Home Nýggjastu tíðindi Marnar og Rebekka vunnu FM í Crossrenning

Marnar og Rebekka vunnu FM í Crossrenning

by Guttorm Sørensen

(skrivað: Hallur)
Í allar fagrastu líkindum bleiv FM í Crossrenning avgreitt í Hoydølun fyrrapartin. Stilli, turt og hitin niður móti frostmarkinum. So blívur tað ikki betri. Heldur keðiligt var tað tó, at húsavørðurin hevði gloymt at lata upp fyri okkum, og at hann heldur ikki var at fáa fatur á. Tað gjørdi at fólk stóðu køld og bíðaðu, máttu skifta úti í túninum og í bilunum, umframt at renningin bleiv nærum 20 min. seinkað.

Aftur í ár gjørdist talan um metluttøku til eina cross-kapping í Føroyum. Tað kann vera, at tað umframt at vera ein øðrvísi kapping, eisini eru stigini í Vetrarkappingini, sum draga. FM í cross er nevniliga samstundis 4. umfar av væl umtóktu Vetrarkappingini.

 


8 km við grasi, grúsi og brekkum fyri framman. (2,8 km hjá dreingjum og gentum)

At Marnar Djurhuus er í serflokki innan langteinarenning í Føroyum, kom serliga týðiliga til sjóndar í dag. Frá byrjan legði hann hart trýst á sínar kappingarneytar, og longu eftir fyrsta av teimum seks umførunum hevði hann lagt sjógv ímillum seg og restina. Og fyri hvørt einasta umfar hann rann, sást týðiliga øktur munur til hinar. Tá Marnar kom á mál, var hann 2.16 min frammanfyri nr. 2, sum var Sam Vang. Sam hevði annars ligið javnur við Borgar Biskopstø fyrru helvt av kappingini, men tá hann sá Hall Holm nærkast teimum, setti hann meira ferð á, og rann seg á eitt trygt annaðpláss. Hallur rann seg spakuliga frá sætta plássi fram á triðja pláss, men kom tó aldrin so langt sum at hótta Sam á øðrum.

   
Marnar fullkomiliga óvinnandi í løtuni, hóast Sam og Hallur taka seg fram.

Eisini Einar Gregersen rann eina javnt góða kapping í dag, har hann rann seg fram gjøgnum feltið, og fekk sítt higartil besta úrslit í Vetrarkappingini í ár. Við sínum fjórða plássi vann hann samstundis silvur og var fyri fyrstu ferð framman fyri Rúna Seloy, sum vann bronsu hjá unglingunum. Gullið gjørdu teir sjálvsagt einki við…. tað átti Marnar Djurhuus.

   
Hart at vinna unglingabólkin, tá Marnar er partur av honum. Men í dag eydnaðist so Einari at basa Rúna.

Tær mest spennandi kappingarnar í vetur hava verið hjá gentum og dreingjum, sum í dag runnu tvey umfør, ella umleið 2,8 km. Gentukappingin fekk í dag ein nýggjan vinnara, eftir at Sára Debesardóttir hevði vunnið tríggjar tær fyrstu. Eftir fyrra umfar var tað Oddvør Josepsen, sum var fremst. Men einki sá tó út til at vera avgjørt, tí bert nakrar fáar metrar aftari kom Sára. Tær hildu so niðan í viðarlundina fyri seinastu ferð, men tá tær komu til sjóndar aftur á veg oman á fløtuna, hevði Oddvør í veruleikanum avgjørt kappingina. Á málinum var Oddvør ein hálvan minutt framman fyri Sáru. Á triðja plássi, ein lítlan minutt eftir Sáru, kom Rutt Gregersen, sum eisini er nr. 3 samanlagt.

   
Oddvør, Sára og Rutt eiga allar eina stóra framtíð innan renning. Sera sera hugagóðar eru tær altíð!

Hjá dreingjunum bleiv sera javnt í dag. Ungi Gunnar Sivertsen, legði bragdliga fyri, og komin úr viðarlundini fyrru ferðina, var hann farin nakrar metrar undan Teiti Bjarnastein. Teitur fekk tó runnið hann inn aftur, og tá teir so komu úr viðarlundini aðru ferð, var tað nú Teitur, sum var farin undan Gunnari. Men Gunnar gavst ikki so. Spakuliga vann hann metrarnar aftur og síðani fylgdust teir eina løtu, til Gunnar aftur royndi at sleppa avstað. Men Teitur helt tó fast, og seinastu 100 metrarnar fekk hann víst, at hann enn er tann stinnari. At enda var munurin tó bert trý sekund. Nakað aftanfyri teir báðar fremstu kom Steingrímur Hallsson á triðja plássi.

