Nógv fólk savnaðust á Skálatrøð í kvøld til árligu ólavsøkurenningina, hjá Bragdinum. Bæði rennarar og áskoðarar, sum saman savnaðu væl fleiri fólk enn Ó-konsertin, og garrvillu Sic.
Úrslitini verða neyvan klár fyrr enn í morgin, og verða tá løgd inn á hesa greinina saman við myndum.
Fyribilsúrslitið skulu tit tó ikki snýtast fyri:
Menn: 1. Marnar Djurhuus, 2. Sam Vang, 3. Bent Poulsen,
Kvinnur: 1. Bjørk Herup Olsen, 2. Stefanie Fresenius, 3. Borgarhjørt Holm
Marnar og Bjørk vunnu eisini trygt samlaðu Grand Prix-kappingina í opna bólkinum.
Sum sagt, verður meira í morgin. Úrslitini verða møguliga fyrst at síggja á www.bragdid.fo ….