Home Nýggjastu tíðindi Marnar og Rigmor í serflokki

Marnar og Rigmor í serflokki

by Guttorm Sørensen

Á øðrum sinni varð FM í ½ maraton hildið í Klaksvík. Í fjør hevði Treysti gjørt nógv burturúr, og ikki var sørt, at menn sunnan av landi spískaðu eyguni, tá teir sóu hvussu væl fyriskipað var. Men seinasta leygardag var enn meira gjørt burturúr. Heiðursmerkjahandanin fór fram í badmintonhøllini, og var ein partur av heilsuvikuni hjá Klaksvíkar býráð. Ja, hetta var endabresturin, og sjálvur borgarstjórin handaði FM-heiðursmerkini.

Eisini varð skipað soleiðis fyri í ár, at bilar vóru ikki á rutuni. Reint ítróttarliga er hetta eitt stórt framstig, at rennarar kunnu renna á vegnum, og einans hugsavna seg um renningina, og ikki um bilar frá høgru og vinstru. Við bilfríari  kapping er trygdin sjálvandi eisini í hásæti. Klaksvíkar Kommuna skal hava tøkk fyri at teir vildu ganga ynskjunum hjá Treysti á møti, tí hetta var ikki nøkur sjálvfylgja, í einum landi, har bilarnir annars eru meira heilagir enn kýrnar í Indialandi.


Metstóra fjøldin heldur avastað

Veðurvánirnar fyri kappingina vóru heldur keðiligar. Nýggjudagaforsøgnin var so ótespilig, at varð hon veruleiki, ja so var lítið annað til at taka enn at útseta. Eyga varð hildið við hvørjari einastu veðurtænastu á netinum, og álit sett á ta síðuna, sum lovaði frægasta veðrið. Dagarnir gingu og fyri hvønn dagin lovaðist lagaligari veður. Seinasta var, at vindurin skuldi minka og tað skuldi slíta í, júst tá kappingin skuldi skjótast í gongd. Hesum var ilt at trúgva, tá man koyrdi norður leygarmorgunin. Grovur vátaslettingur og nógvur vindur allan vegin norður. Men alt álit varð sett á yr.no, og tað skuldi ikki verða til fánýtis. Hálvan tíma undan startinum tornaði, og vindurin var eisini makaður so mikið, at tað í veruleikanum vóru fín rennilíkindi. At vit so fingu eitt grovt æl ein tíma inni í renningini bilti ikki so nógv, hóast einki stóð um hetta ælið á netinum.

Guttorm Sørensen, sum vegna Treysti var høvðusfyriskipari av tiltakinum segði nøkur orð og greiddi frá nøkrum praktiskum viðurskiftum áðrenn formaðurin í Treysti, Jonhard Larsen, skeyt metstóra FM-feltið avstað kl. gott tíggju minuttir yvir tvey, og løtu seinni tustu teir 165 ½maratonrennararnir út eftir Klaksvíksvegnum.


Út eftir Klaksvíksvegnum…….

Ferðin hjá teimum fremstu monnunum var ikki so stór fyrstu løtuna, og menn høvdu hug at skemtast. “Hetta er fyrstu ferð síðani norðoyastevnu í 1987, at eg havi allan Klaksvíksvegin fyri meg sjálvan. Tá var hann tó ikki nóg breiður”, helt oyramaðurin fyri. Marnar Djurhuus hevði tá longu hoyrt nokk av gamlamannavrøvli og segði farvæl og takk. Hann setti spitaran í botn, og slepti honum ikki aftur, fyrr enn á málinum, har hann tveitti seg fram eftir rommum niður í asfaltið at rinda møðina. 1.14.35 tímar segði dómarin, og var hetta ein lemjandi sigur hjá Marnari heilar fimm minuttir undan teimum næstu. Tíðin hjá Marnari er eisini ein av teimum allarbestu, sum er runnin her á landi. Hóast Marnar einans er 18 ár, er hetta longu triðja ferðin at hann gerst føroyameistari í ½ maraton!!


Spitaran í botn og hárið beint uppeftir vísti seg at vera rætta uppskriftin.

 

Sam Vang kom næstur á mál. Hann hevði ligið og lúrt í ein góðan tíma, tá hann sum leyvan sprakk avstað. Hallur Holm hevði gjøgnum einar 19 kilometrar roynt at sleppa av við Sam og Hansen-brøðurnar Andrias og Eirik. Hetta eydnaðist tó ongantíð, og tá teir vendu við Nema á seinasta sinni, helt Sam avstað. Eirikur og Andrias royndu eftir besta førimuni at halda aftaná, meðan Hallur beinanvegin dragnaði avgerandi, hóast hann eisini økti eitt vet. Ferðin var stór heim eftir, og Hansen-brøðurnir treiskaðust alsamt, men Sam helt allan vegin, og kom á mál við 1.19.10 tímar – 10 sekund frammanfyri Andrias, sum 200 metrar áðrenn málstrikuna fekk eitt lítið hol aftur til Eirik, sum á fjórða plássi tó bara endaði trý sekund aftanfyri Andrias á triðja. Hallur endaði á fimta plássi við 1.19.48 tímar. Á næstu plássunum rættiliga javnir komu fyrst Borgar Biskopstø, Niels Poulsen og Cecil Weihe.


