Home Nýggjastu tíðindi Kirkju- og nissurenningar um jólini

Kirkju- og nissurenningar um jólini

by Hallur Holm

Hóast hetta er myrkasta og rokmiklasta tíðin á árinum, verður renningin ikki løgd í sofuna. Eins og undanfarin ár skipa feløgini fyri ymiskum rennitiltøkum í sambandi við jólini, og hesi tiltøkini hava bara hug at økjast í tali.

9. árið á rað skipar Hvirlan fyri kirkjurenning í Havn jólaaftansmorgun. Møtt verður á Tórsbreyt kl. 10.00, og møguligt verður at renna fýra ymiskar leiðir. 7,5 km, 11,5 km, 30 km ella nýskapandi og forvitnisliga barnatúrin, sum er ein tematúrur um “renning, rørslu og kunning”. Tiltakið hjá Hvirluni er ókeypis, men tað ber til at lata eina pengagávu til “í menniskjum góður tokki”.

Lesið alt um hetta tiltakið og hyggið eftir rutukortum á heimasíðuni hjá Hvirluni: www.hvirlan.fo

Árliga kirkjurenningin í Suðurstreymoy jólaaftan
Kirkjurnar í Suðurstreymoy. (mynd stolin frá Hvirluni)

Eisini í Klaksvík fara tey at renna kirkjurenning jólaaftansmorgun. Og eisini hjá teimum er tað blivin ein lítil traditión, tí hetta er longu 5. árið á rað, at tey skipa fyri hesi renning. Her skulu rennararnir møta í badmintonhøllini kl. 9.00, og fara síðani við bussi norður til Kunoyar, har byrjað verður at renna frá Kunoyar kirkju kl. 9.30. Runnið verður til Christianskirkjuna í Klaksvík, og er hetta ein teinur uppá 11,7 km. Um onkur vil renna eitt sindur styttri, ber til at byrja við tunnilsmunnan í Haraldssundi. Tann túrurin verður so 6,2 km. Aftaná verður reyp og annað prát í bakarínum hjá Jórun.

Men longu leygardagin 22. desember skipar Treysti eisini fyri Nissu-heilsurenning, har minsta krav fyri luttøku er at man er í nissuhúgvu. Sjálvandi er eisini stuttligt um onkur rennur í nissuklæðum, skeggi, brillum, posa og øllum, sum hartil hoyrir! Øll tey nissuligu fáa ein lutaseðil frá Intersport. Teinarnir hendan dagin er 5 km og góðir 2 km. (Venda antin við Nema ella Berglon) – tiltakið verður leygardagin kl. 12.00 við Intersport.

Lesið um hesi bæði tiltøkini hjá Treysti á: www.treysti.fo

Á Tvøroyri verður eisini skipað fyri Nissurenning leygardagin. Tað er Hvistan, sum skipar fyri hesum rennitiltakinum, sum byrjar vestanfyri gomlu doktarahúsini kl. 13.00 og endar sama stað kl. 15.00. Sjálv renningin er ein”gakk og renn” á 3-5 km, so eisini her kunnu øll vera við!

Skipað verður fyri felags upphiting og eftir renningina bjóðar Hvistan gløgg og piparnøtur. Luttakararnir skulu sjálvandi minnast til nissuhúgvuna!

Her er slóð til grein á Suðurrás um Nissurenningina á Tvøroyri: http://www.sudurras.fo/20901

So hóast jólini stunda til, eru ongar umberingar fyri at lata skógvarnar torna upp. Veðrið er sum veðrið vil. Seinasta ár var satt ódnarveður, men kortini høvdu tey metluttøku bæði í Havn og Klaksvík, so man ikki eisini 2012 fara at enda sum eitt gott jólarenniár?


So heitt verður tað neyvan leygardagin….. (mynd stolin frá Treysti…. Gud viti hvar Treysti hevur stolið hana)

3 comments
0

Related Articles

3 comments

Fríðrikur 21.12.12 - 08:41

9. árið á rað skipar Hvirlan fyri kirkjurenning í Havn jólaaftansmorgun??? Visti ikki at Hvirlan var til fyri 9árum síðan???

Hallur 21.12.12 - 11:15

Ups…. tankatoskur. 9. árið at Rigmor skipar fyri.

Hallur 21.12.12 - 11:17

Roysnið skipar eisini fyri kirkjurenning. Byrjað verður frá Nes kirkju kl. 10.00 og endar verður í Rituvík, har suppa verður at fáa.

Comments are closed.