Home Nýggjastu tíðindi Kirkjurenningar í Klaksvík og Havn jólaaftan

Kirkjurenningar í Klaksvík og Havn jólaaftan

by Sølvi Reinert Hansen

Í morgin, Jólaaftan, verður skipað fyri sonevndum kirkjurenningum í Klaksvík og í Havn.

Treysti skipar fyri túrinum í Klaksvík. Møtt verður við Badmintonhøllina í Klaksvík kl. 9.30. Síðani verður farið til Kunoyar, har byrjað verður at renna umleið kl. 10. Málið fyri hendan umleið 12-13 km langa felagstúrin er Christianskirkjan í Klaksvík.

Í Havn skipar Hvirlan fyri kirkjurenning. Byrjað verður kl. 10 á Tórsbreyt. Og meðan tey vaksnu renna runt til kirkjur í Suðurstreymi, er virksemi fyri børn á við Tórsbreyt.

Í báðum førum er talan um felagstúrar, har øll eru hjartaliga vælkomin at taka lut. Meiri um tiltøkini kann lesast á heimasíðunum hjá feløgunum: trysti.fo og hvirlan.fo.

0 comment
0

Related Articles