Tokið er við at koyra undan Borgari. Hinir fýra komu á mál í øvugtari raðfylgju. Kann man læra nakað av tí? Á myndini er tað fyrst Hallur, síðani Eirikur, Andrias, Sam og Borgar.

Tað hevur leingi verið sæð við spenningi fram móti kvinnukappingini, tí tað sá út til, at fleiri vóru um boðið at stinga av við FM-heitinum. Men úrslitið á Flaggdegnum vísti tó, at Rigmor N. Arge var í kanónformi, og tá hon rennur skjótt á 7 km, plagar hon at kunna renna næstan líka skjótt einar 14 afturat. Duruta á Lofti og Rebekka Fuglø fylgdu við Rigmor fyrstu 3-4 kilometrarnar, men tað var skjótt, at Rigmor skræddi seg leysa, og rann longur og longur undan øllum, til hon kom á mál við útmerkaðu tíðini 1.31.26 tímar.


Sigurssæl hevjar Rigmor armarnar yvir høvd, tá hon endurvinnur sítt føroyameistaraskap

Í kappingini um 2. og 3. plássið fylgdust Rebekka og Duruta  meira enn hálva leið, men Duruta vísti seg at verða drúgvari, og tá saman um kom, hevði hon lagt Rebekku meira enn tveir minuttir aftur um seg. Duruta fekk 1.35.24 og Rebekka fekk 1.37.38. Tórvør Vang rann seg alt nærri og nærri triðjaplássinum, men loksins manglaði hon bert 21 sekund í at fáa Rebekku aftur. Á næstu plássunum, stutt aftanfyri komu Ann Thomsen, Annika Thomsen, Beinta Hoydal Joensen og Ella Áarstein. Harmiligt at hesar ikki hava satsað uppá renning á yngri árum, tí talentið hava tær heilt víst havt, tá tær framvegis liggja undir 1.40.

Leingi togaðust tær um silvur, men loksins dróg Duruta væl frá Rebekku, sum tó var sera væl nøgd við bronsuna

 

Skal ikki gera so nógv meira burturúr hesi eftir hondini ófesku søgu. Skal tó rósa Treysti almikið fyri at seta so stórt projekt uppá beinini. Tað er sera stuttligt at møta til slík tiltøk, har tú merkir, at tú veruliga ert í tryggum hondum. Hetta tiltakið stendur væl og virðiliga mát við líknandi tiltøk uttanlands. Tvey myndasøvn frá renningini eru á síðuni hjá Treysti og eisini Norðlýsið hevur ein hóp av myndum. Niðanfyri eru úrslitini.Fremst eru samlað úrslit fyri kvinnur og menn. Harnæst eru úrslitini frá FM í hálvmarathon, og síðani koma úrslitini frá Eik hálvmarathon, motións renning og niðast eru úrslitini frá barnarenningini.

 

