Home BETRI Vetrarkappingin Kerjar – frálík renni- og náttúruuppliving

Kerjar – frálík renni- og náttúruuppliving

by Hallur Holm

Leygardagin varð Kerjarenningin í Havn runnin á triðja sinni. Hetta er náttúrurenning, sum Hvirlan skipar fyri, og í ár var so eisini TF-Vetrarkappingin partur av tiltakinum. Stórt tal av fólki hevði leitað sær niðan á Hotel Føroyar, haðani rennast skuldu ymiskar leiðir kring rossagøturnar og út í Havnardal.


Klárt at byrja 2. umfar av TF-Vetrarkappingini

Vakrari dagur til slíka náttúrrenning verður ringur at finna. Í stillinum stríddist lága sólin ein nærum ógjørligan dyst um at vinna á kuldanum. Men kuldi býtur ikki á rennarum, sum spentir og glaðbeintir hildu niðan brekkuna, út eftir ríðibreytini og út í Havnardal. Sum ikki einaferð var tað Marnar Djurhuus, Treysti, sum rann langt undan hinum. Henry Olsen, Bragdið og Jan Elmar Sørensen, Treysti slitu seg eisini leysar, og høvdu ein tvídyst líka niðan í brattan á rossagøtunum á heimleiðini. Her misti Henry takið, og Jan Elmar vann sær og Treysti eitt kærkomið silvurpláss. Henry Olsen gjørdist nummar trý, og vann samstundis ein tryggan sigur hjá veteranunum.

Á næstu plássunum var sera javnt millum sjey rennarar. Aftur her var ein ungur Treystarennari stinnastur. Tað var Einar Gregersen, sum kom fjórði á mál, og sum samstundis bleiv nr. 2 í kappingini hjá mansunglingum. Ta kappingina vann Marnar Djurhuus eisini trygt. Síðani komu teir kropp á kropp, Hallur Holm, Bragdið, Regin Thomsen, Roysnið, Guttorm Sørensen, Treysti, Teitur Bjarnastein, Bragdið, Pauli Johannesen, Bragdið og Niels Poulsen, Bragdið – allir høvdu ligið og togast um plaseringarnar úti á rutuni. Í hesum trunkanum vórðu eisini silvur- og bronsumerkini í veterankappingini avgjørd. Hallur vann silvur og Guttorm vann bronsu.

Ikki so heilt langt aftanfyri kom fyrsti superveteranurin á málið. Krútsterki vágamaðurin Jens R. Weihe, Frælsi, rann enn eina góða kapping og vann trygt framman fyri Jósvein Herup Olsen, Bragdið sum vann sítt fyrsta heiðursmerki sum superveteranur, nú hann er ryktur ein flokk upp. Ein vágamaður fór eisini avstað við bronsuni. Tað var Jóannes Ortind, sum tó rennur fyri Bragdið.

Í kappingini hjá kvinnum mundi Rigmor N. Arge, Hvirlan, vera favorittur eftir stórsigurin Runt Agnið. Rebekka Fuglø, Treysti sum hevði ein sannan off-day ta ferðina, royndi at fylgja Rigmor fyrstu løtuna, men mátti sleppa eftir tveir kilometrar. Rigmor vann ein tryggan sigur, men Rebekka fekk uppreisn fyri vánaliga avrikið Runt Agnið og skifti bronsumerki um við silvur. Samstundis vann hon eisini kappingina hjá kvinnuunglingum, har hon var einasti luttakari. Tórvør Vang, Bragdið, rann seg til eitt flott bronsumerki, og er ivaleyst væl nøgd, hóast hon vann silvur seinast.

Føroyameistarin í maraton megnaði akkurát ikki at kroysta seg í topp trý, men Ann Thomsen, Bragdið, vann kortini ein tryggan sigur í veteranbólkinum hjá kvinnum. Vinnarin Runt Agnið, Astrid Joensen úr Roysninum, gjørdist ein tryggur silvurvinnari, meðan tað bleiv ein spurtuppgerð um bronsuna. Her var tað tó Elisabeth Larsen, sum í harðari kapping við Onnu Maria Seloy, Bragdið, sum endurvann bronsuna frá seinast.

