ólavsøkurenningina. Hjá monnunum kundi Jan Elmar Sørensen ikki loypa undan favoritleiklutinum. Við sínum 15.49 min á 5.000 m til VU Spelen, var hann einasti maður í feltinum, sum hevði verið undir 16 minuttir.

Men tað vóru avgjørt avbjóðarar til kappingina. Vinnarin í fjør Signar Røsvig er kanska enn betur fyri í ár, og eisini Andrias Hansen hevur víst góðan form. Formkurvan hjá Sam Vang gongur rætta vegin, og allar farligasti maðurin á seinasta kilometrinum, Julian Gregersen, sum eisini vann Flaggdagin, var eisini klárur. So spenningurin var stórur.

Jan Elmar, Signar, Julian ólavsøka 2016
Hesir tríggir komu at mynda oddin við Jan Elmari mest dragandi og Signari og Julian mest eltandi. (Mynd: Einar Vang)

Tað gjørdist ein trídystur millum Jan Elmar, Signar og Julian. Jan Elmar rakti ikki dagin, og fann ikki orkuna, sum skuldi til at stressa hinar og kanska sleppa undan teimum. Hinir báðir høvdu ikki stórvegis trupulleikar at fylgja við. So teir fylgdust allir tríggir framvegis, á veg heim móti málinum fyri fimtu og seinastu ferð við eini 400 metrum eftir. Allir spitarar í botn, og her vísti Julian nógv størstu spurtstyrkina, meðan Jan Elmar hekk eftir.

Andrias og Sam stríddust hvør í sínum lagi eitt sindur aftanfyri førarafeltið. Dysturin um 6. og 7. pláss endaði eisini við spurti. Blaðungi Dánja Dahl Ljósheim rennur bara skjótari og skjótari, og er við at taka seg heilt fram á føroyska rennitindin. Hann spurtsigraði Henry Olsen, sum nú aftur er við at fáa ferð í beinini eftir drúgva tíð við skaða.

1. Julian Gregersen 16.21
2. Signar Røsvig 16.24
3. Jan Elmar Sørensen 16.35
4. Andrias Hansen 17.03
5. Sam Vang 17.21
6. Dánjal Dahl Ljósheim 17.33
7. Henry Olsen 17.34

Kvinnukappingina vann Marna Egholm. Tað var eisini væntað, tí hon er í einum flokki fyri seg. Dagsins kapping var partur av hennara venjing fram móti størri avbjóðingum í maraton og hálvmaraton í heyst. Men kappingin um hini bæði heiðursmerkini var sera spennandi. Rigmor N. Arge og Duruta R. á Lofti høvdu stórt sæð allan vegin ein drápiligan kamp, har Rigmor jagstraði Durutu, sum bert lá nakrar fáar metrar frammanfyri. Ikki langt aftanfyri lá Beinta Hoydal Joensen uppá lúr, og var klár at høgga, skuldi onkur av hinum snáva.

Marna ólavsøka 2016
Marna Egholm er í serflokki, og kundi taka kappingina í dag sum part av venjing. (mynd: Einar Vang)

Út á seinasta umfarið hevði Duruta fingið so mikið av frástøðu aftur til Rigmor, at tað sýntist avgjørt. Men nú var Beinta farin at nærkast, og harði dysturin stóð nú um bronsuna. Við neyð og deyð fekk Rigmor tó strítt sær bronsuna heim, bert trý sekund undan Beintu á fjórða plássi.

1. Marna Egholm 19.08
2. Duruta R. á Lofti 20.23
3. Rigmor N. Arge 20.41
4. Beinta H. Joensen 20.44
5. Ann-Mari av Skarði 21.38

Øll úrslitini eru her

0 comment
0

Related Articles