Úrslit Eik hálvmarathon Klaksvík 2013 leygardagin 4. mai kl. 14.00
Samlað úrslit kvinnur 
Úrslit Startnr. Tíð Fornavn Eftirnavn Føðiár Býur Felag
1 449 1.31.26 Rigmor N. Arge 1969 Tórshavn HVIRLAN
2 445 1.35.24 Duruta R. á Lofti 1969 Argir BRAGDIÐ
3 245 1.37.38 Rebekka Fuglø 1993 Norðdepil TREYSTI
4 448 1.37.59 Tórvør Østerø Vang 1969 Hoyvík BRAGDIÐ
5 486 1.38.26 Ann Thomsen 1966 Hoyvík BRAGDIÐ
6 347 1.38.30 Annika Thomsen 1981 Tórshavn BRAGDIÐ
7 441 1.39.12 Beinta Hoydal Joensen 1971 Hoyvík BRAGDIÐ
8 490 1.40.55 Ella Áarstein 1964 Klaksvík TREYSTI
9 447 1.44.48 Mona Rasmussen 1969 Klaksvík TREYSTI
10 436 1.45.06 Sigrid Bjartalíð 1972 Viðareiði TREYSTI
11 244 1.45.58 Linda O. Andreasen 1993 Argir BRAGDIÐ
12 442 1.47.16 Birna Mohr Joensen 1970 Tórshavn HVIRLAN
13 489 1.50.43 Morid Jacobsen 1965 Tórshavn BRAGDIÐ
14 487 1.50.45 Vera Larsen 1966 Klaksvik TREYSTI
15 545 1.52.33 Ruth Johannesen 1962 Klaksvík TREYSTI
16 496 1.52.51 Adelaid Kirke 1968 Kaldbak ONKI
17 485 1.55.40 Astrid Joensen 1967 Fuglafjørður ROYSNIÐ
18 432 1.56.40 Hallbjørg Danielsen 1973 Saltangará ROYSNIÐ
19 444 1.56.58 Eydna Weihe 1969 Tórshavn BRAGDIÐ
20 439 1.58.22 Ingun G. Sørensen 1971 Klaksvík TREYSTI
21 393 1.58.27 Súsanna Lydersen 1978 Klaksvík TREYSTI
22 440 1.59.09 Jorie Josephsen 1971 Klaksvík TREYSTI
23 434 2.02.51 Elsa Højgaard Joensen 1973 Tórshavn ONKI
24 549 2.03.02 Elin Dahl 1960 Oyri ONKI
25 648 2.03.41 Louisa Svensson 1952 Tórshavn BRAGDIÐ
26 348 2.04.24 Maria Niclasen 1980 Viðareiði ONKI
27 248 2.04.57 Vígdis Fjallstein 1989 Torshavn ONKI
28 498 2.05.12 Birita Samuelsen 1968 Torshavn BRAGDIÐ
29 398 2.07.30 Bjørg Patursson 1975 Vestmanna ONKI
30 437 2.07.33 Jóna Klara Borgarlíð 1972 Vestmanna ONKI
31 493 2.07.54 Jóngerð Biskopstø 1964 Klaksvík TREYSTI
32 395 2.07.57 Tanja Peteresn 1977 Klaksvík TREYSTI
33 446 2.08.00 Kathe Klakstein 1969 Klaksvik TREYSTI
34 494 2.08.40 Susan Jacobsen 1964 Klaksvík TREYSTI
35 497 2.08.44 Ruth Winther 1968 Hoyvík BRAGDIÐ
36 394 2.09.14 Tina Kruse Dam 1977 Tórshavn BRAGDIÐ
37 649 2.09.24 Haidi Olsen 1951 Vestmanna ONKI
38 484 2.10.12 Herdis Vernersdóttir 1967 Klaksvík TREYSTI
39 499 2.11.23 Vár Berghamar Jacobsen 1965 Tórshavn BRAGDIÐ
40 349 2.12.36 Svanna Lutzen 1979 Klaksvik ONKI
41 491 2.16.06 Petra Jacobsen 1964 Klaksvik TREYSTI
42 488 2.19.36 Maria Biskopstø 1965 Tórshavn BRAGDIÐ
43 647 2.20.17 Henny Gerðalíð 1952 Klaksvík TREYSTI
44 435 2.20.21 Halldis á Grønastøð 1972 Klaksvík TREYSTI
45 397 2.23.43 Nancy Poulsen 1976 Skála ONKI
46 246 2.23.56 Fríða vid Streym 1991 Norðskáli ONKI
47 546 2.24.26 Malan Vágsgarð 1961 Klaksvík TREYSTI
48 396 2.27.16 Jóhanna Vid Streym 1976 Norðskáli ONKI
49 548 2.28.19 Guðny Hammer 1960 Klaksvík TREYSTI
50 433 2.31.47 Tonja Ziskason 1973 Klaksvík ONKI
51 543 2.35.29 Ingrið Fuglø 1963 Norðdepil TREYSTI
52 249 2.42.56 Sólgerð á Kinn 1984 Klaksvík TREYSTI
53 547 2.53.38 Ebba Jacobsen 1961 Haraldssund TREYSTI
399 DNF Durita í Grótinum 1974 Tórshavn ONKI
