Marna Egholm vísti stórform í Klaksvík

Skrivað hevur

Marna Egholm, sum býr niðri, og sum vanliga rennur fyri Sparta í Keypmannahavn, var komin heim til Føroya at renna um FM í hálvum maraton. Marna hevur hesar seinastu mánaðirnar sett føroyskt met á júst hesum teininum tvær ferðir og verið heilt nær við eina ferð.

Marna var sjálvandi greiður favorittur til kappingina, og spurningurin var meira, hvørjir av monnunum mundu standa henni kurl á bilfríu gøtunum í Klaksvík. Teir bestu menninir sóu tó lítið til Marnu fyrstu løtuna. Ferðin var rættiliga høg, og Marna hevði ætlanir um at renna sítt maratontempo, so hon lá eitt vet aftanfyri menninar.

Men tá rennararnir komu fram við málinum eftir sjey km, hevði Marna blandað seg millum fremstu rennaranar. Og har bleiv hon eisini verandi. Og tá til stykkis kom, var tað bert Martin Gravesen, sum megnaði at halda føroyska stórrennaranum aftanfyri. Og fyri triðju ferð í góðar fýra mánaðir rann Marna undir 1.20 tímar. Úrslitið var 1.19.53.


Marna Egholm tók tað róligt fyrstu løtuna, men tók síðan dystin upp við bestu menninar. Formurin nú undan oyggjaleikunum er júst har hann skal vera! (mynd: Jóannes Poulsen, Treysti)

Rigmor N. Arge hevur verið sera drúgv til kappingarnar á hálvum maraton, og so var eisini í gjár. Líka trygg sum Marna var á 1. plássi, líka trygg gjørdist Rigmor sum silvurvinnari. Hin vegin gjørdist kappingin um bronsuna sera spennandi, og bleiv ikki avgjørd fyrr enn á seinastu metrunum. Ann Mari av Skarði hevði triðja pláss gjøgnum alla kappingina, men Mona Rasmussen hevði alla tíðina eyguni eftir henni. Og tað eydnaðist eisini Monu á seinasta kilometrinum at renna seg fram um Ann Mari og sostatt vinna bronsum í FM ½ maraton.


Eins og í fjør, gjørdist talan aftur um silvur til Rigmor N. Arge úr Hvirluni. (mynd: Jóannes Poulsen, Treysti)


Avgerandi løtan í stríðnum um bronsuna hjá kvinnum. Mona Rasmussen úr Treysti er júst farin um málið, meðan Ann Mari av Skarði úr Bragdinum, til vinstru á myndini, bert manglar nakrar fáar metrar at koma á mál. (mynd: Jóannes Poulsen, Treysti)

Topp 10 í FM hjá kvinnum:

1 1 19 53 Marna L.V. Egholm 1981 Bragdið
2 1 34 54 Rigmor Napoleonsd. Arge 1969 Hvirlan
3 1 44 29 Mona Rasmussen 1969 Treysti
4 1 44 40 Ann-Mari av Skarði 1974 Bragdið
5 1 49 03 Ella Áarstein 1964 Treysti
6 1 49 36 Adelaid Kirke 1968 Hvirlan
7 1 49 39 Helga Súsanna Johansen 1981 Treysti
8 1 52 51 Margreth Augustinussen 1973 Hvistan
9 1 53 04 Hallbjørg Danielsen 1973 Roysnið
10 1 53 53 Ingun Sørensen 1971 Treysti

 

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*