Í gentubólkinum komu fimm Treystagentur fremstar á mál. Tvær gentur úr Bragdinum vóru við, men tær runnu 5,5 km og ikki ætlaða 1,5 km teinin. Oddvør Josephsen megnaði hesuferða at basa Mariu Biskopstø. Men bert eittans sekundið var á muni millum tær. Ein minutt og sjey sekund aftari kom Elin Kristina Ryan og fýra sekund seinni Rutt Gregersen. Av sonnum ein spennandi kvartett tey hava har norðuri í Klaksvík. Hasar genturnar koma vit at hoyra nógv meira til í framtíðini.

Tað gjørdist so eisini Treysti, sum við Gunnari Sivertsen vann dreingjabólkin. Men hann skal tó ikki kenna seg ov tryggan á ovastu rók, tí í Rúna Skarðhamar hevur Roysnið funnið ein sera spennandi og evnaligan rennara, sum longu í síni næstu kapping er farin at hótta oddasessin. Og hesir báðir skulu eisini ansa sær væl eftir eitt ár yngra Steintór Egholm úr Bragdinum, sum ikki er langt aftanfyri. Hesir tríggir eru eisini spennandi nøvn í føroyskari renning.

Aftaná kappingina var hugni í køldu vetrarsólini við bollum og heitum sjokolátadrykki. Drigið var eisini um nakrar spennandi vinningar og at enda var heiðursmerkjahandan.

 

 

 

VK-2 Kerjar 23. nov. 2013 kl. 13.00
Nr.
Dreingir (1998-2002)
     