247 DNF Elsba Rasmussen 1991 Klaksvík TREYSTI
346 DNF Martha Gregersen 1982 Strendur ROYSNIÐ
443 DNS Katrin Rubek Nielsen 1970 Tórshavn BRAGDIÐ
438 DNS Maria Svabo Hansen 1972 Tórshavn BRAGDIÐ
544 DNS Beinta á Bergi 1962 Klaksvík TREYSTI
492 DNS Karin Kirke Petersen 1964 Klaksvík TREYSTI
495 DNS Margreta Knudsen 1964 Hoyvík ONKI
Samlað úrslit menn
Úrslit Startnr. Tíð Fornavn Eftirnavn Føðiár Býur Felag
1 201 1.14.35 Marnar Djurhuus 1995 Morskranes TREYSTI
2 414 1.19.10 Sam Vang 1970 Hoyvik BRAGDIÐ
3 301 1.19.20 Andrias Hansen 1982 Tórshavn BRAGDIÐ
4 305 1.19.27 Eirikur Hansen 1980 Argir BRAGDIÐ
5 453 1.19.48 Hallur Holm 1967 Tórshavn BRAGDIÐ
6 509 1.23.52 Borgar Biskopstø 1962 Klaksvik TREYSTI
7 410 1.24.12 Niels Poulsen 1972 Tórshavn BRAGDIÐ
8 466 1.24.34 Cecil Weihe 1965 Tórshavn BRAGDIÐ
9 354 1.28.01 Magni Jacobsen 1976 Skála TREYSTI
10 462 1.28.09 Albert Johansen 1966 Sørvágur FRÆLSI
11 504 1.28.35 Andrass Joensen 1963 Hoyvik BRAGDIÐ
12 516 1.28.56 Absalon Hansen 1959 Tórshavn BRAGDIÐ
13 408 1.29.23 Lau Jensen 1972 Eiði ONKI
14 202 1.29.46 Einar Gregersen 1995 Klaksvík TREYSTI
15 355 1.29.58 Regin Thomsen 1976 Norðskáli BRAGDIÐ
16 206 1.30.00 Jannick Hjaltalin 1991 Kollafjørður ONKI
17 603 1.30.17 Jens R Weihe 1947 Sørvágur FRÆLSI
18 460 1.30.26 Jóhan M Jacobsen 1966 Skála ROYSNIÐ
19 415 1.32.07 Jóhan E. Simonsen 1969 Tórshavn BRAGDIÐ
20 456 1.32.26 Eirikkur Joensen 1967 Oyndarfjørður ROYSNIÐ
21 506 1.32.36 Dan Knudsen 1962 Hoyvík BRAGDIÐ
22 475 1.33.00 Andreas Josephsen 1968 Klaksvík TREYSTI
23 461 1.33.52 Hjalmar Jacobsen 1966 Tórshavn BRAGDIÐ
24 353 1.34.08 Finn Johannessen 1978 Vágur HVISTAN
25 501 1.34.38 Herluf Jakobsen 1963 Tórshavn BRAGDIÐ
26 361 1.34.51 Bjørn Kunoy 1974 tórshavn BRAGDIÐ
27 464 1.34.58 Arnfinn Johannessen 1965 Nes ROYSNIÐ
28 513 1.35.16 Rani Nolsøe 1959 Klaksvík TREYSTI
29 502 1.35.38 Jógvan Edvard L. Joensen 1963 Hoyvík BRAGDIÐ
30 303 1.35.49 Eskild Norðbúð 1981 Klaksvík TREYSTI
31 212 1.36.19 Bjartur Tórhalsson 1985 Vestmanna ONKI
32 454 1.36.37 Símun Akursmørk 1967 Klaksvik TREYSTI
33 403 1.37.12 Herluf Hansen 1973 Tórshavn BRAGDIÐ
34 514 1.37.22 Kári Simonsen 1959 Tórshavn BRAGDIÐ
35 507 1.37.42 Hilmar Høgenni 1962 Tórshavn BRAGDIÐ
36 477 1.37.49 Kristmund Johannessen 1968 Skála ONKI
37 406 1.37.55 Jan Petersen 1972 Klaksvík TREYSTI
38 209 1.38.04 John Martin Andreasen 1987 Vestmanna ONKI
39 309 1.38.49 Regin Mittún Petersen 1979 Tórshavn BRAGDIÐ
40 412 1.38.54 Arnfinnur Helmsdal 1970 Tórshavn BRAGDIÐ
41 416 1.39.22 Eyðun Simonsen 1969 Hoyvík BRAGDIÐ
42 552 1.40.29 Virgar Dahl 1958 Oyri ONKI
43 358 1.41.57 Johnny í Grótinum 1975 Tórshavn ONKI
44 602 1.42.29 Jóannes Ortind 1951 Tórshavn BRAGDIÐ
45 468 1.44.01 Sverri Mohr Edvinsson 1965 Tórshavn ONKI
46 407 1.45.38 Birgir av Vollanum 1972 Signabø ONKI
47 405 1.45.55 Hans Petur Højgaard 1972 Saltangará ROYSNIÐ
48 360 1.46.16 S. Erling Høgnesen 1974 Tórshavn ONKI
49 302 1.46.47 Páll Oddur L. Rubeksen 1982 Tórshavn ONKI
50 470 1.46.49 Niels Hansson 1964 Tórshavn BRAGDIÐ