   
Teitur og Gunnar góvu alt teir áttu, meðan Steingrímur fyribils sparir uppá kreftirnar…..

Eins og Marnar hevur verið tryggur vinnari hjá monnunum í ár, hevur Rebekka Fuglø verið tað hjá kvinnunum eins væl og hjá kvinnuunglingunum, har hon fyri tað mesta hevur kappast einsamøll. Tey vunnu bæði FM í crossrenning í fjør, og so varð aftur í ár. Og bæði tóku tey umleið ein minutt av tíðini frá í fjør, tá vøllurin var nakað vátari. Rebekka var sera væl nøgd við renningina í dag, har hon alsamt økti leiðsuna, sum at enda gjørdis beint undir tveir minuttir. Durita R. á Lofti rann eisini eina góða kapping í dag og rann eitt trygt silvurmerki heim – hálvanannan minutt skjótari enn í fjør! Kappingin um bronsuna bleiv eitt sindur meira litrík. Onkuntíð við bláu Ann Thomsen á odda, onkuntíð við gulu Ellu Áarstein fremst, men at enda við reyðu Birnu Mohr Joensen á bronsuplássinum. Hetta var fyrstu ferð ein kvinna úr Hvirluni vann heiðursmerki í Vetrarkappingini, og tað er sjálvandi gleðiligt, tá fleiri feløg liggja framvið. Tær báðar, Ann Thomsen og Ella Áarstein vunnu so ávikavíst gull og silvur hjá veteran-kvinnunum.

    
Renniprinsessan Rebekka vann á vakurleikadrottningunum Duritu og Birnu.

 

   
Bítast og klórast um dagin, hálsfevnast um náttina.

Borgar Biskopstø, sum hevur vunnið tvey tey seinastu umførini hjá veteranunum, hevði ein av sínum sjáldsomu vánaligari døgum í dag. Hetta gav so Halli Holm møguleikan at útjavna veteransigrarnar til 2-2. Heini Gregersen, sum vesturi í Sørvági gjørdist nr. 4, var nú aftur at síggja á triðja plássi. Heilt frammi á 10. plássi kom maðurin, sum í veruleikanum er ov gamal til superveteranarnar. Æviga ungi Jens Weihe var ísakaldur, og lat seg ikki trýsta av 10 ár yngra fjallaklintraranum, Pól Sundskarð á øðrum plássi. Pól helt tó góða frástøðu til Jóannes Ortind, sum enn einaferð vann bronsu.

   
Ein vælnøgdur Hallur basti Borgari, sum hevði ein ringan dag. Hin nú so eygagóði Heini var aftur at síggja á pallinum.

   
Føroyska svarið uppá Hulk vann aftur tryggan sigur. Í dag framman fyri Pól Fjallatind og Jóannes Ortind.


Birna Mohr Joensen var fyrsta kvinna úr Hvirluni á heiðursmerkjapallinum!


Besti spurtur í dag stóð millum Martin og Sofus! Hvør vann?


Hóast speakarin heldur hevði viljað runnið millum trøini eins og hini, so setti hann tó sín serliga dám á kappingina.


“Stóra tøkk til Bragdið fyri væl avgreidda kapping. Takk fyri kaffi, te, saft, skuffukøkur og vafflur við róma og súltutoyi. Harafturat eina stóra tøkk til Niels Jákup Jakobsen, sum setti renniteinin saman og avgreiddi kapping og úrslit! Tøkk fyri Umhvørvisstovuna og skúlan í Hoydølum fyri vísta vælvild!

Fleiri myndir frá renningini eru at finna í myndasavninum hjá Treysti. 

Úrslit frá FM Cross (VK-4) 2. februar 2013 kl. 11.00 í Hoydølum  
             
Dreingir 1997-2001 (uml. 2,3 km)      
1 10,53 Teitur Bjarnastein 1997 Bragdið 50
2 10,56 Gunnar Sivertsen 1999 Treysti 47
3 12,06 Steingrímur Hallson 1997 Bragdið 45
             
Gentur 1997-2001 (uml. 2,3 km)        
1 12,47 Oddvør Josephsen 2001 Treysti 50
2 13,16 Sára Debesardóttir 1998 Bragdið 47
3 14,10 Rutt Gregersen 2001 Treysti 45
             
Kvinnur opin -1996 (uml. 8 km)        
1 39,02 Rebekka Fuglø 1993 Treysti 50
2 40,58 Duruta Reginsd. á Lofti 1969 Bragdið 47
3 42,51 Birna Mohr Joensen 1970 Hvirlan 45
4 43,19 Ann Thomsen 1966 Bragdið 43
5 44,00 Ella Áarstein 1964 Treysti 41
             