6.21
Gunnar Eihilt
Sivertsen
1999
Treysti
6.38
Rúni
Skarðhamar
1999
Roysnið
6.45
Steintór
Egholm
2000
Bragdið
7.51
Elias
Thorsteinsson
2001
Hvirlan
7.54
Ingi
Johannessen
2002
Roysnið
8.16
Hans Eihilt
Sivertsen
2001
Treysti
10.35
Jónhard
Á Regni
2001
Roysnið
dns
Dávid
Kruse Dam
1999
Onki felag
dns
William
Helmsdal
2002
Bragdið
Hugin
Jacobsen
2002
Bragdið
Nr.
Gentur (1998-2002)
6.52
Oddvør
Josephsen
2001
Treysti
6.53
Maria
Biskopstø
2002
Treysti
7.40
Elin Kristina
Ryan
2000
Treysti
7.44
Rutt
Gregersen
2001
Treysti
8.23
Birita
Ryan
2002
Treysti
Kristina
Jakobsen
1998
Bragdið
Unna Ró
Jacobsen
2002
Bragdið
Nr.
Kvinnuunglingar (1993-1997)
48.39
Rebekka
Fuglø
1993
Treysti
Nr.
Mansunglingar (1993-1997)
39.43
Marnar
Djurhuus
1995
Treysti
49.48
Steingrímur
Hallsson
1997
Bragdið
43.20
Teitur
Bjarnastein
1997
Bragdið
42.30
Einar
Gregersen
1995
Treysti
Nr.
Kvinnur opin bólkur (-1997)
1 47.04
Rigmor Napoleonsdóttir
Arge
1969
Hvirlan
2 48.39
Rebekka
Fuglø
1993
Treysti
3 50.14
Tórvør Østerø
Vang
1969
Bragdið
4 50.36
Ann
Thomsen
1966
Bragdið
5 50.48
Beinta Hoydal
Joensen
1971
Bragdið
6 53.31
Astrid
Joensen
1967
Roysnið
7 55.09
Birna Mohr
Joensen
1970
Hvirlan
8 55.52 Helga S. Johansen 1981 Treysti
9 56.31
Jorie
Josephsen
1971
Treysti
10 57.09
Maria Svabo
Hansen
1972
Bragdið
11 58.16
Elisabeth
Larsen
1968
Bragdið
12 58.19
Anna Maria
Seloy
1963
Bragdið
13 59.14
Birna
Abrahamsen
1970
Hvirlan
14 59.33
Karin Kirke
Petersen
1964
Treysti
15 59.42
Paula
Mohr
1968
Hvirlan
16 62.55
Anna Suffía
Eusturoy
1964
Bragdið
17 63.18 Jónrit Dalsgaard 1974 Bragdið
18 63.30 Alda í Ólavsstovu 1970 Bragdið
19 64.14
Tina
Kruse Dam
1977
Bragdið
20 64.54
Laila
Jacobsen
1962
Frælsi
21 65.35
Jóhanna
Vang
1964
Bragdið
22 68.36
Olga
Johannessen
1967
Roysnið
23 68.40
Jóhanna
Egholm
1975
Bragdið
24 70.25
Jessie
Hansen
1955
Bragdið
25 70.30 Heriet Djurhuus 1965 Bragdið
DNF
Karin Maria
Isaksen
1963
Bragdið
DNF
Súsan
Tavsen
1965
Frælsi
DNS
Armgarð
Á Regni
1979
Roysnið
DNS
Jóngerð
Guttesen
1971
Onki felag
DNS
Tóta
Árnadóttir
1970
Bragdið
DNS
Ingun
Olsen
1959
Bragdið
DNS
Sunneva
Olsen
1959
Bragdið
Bjørg Nielsen Bragdið
Nr.
Kvinnur veteranar (1959-1968)
1 50.36
Ann
Thomsen
1966
Bragdið
2 53.31
Astrid
Joensen
1967
Roysnið
3 58.16
Elisabeth
Larsen
1968
Bragdið
4 58.19
Anna Maria
Seloy
1963
Bragdið
5 59.33
Karin Kirke
Petersen
1964
Treysti
6 62.55
Anna Suffía
Eusturoy
1964
Bragdið
7 64.54
Laila
Jacobsen
1962
Frælsi
8 65.35
Jóhanna
Vang
1964
Bragdið
9 68.36
Olga
Johannessen
1967
Roysnið
10 70.25
Jessie
Hansen
1955
Bragdið
11 70.30 Heriet Djurhuus 1965 Bragdið
DNF
Karin Maria
Isaksen
1963
Bragdið
DNF
Súsan
Tavsen
1965
Frælsi
DNS
Ingun
Olsen
1959
Bragdið
DNS
Sunneva
Olsen
1959
Bragdið
Nr.
Menn opin bólkur (-1997)
1 39.43
Marnar
Djurhuus
1995
Treysti
2 41.26
Jan Elmar
Sørensen
1991
Treysti
3 41.46
Henry
Olsen
1964
Bragdið
4 42.30
Einar
Gregersen
1995
Treysti
5 42.53
Hallur
Holm
1967
Bragdið
6 43.00