51 409 1.46.56 Allan Dalsgarð 1972 tórshavn BRAGDIÐ
52 473 1.47.27 Ólavur Gunnarsson 1964 Tórshavn ONKI
53 476 1.47.57 Terje Hansen 1968 Gøtugjógv ROYSNIÐ
54 308 1.48.04 Jan Rasmussen 1979 Tórshavn BRAGDIÐ
55 508 1.48.05 Bartal Kass 1962 Tórshavn ONKI
56 458 1.48.08 Árni Ellefsen 1966 Tórshavn ONKI
57 551 1.48.16 Theodor Askham Olsen 1958 Árnafjørður TREYSTI
58 213 1.48.37 Jákup Hansen 1984 Árnafjødur ONKI
59 479 1.48.41 Jens Hjørleif Hansen 1968 Hoyvík ONKI
60 404 1.49.19 Jan Egholm 1972 Tórshavn BRAGDIÐ
61 402 1.49.23 Albin Johannessen 1973 Klaksvík TREYSTI
62 356 1.49.26 John Syderbø 1976 Hoyvík ONKI
63 467 1.49.52 Rúni Jacobsen 1965 Saltangará ROYSNIÐ
64 457 1.50.03 Jan Matras 1966 Klaksvik TREYSTI
65 211 1.50.31 Jón Syderbø 1987 Klaksvik ONKI
66 511 1.51.39 Dávid Reinert Hansen 1960 Oyri ONKI
67 208 1.52.30 Jógvan Elias Joensen 1989 Tórshavn ONKI
68 451 1.52.33 Kjartan Egholm 1967 Tórshavn BRAGDIÐ
69 401 1.53.20 Martin Sivertsen 1973 Nord depli TREYSTI
70 411 1.53.40 Hans Jacob Petersen 1971 Klaksvìk TREYSTI
71 307 1.54.10 Mogens Fríði Petersen 1979 Klaksvík TREYSTI
72 465 1.54.33 Sofus Poulsen 1965 Vatnsoyrar FRÆLSI
73 463 1.55.39 Kristian Eliasen 1966 Klaksvík TREYSTI
74 510 1.56.38 Heðin Í Frammistovu 1961 Hvannasund TREYSTI
75 304 1.57.28 Stefan Møller Jørgensen 1980 Tórshavn BRAGDIÐ
76 469 1.58.17 Fridrikur Blahamar 1965 Torshavn BRAGDIÐ
77 351 1.59.15 Sølvi Simonarson 1978 Klaksvik FRÆLSI
78 503 2.00.48 Esmar Johannesen 1963 Klaksvík TREYSTI
79 205 2.01.12 Robert Sivertsen 1993 Klaksvík ONKI
80 413 2.02.03 Marnar Pattinson 1970 Saltangará ROYSNIÐ
81 478 2.02.03 Uni Rasmussen 1968 Norðragøta ONKI
82 472 2.02.53 Johnni Muller Jacobsen 1964 Klaksvik TREYSTI
83 352 2.04.39 Ragnar vid Streym 1978 Tórshavn ONKI
84 207 2.04.57 Hans Jacob Joensen 1989 Klaksvík ONKI
85 210 2.07.52 Regin vid Streym 1987 Norðskáli ONKI
86 553 2.11.32 Álvur Áarstein 1954 Klaksvík TREYSTI
87 204 2.12.43 Karstin Neshamar 1994 Klaksvik ONKI
88 203 2.18.09 Rógvi Jakobsen 1995 Klaksvík ONKI
89 512 2.23.22 Dánjal Joensen 1960 Miðvágur FRÆLSI
90 651 2.47.29 Regin Jóanesarson 1945 Vestmanna TREYSTI
306 DNF Bogi Gregersen 1980 Strendur ONKI
359 DNF Sadiqull Patawary 1974 Klaksvik ONKI
554 DNF Magnus Henriksen 1954 Klaksvík TREYSTI
517 DNF Árni Jakobsen 1959 Tórshavn BRAGDIÐ
474 DNF Heini Gregersen 1964 Klaksvík TREYSTI
505 DNF Jógvan Næs 1962 Skála ONKI
515 DNF Óla Jákup Kristoffersen 1959 Hoyvík BRAGDIÐ
455 DNF Súni Jacobsen 1967 Tórshavn BRAGDIÐ
357 DNS Sjúrður E. Tausen 1975 Hov HVISTAN
601 DNS Gunnar Simonsen 1952 Norðdepli TREYSTI
452 DNS Eyðbjørn Poulsen 1967 Klaksvík TREYSTI
459 DNS Jonhard Larsen 1966 Klaksvík TREYSTI
471 DNS Petur Vitalis 1964 Klaksvík TREYSTI
Úrslit FM hálvmarathon 2013 kvinnur opin bólkur (-1996)
Úrslit Startnr. Tíð Fornavn Eftirnavn Føðiár Býur Felag
1 449 1.31.26 Rigmor N. Arge 1969 Tórshavn HVIRLAN
2 445 1.35.24 Duruta R. á Lofti 1969 Argir BRAGDIÐ
3 245 1.37.38 Rebekka Fuglø 1993 Norðdepil TREYSTI
