Home Nýggjastu tíðindi Marna Egholm sum trøll úr eskju

Marna Egholm sum trøll úr eskju

by Hallur Holm

Ólavsøkurenningin var sum vant 27. juli. Einir 200 rennarar, børn og vaksin vóru við í kapprenningini á Skálatrøð. Veðrið kundi næstan ikki vera betri enn hetta góðveðurskvøldið, og tað hevði eisini lokkað nógvar áskoðarar til kappingina. Ólavsøkurenningin hevur eins og flaggdagsrenningin ein serligan status, og aloftast møta allir teir sterkastur rennararnir til hesar kappingarnar.

Í ár fingu vit óvantaðar vinnarar. Vanliga tá vit hyggja í startlistarnar, kunnu vit rættiliga skjótt og við rímuligari vissu siga, hvør fer at vinna kappingina. Rebekka Fuglø mundi tí vera favorittur at vinna kvinnukappingina. Men á ólavsøku eru mangan ókend nøvn á startlistunum, og onkur óvæntaður útlendskur rennari  kann knappliga vísa seg at vera tann besti. Og so varð á ólavsøku í ár. Ein kvinna í Sparta-búna legði harðliga til brots langt frammi millum menninar. Og tað skuldi skjótt vísa seg, at dugur var í hesi kvinnuni, sum seinni vísti seg at vera føroyska Marna Egholm, sum býr og rennur í Danmark.

Hon var longu tíðliga í kappingini væl frammanfyri størsta kappingarneytan, Rebekku Fuglø. Sigurin var ongantíð í vanda, og Marna kom á mál við einari kanóntíð, 18.54 min. Sostatt er Marna millum bestu kvinnuligu rennarar yvirhøvur. Marna sigur, at hon annars næstan bert venur til maraton, og ½ maratonkappingar. Sera gleðiligt at staðfesta, at nú eiga føroyingar enn ein langteinatopprennara!  Vónandi fara vit at hoyra nógv meira um 33 ára gomlu Marnu í framtíðini.


Marna Egholm í Spartabúna her framman fyri Jan Elmar Sørensen, Carl Eli Nolsøe Samuelsen og Jóhan M. Jacobsen. (mynd: Hvirlan)

Rebekka gjørdist sum nevnt nummar tvey við 19.32 min, sum er ein sterk tíð hjá henni. Eisini Borgarhjørt Holm rann væl, og gjørdist ein rímiliga tryggur bronsuvinnari við 20.11 min, eitt sindur frammanfyri Durutu á Lofti og Rigmor N. Arge.

Lítið døgn undan kappingini, frættist at stórfavoritturin hjá monnunum Marnar Djurhuus vegna skaða ikki fór at renna. Hetta gjørdi so Sam Vang til favoritt, og hann livdi væl og virðiliga upp til hetta, tí  longu frá fyrstu løtu setti hann trumf á, og sigurin hjá honum kom ongantíð í vanda. Tíðin hjá honum gjørdist 17.02 min og var hann sostatt góðan hálvan minutt frammanfyri 53 ára gomlu ólavsøkulegenduna Bent Povlsen, 17.35 min. Kappingin um triðja plássi endaði við einari spennandi spurtkapping millum Einar Vang og Marnar Pattinson, har Einar var hin kvikari og vann bronsu við 17.42 min. – 1 sekund frammanfyri Marnar. Síðan var ikki langt millum rennararnar. Heilir 15 runnu undir 19 minuttir!

 


Sam Vang vann ein tryggan sigur á ólavsøkuni, og er við sínum 44 árum higartil elsti vinnari av ólavsøkurenningini. (mynd: Hvirlan)

 

Aftaná var barnarenning, har eini 70 børn runnu í teimum vanligu bólkunum. Her sóu vit fleiri av okkara sterku landsliðsrennarum vinna vakrar sigrar, men eisini her stakst okkurt ókent navn upp, og vann onkra kapping.


Barnarenningin eydnaðist væl. Heilt nógvir dreingir vóru í yngsta bólkinum, og ferðin var høg

Úrslitini hjá teimum vaksnu finnast á hesi slóðini: https://app.lap.io/event/2014-olavsoekurenning-vaksin/results

Úrslitini frá barnarenningini finnast á hesi slóðini: http://www.bragdid.fo/?p=4886

0 comment
0

Related Articles