Menn opin -1996 (uml. 8 km)        
1 31,13 Marnar Djurhuus 1995 Treysti 50
2 33,29 Sam Vang 1970 Bragdið 47
3 33,42 Hallur Holm 1967 Bragdið 45
4 34,12 Einar Gregersen 1995 Treysti 43
5 34,21 Niels Poulsen 1972 Bragdið 41
6 34,54 Borgar Biskopstø 1962 Treysti 40
7 35,20 Rúni Seloy 1994 Bragdið 39
8 35,41 Marnar Pattinson 1970 Treysti 38
9 36,32 Heini Gregersen 1964 Treysti 37
10 37,00 Jens R. Weihe 1947 Frælsi 36
11 37,40 Arnfinn Johannessen 1965 Roysnið 35
12 37,44 Jonhard Larsen 1966 Treysti 34
13 38,22 Eirikkur Joensen 1967 Treysti 33
14 39,30 Dan Knudsen 1962 Bragdið 32
15 39,32 Pól Sundskarð 1957 Treysti 31
16 40,00 Jóhan E. Simonsen 1969 Bragdið 30
17 40,38 Egil Olsen 1963 Roysnið 29
18 41,11 Hilmar Høgenni 1962 Bragdið 28
19 41,13 Allan Dalsgarð 1972 Bragdið 27
20 41,17 Martin Dam Joensen 1967 Bragdið 26
21 41,35 Herluf Jakobsen 1963 Bragdið 25
22 42,00 Arnfinnur Helmsdal 1970 Bragdið 24
23 43,06 Rúni Simonsen 1973 Bragdið 23
24 43,11 Rúni Jacobsen 1965 Treysti 22
25 43,22 Martin Sivertsen 1973 Treysti 21
25 43,22 Sofus Poulsen 1965 Frælsi 20
27 43,34 Jóannes Ortind 1951 Bragdið 19
28 43,51 Herluf Hansen 1973 Bragdið 18
29 45,22 Robert Vilhelmsen 1951 Bragdið 17
30 45,41 Jan Egholm 1972 Bragdið 16
31 46,02 Fridrikur Blahamar 1965 Bragdið 15
32 52,07 Álvur Áarstein 1954 Treysti 14
33 53,14 Eyðbjørn Poulsen 1967 Treysti 13
             
Kvinnuunglingar 1992-1996 (uml. 8 km)      
1 39,02 Rebekka Fuglø 1993 Treysti 50
             
Kvinnur vet. 1958-1967 (uml. 8 km)      
1 43,19 Ann Thomsen 1966 Bragdið 50
2 44,00 Ella Áarstein 1964 Treysti 47
             
Mansunglingar 1992-1996 (uml. 8 km)      
1 31,13 Marnar Djurhuus 1995 Treysti 50
2 34,12 Einar Gregersen 1995 Treysti 47
3 35,20 Rúni Seloy 1994 Bragdið 45
             
Menn vet. 1958-1967 (uml. 8 km)      
1 33,42 Hallur Holm 1967 Bragdið 50
2 34,54 Borgar Biskopstø 1962 Treysti 47
3 36,32 Heini Gregersen 1964 Treysti 45
4 37,40 Arnfinn Johannessen 1965 Roysnið 43
5 37,44 Jonhard Larsen 1966 Treysti 41
6 38,22 Eirikkur Joensen 1967 Treysti 40
7 39,30 Dan Knudsen 1962 Bragdið 39
8 40,38 Egil Olsen 1963 Roysnið 38
9 41,11 Hilmar Høgenni 1962 Bragdið 37
10 41,17 Martin Dam Joensen 1967 Bragdið 36
11 41,35 Herluf Jakobsen 1963 Bragdið 35
12 43,11 Rúni Jacobsen 1965 Treysti 34
13 43,22 Sofus Poulsen 1965 Frælsi 33
14 46,02 Fridrikur Blahamar 1965 Bragdið 32
15 53,14 Eyðbjørn Poulsen 1967 Treysti 31
             
Menn supervet. -1957 (uml. 8 km)      
1 37,00 Jens.R Weihe 1947 Frælsi 50
2 39,32 Pól Sundskarð 1957 Treysti 47
3 43,34 Jóannes Ortind 1951 Bragdið 45
4 45,22 Robert Vilhelmsen 1951 Bragdið 43
5 52,07 Álvur Áarstein 1954 Treysti 41

 

0 comment
0

Related Articles