4 448 1.37.59 Tórvør Østerø Vang 1969 Hoyvík BRAGDIÐ
5 486 1.38.26 Ann Thomsen 1966 Hoyvík BRAGDIÐ
6 347 1.38.30 Annika Thomsen 1981 Tórshavn BRAGDIÐ
7 441 1.39.12 Beinta Hoydal Joensen 1971 Hoyvík BRAGDIÐ
8 490 1.40.55 Ella Áarstein 1964 Klaksvík TREYSTI
9 447 1.44.48 Mona Rasmussen 1969 Klaksvík TREYSTI
10 436 1.45.06 Sigrid Bjartalíð 1972 Viðareiði TREYSTI
11 244 1.45.58 Linda O. Andreasen 1993 Argir BRAGDIÐ
12 442 1.47.16 Birna Mohr Joensen 1970 Tórshavn HVIRLAN
13 489 1.50.43 Morid Jacobsen 1965 Tórshavn BRAGDIÐ
14 487 1.50.45 Vera Larsen 1966 Klaksvik TREYSTI
15 545 1.52.33 Ruth Johannesen 1962 Klaksvík TREYSTI
16 485 1.55.40 Astrid Joensen 1967 Fuglafjørður ROYSNIÐ
17 432 1.56.40 Hallbjørg Danielsen 1973 Saltangará ROYSNIÐ
18 444 1.56.58 Eydna Weihe 1969 Tórshavn BRAGDIÐ
19 439 1.58.22 Ingun G. Sørensen 1971 Klaksvík TREYSTI
20 393 1.58.27 Súsanna Lydersen 1978 Klaksvík TREYSTI
21 440 1.59.09 Jorie Josephsen 1971 Klaksvík TREYSTI
22 648 2.03.41 Louisa Svensson 1952 Tórshavn BRAGDIÐ
23 498 2.05.12 Birita Samuelsen 1968 Torshavn BRAGDIÐ
24 493 2.07.54 Jóngerð Biskopstø 1964 Klaksvík TREYSTI
25 395 2.07.57 Tanja Peteresn 1977 Klaksvík TREYSTI
26 446 2.08.00 Kathe Klakstein 1969 Klaksvik TREYSTI
27 494 2.08.40 Susan Jacobsen 1964 Klaksvík TREYSTI
28 497 2.08.44 Ruth Winther 1968 Hoyvík BRAGDIÐ
29 394 2.09.14 Tina Kruse Dam 1977 Tórshavn BRAGDIÐ
30 484 2.10.12 Herdis Vernersdóttir 1967 Klaksvík TREYSTI
31 499 2.11.23 Vár Berghamar Jacobsen 1965 Tórshavn BRAGDIÐ
32 491 2.16.06 Petra Jacobsen 1964 Klaksvik TREYSTI
33 488 2.19.36 Maria Biskopstø 1965 Tórshavn BRAGDIÐ
34 647 2.20.17 Henny Gerðalíð 1952 Klaksvík TREYSTI
35 435 2.20.21 Halldis á Grønastøð 1972 Klaksvík TREYSTI
36 546 2.24.26 Malan Vágsgarð 1961 Klaksvík TREYSTI
37 548 2.28.19 Guðny Hammer 1960 Klaksvík TREYSTI
38 543 2.35.29 Ingrið Fuglø 1963 Norðdepil TREYSTI
39 249 2.42.56 Sólgerð á Kinn 1984 Klaksvík TREYSTI
40 547 2.53.38 Ebba Jacobsen 1961 Haraldssund TREYSTI
346 DNF Martha Gregersen 1982 Strendur ROYSNIÐ
247 DNF Elsba Rasmussen 1991 Klaksvík TREYSTI
443 DNS Katrin Rubek Nielsen 1970 Tórshavn BRAGDIÐ
438 DNS Maria Svabo Hansen 1972 Tórshavn BRAGDIÐ
544 DNS Beinta á Bergi 1962 Klaksvík TREYSTI
492 DNS Karin Kirke Petersen 1964 Klaksvík TREYSTI
Úrslit FM hálvmarathon 2013 kvinnur veteranar (1958-1967)
Úrslit Startnr. Tíð Fornavn Eftirnavn Føðiár Býur Felag
1 486 1.38.26 Ann Thomsen 1966 Hoyvík BRAGDIÐ
2 490 1.40.55 Ella Áarstein 1964 Klaksvík TREYSTI
3 489 1.50.43 Morid Jacobsen 1965 Tórshavn BRAGDIÐ
4 487 1.50.45 Vera Larsen 1966 Klaksvik TREYSTI
5 545 1.52.33 Ruth Johannesen 1962 Klaksvík TREYSTI
6 485 1.55.40 Astrid Joensen 1967 Fuglafjørður ROYSNIÐ
7 648 2.03.41 Louisa Svensson 1952 Tórshavn BRAGDIÐ
8 493 2.07.54 Jóngerð Biskopstø 1964 Klaksvík TREYSTI
9 494 2.08.40 Susan Jacobsen 1964 Klaksvík TREYSTI
10 484 2.10.12 Herdis Vernersdóttir 1967 Klaksvík TREYSTI
11 499 2.11.23 Vár Berghamar Jacobsen 1965 Tórshavn BRAGDIÐ