Regin
Thomsen
1976
Roysnið
7 43.09
Guttorm
Sørensen
1968
Treysti
8 43.20
Teitur
Bjarnastein
1997
Bragdið
9 43.22
Pauli
Johannesen
1974
Bragdið
10 44.13
Niels
Poulsen
1972
Bragdið
11 44.51
Heini
Gregersen
1964
Treysti
12 45.20
Jóhan M
Jacobsen
1966
Roysnið
13 45.26
Jóhan E.
Simonsen
1969
Bragdið
14 45.34
Hjalmar
Sjóvará
1966
Bragdið
15 45.44
John
Egholm
1961
Hvirlan
16 45.56
Jens.R.
Weihe
1947
Frælsi
17 46.06
Jonhard
Larsen
1966
Treysti
18 46.13 Finn Johannessen 1978 Hvistan
19 46.14
Arnfinn
Johannessen
1965
Roysnið
20 46.47
Andreas
Josephsen
1968
Treysti
21 46.53
Jósvein Herup
Olsen
1958
Bragdið
22 47.18
Herluf
Hansen
1973
Bragdið
23 47.20
Luis
Ridao
1975
Bragdið
24 47.34
Egil
Olsen
1963
Roysnið
25 48.02
Dan
Knudsen
1962
Bragdið
26 49.43
Rani Friang
Rasmussen
1985
Roysnið
27 49.48
Steingrímur
Hallsson
1997
Bragdið
28 50.07
Hilmar
Høgenni
1962
Bragdið
29 50.17 Kári Simonsen 1959 Bragdið
30 50.18
Christian
Olsen
1962
Bragdið
31 51.00
Herluf
Jakobsen
1963
Bragdið
32 51.03
Arnfinnur
Helmsdal
1973
Bragdið
33 51.05
Martin
Dam Joensen
1967
Bragdið
34 52.21 R. Olsen 1987 Onki felag
35 52.27
Jóannes
Ortind
1951
Bragdið
36 52.47
Gunnar
Simonsen
1952
Treysti
37 53.59 Per Kallsberg 1964 Bragdið
38 54.36
Rúni
Simonsen
1973
Bragdið
39 54.39 Regin Mittún Petersen  1979 Bragdið
40 55.02
Árni
Jakobsen
1959
Bragdið
41 55.55 John Havn 1975 Treysti
42 56.00
Jan
Egholm
1971
Bragdið
43 59.49
Helgi
Johannesen
1967
Roysnið
44 61.38
Terje
Hansen
1968
Roysnið
45 63.32
Jóannes
Guttesen
1969
Onki felag
46 73.36
Regin
Jóanesarson
1945
Bragdið
DNS
Marnar
Pattinson
1970
Roysnið
DNS
Albert
Johansen
1966
Frælsi
DNS
Jóannes
Poulsen
1966
Treysti
DNS
Regin
Zachariasen
1960
Bragdið
DNS Regin Joensen 1966 Onki felag
Nr.
Menn veteranar (1959-1968)
1 41.46
Henry
Olsen
1964
Bragdið
2 42.53
Hallur
Holm
1967
Bragdið
3 43.09
Guttorm
Sørensen
1968
Treysti
4 44.51
Heini
Gregersen
1964
Treysti
5 45.20
Jóhan M
Jacobsen
1966
Roysnið
6 45.34
Hjalmar
Sjóvará
1966
Bragdið
7 45.44
John
Egholm
1961
Hvirlan
8 46.06
Jonhard
Larsen
1966
Treysti
9 46.14
Arnfinn
Johannessen
1965
Roysnið
10 46.47
Andreas
Josephsen
1968
Treysti
11 47.34
Egil
Olsen
1963
Roysnið
12 48.02
Dan
Knudsen
1962
Bragdið
13 50.07
Hilmar
Høgenni
1962
Bragdið
14 50.17 Kári Simonsen 1959 Bragdið
15 50.18
Christian
Olsen
1962
Bragdið
16 51.00
Herluf
Jakobsen
1963
Bragdið
17 51.05
Martin
Dam Joensen
1967
Bragdið
18 53.59 Per Kallsberg 1964 Bragdið
19 55.02
Árni
Jakobsen
1959
Bragdið
20 59.49
Helgi
Johannesen
1967
Roysnið
20 61.38
Terje
Hansen
1968
Roysnið
DNS
Albert
Johansen
1966
Frælsi
DNS
Jóannes
Poulsen
1966
Treysti
DNS
Regin
Zachariasen
1960
Bragdið
DNS Regin Joensen 1966 Onki felag
Nr.
Menn superveteranar (-1958)
1 45.56
Jens.R.
Weihe
1947
Frælsi
2 46.53
Jósvein Herup
Olsen
1958
Bragdið
3 52.27
Jóannes
Ortind
1951
Bragdið
4 52.47
Gunnar
Simonsen
1952
Treysti
5 73.36
Regin
Jóanesarson
1945
Bragdið
0 comment
0

Related Articles