Home Nýggjastu tíðindi Kunningarfundur um doping

Kunningarfundur um doping

by Hallur Holm

Týskvøldið 12 apríl kl 18:00 verður ein forvitnisligur kunningarfundur í ÍSF húsinum.

Evnið á fundinum er doping og fara stjórin í Anti Doping Danmark, Michael Ask og juridiskur ráðgevi í Anti Doping Danmark Jesper Frigast Larsen, at greiða frá.

Teir fara m.a. at tosa um nýggju dopingreglugerðina, sum kom í gildi 1. januar 2016.

Øll ítróttarfók, venjarar, leiðarar, nevndarlimir og onnur áhugað eru hjartaliga vælkomin, og vóna vit at síggja nógv fólk.

Nýggja dopingreglugerðin kann lesast her

Frigast
Jesper Frigast Larsen frá ADD verður við á kunnandi fundinum

—–

Soleiðis skrivar ÍSF á heimasíðu sínari. Í FÍF mæla vit eisini til, at okkara feløg verða væl umboðað bæði við nevndarlimum, venjarum og viðkomandi íðkarum.

 

0 comment
0

Related Articles