12 491 2.16.06 Petra Jacobsen 1964 Klaksvik TREYSTI
13 488 2.19.36 Maria Biskopstø 1965 Tórshavn BRAGDIÐ
14 647 2.20.17 Henny Gerðalíð 1952 Klaksvík TREYSTI
15 546 2.24.26 Malan Vágsgarð 1961 Klaksvík TREYSTI
16 548 2.28.19 Guðny Hammer 1960 Klaksvík TREYSTI
17 543 2.35.29 Ingrið Fuglø 1963 Norðdepil TREYSTI
18 547 2.53.38 Ebba Jacobsen 1961 Haraldssund TREYSTI
544 DNS Beinta á Bergi 1962 Klaksvík TREYSTI
492 DNS Karin Kirke Petersen 1964 Klaksvík TREYSTI
Úrslit FM hálvmarathon 2013 menn opin bólkur (-1996)
Úrslit Startnr. Tíð Fornavn Eftirnavn Føðiár Býur Felag
1 201 1.14.35 Marnar Djurhuus 1995 Morskranes TREYSTI
2 414 1.19.10 Sam Vang 1970 Hoyvik BRAGDIÐ
3 301 1.19.20 Andrias Hansen 1982 Tórshavn BRAGDIÐ
4 305 1.19.27 Eirikur Hansen 1980 Argir BRAGDIÐ
5 453 1.19.48 Hallur Holm 1967 Tórshavn BRAGDIÐ
6 509 1.23.52 Borgar Biskopstø 1962 Klaksvik TREYSTI
7 410 1.24.12 Niels Poulsen 1972 Tórshavn BRAGDIÐ
8 466 1.24.34 Cecil Weihe 1965 Tórshavn BRAGDIÐ
9 354 1.28.01 Magni Jacobsen 1976 Skála TREYSTI
10 462 1.28.09 Albert Johansen 1966 Sørvágur FRÆLSI
11 504 1.28.35 Andrass Joensen 1963 Hoyvik BRAGDIÐ
12 516 1.28.56 Absalon Hansen 1959 Tórshavn BRAGDIÐ
13 202 1.29.46 Einar Gregersen 1995 Klaksvík TREYSTI
14 355 1.29.58 Regin Thomsen 1976 Norðskáli BRAGDIÐ
15 603 1.30.17 Jens R Weihe 1947 Sørvágur FRÆLSI
16 460 1.30.26 Jóhan M Jacobsen 1966 Skála ROYSNIÐ
17 415 1.32.07 Jóhan E. Simonsen 1969 Tórshavn BRAGDIÐ
18 456 1.32.26 Eirikkur Joensen 1967 Oyndarfjørður ROYSNIÐ
19 506 1.32.36 Dan Knudsen 1962 Hoyvík BRAGDIÐ
20 475 1.33.00 Andreas Josephsen 1968 Klaksvík TREYSTI
21 461 1.33.52 Hjalmar Jacobsen 1966 Tórshavn BRAGDIÐ
22 353 1.34.08 Finn Johannessen 1978 Vágur HVISTAN
23 501 1.34.38 Herluf Jakobsen 1963 Tórshavn BRAGDIÐ
24 361 1.34.51 Bjørn Kunoy 1974 tórshavn BRAGDIÐ
25 464 1.34.58 Arnfinn Johannessen 1965 Nes ROYSNIÐ
26 513 1.35.16 Rani Nolsøe 1959 Klaksvík TREYSTI
27 502 1.35.38 Jógvan Edvard L. Joensen 1963 Hoyvík BRAGDIÐ
28 303 1.35.49 Eskild Norðbúð 1981 Klaksvík TREYSTI
29 454 1.36.37 Símun Akursmørk 1967 Klaksvik TREYSTI
30 403 1.37.12 Herluf Hansen 1973 Tórshavn BRAGDIÐ
31 514 1.37.22 Kári Simonsen 1959 Tórshavn BRAGDIÐ
32 507 1.37.42 Hilmar Høgenni 1962 Tórshavn BRAGDIÐ
33 406 1.37.55 Jan Petersen 1972 Klaksvík TREYSTI
34 309 1.38.49 Regin Mittún Petersen 1979 Tórshavn BRAGDIÐ
35 412 1.38.54 Arnfinnur Helmsdal 1970 Tórshavn BRAGDIÐ
36 416 1.39.22 Eyðun Simonsen 1969 Hoyvík BRAGDIÐ
37 602 1.42.29 Jóannes Ortind 1951 Tórshavn BRAGDIÐ
38 405 1.45.55 Hans Petur Højgaard 1972 Saltangará ROYSNIÐ
39 470 1.46.49 Niels Hansson 1964 Tórshavn BRAGDIÐ
40 409 1.46.56 Allan Dalsgarð 1972 tórshavn BRAGDIÐ
41 476 1.47.57 Terje Hansen 1968 Gøtugjógv ROYSNIÐ
42 308 1.48.04 Jan Rasmussen 1979 Tórshavn BRAGDIÐ
43 551 1.48.16 Theodor Askham Olsen 1958 Árnafjørður TREYSTI
44 404 1.49.19 Jan Egholm 1972 Tórshavn BRAGDIÐ
45 402 1.49.23 Albin Johannessen 1973 Klaksvík TREYSTI
46 467 1.49.52 Rúni Jacobsen 1965 Saltangará ROYSNIÐ
47 457 1.50.03 Jan Matras 1966 Klaksvik TREYSTI
48 451 1.52.33 Kjartan Egholm 1967 Tórshavn BRAGDIÐ
49 401 1.53.20 Martin Sivertsen 1973 Nord depli TREYSTI
50 411 1.53.40 Hans Jacob Petersen 1971 Klaksvìk TREYSTI
51 307 1.54.10 Mogens Fríði Petersen 1979 Klaksvík TREYSTI
52 465 1.54.33 Sofus Poulsen 1965 Vatnsoyrar FRÆLSI
53 463 1.55.39 Kristian Eliasen 1966 Klaksvík TREYSTI
54 510 1.56.38 Heðin Í Frammistovu 1961 Hvannasund TREYSTI
55 304 1.57.28 Stefan Møller Jørgensen 1980 Tórshavn BRAGDIÐ
56 469 1.58.17 Fridrikur Blahamar 1965 Torshavn BRAGDIÐ
57 351 1.59.15 Sølvi Simonarson 1978 Klaksvik FRÆLSI
58 503 2.00.48 Esmar Johannesen 1963 Klaksvík TREYSTI
59 413 2.02.03 Marnar Pattinson 1970 Saltangará ROYSNIÐ
60 472 2.02.53 Johnni Muller Jacobsen 1964 Klaksvik TREYSTI
61 553 2.11.32 Álvur Áarstein 1954 Klaksvík TREYSTI
62 512 2.23.22 Dánjal Joensen 1960 Miðvágur FRÆLSI
63 651 2.47.29 Regin Jóanesarson 1945 350 Vestmanna TREYSTI
517 DNF Árni Jakobsen 1959 Tórshavn BRAGDIÐ
515 DNF Óla Jákup Kristoffersen 1959 Hoyvík BRAGDIÐ
455 DNF Súni Jacobsen 1967 Tórshavn BRAGDIÐ
474 DNF Heini Gregersen 1964 Klaksvík TREYSTI
554 DNF Magnus Henriksen 1954 Klaksvík TREYSTI
357 DNS Sjúrður E. Tausen 1975 Hov HVISTAN
452 DNS Eyðbjørn Poulsen 1967 Klaksvík TREYSTI
459 DNS Jonhard Larsen 1966 Klaksvík TREYSTI
471 DNS Petur Vitalis 1964 Klaksvík TREYSTI
601 DNS Gunnar Simonsen 1952 Norðdepli TREYSTI
Úrslit FM hálvmarathon 2013 menn veteranar (1958-1967)
Úrslit Startnr. Tíð Fornavn Eftirnavn Føðiár Býur Felag
1 453 1.19.48 Hallur Holm 1967 Tórshavn BRAGDIÐ
2 509 1.23.52 Borgar Biskopstø 1962 Klaksvik TREYSTI
3 466 1.24.34 Cecil Weihe 1965 Tórshavn BRAGDIÐ
4 462 1.28.09 Albert Johansen 1966 Sørvágur FRÆLSI
5 504 1.28.35 Andrass Joensen 1963 Hoyvik BRAGDIÐ
6 516 1.28.56 Absalon Hansen 1959 Tórshavn BRAGDIÐ
7 460 1.30.26 Jóhan M Jacobsen 1966 Skála ROYSNIÐ
8 456 1.32.26 Eirikkur Joensen 1967 Oyndarfjørður ROYSNIÐ
9 506 1.32.36 Dan Knudsen 1962 Hoyvík BRAGDIÐ
10 461 1.33.52 Hjalmar Jacobsen 1966 Tórshavn BRAGDIÐ
11 501 1.34.38 Herluf Jakobsen 1963 Tórshavn BRAGDIÐ
12 464 1.34.58 Arnfinn Johannessen 1965 Nes ROYSNIÐ
13 513 1.35.16 Rani Nolsøe 1959 Klaksvík TREYSTI
14 502 1.35.38 Jógvan Edvard L. Joensen 1963 Hoyvík BRAGDIÐ
15 454 1.36.37 Símun Akursmørk 1967 Klaksvik TREYSTI
16 514 1.37.22 Kári Simonsen 1959 Tórshavn BRAGDIÐ
17 507 1.37.42 Hilmar Høgenni 1962 Tórshavn BRAGDIÐ
18 470 1.46.49 Niels Hansson 1964 Tórshavn BRAGDIÐ
19 551 1.48.16 Theodor Askham Olsen 1958 Árnafjørður TREYSTI
20 467 1.49.52 Rúni Jacobsen 1965 Saltangará ROYSNIÐ
21 457 1.50.03 Jan Matras 1966 Klaksvik TREYSTI
22 451 1.52.33 Kjartan Egholm 1967 Tórshavn BRAGDIÐ
23 465 1.54.33 Sofus Poulsen 1965 Vatnsoyrar FRÆLSI
24 463 1.55.39 Kristian Eliasen 1966 Klaksvík TREYSTI
25 510 1.56.38 Heðin Í Frammistovu 1961 Hvannasund TREYSTI
26 469 1.58.17 Fridrikur Blahamar 1965 Torshavn BRAGDIÐ
27 503 2.00.48 Esmar Johannesen 1963 Klaksvík TREYSTI
28 472 2.02.53 Johnni Muller Jacobsen 1964 Klaksvik TREYSTI
29 512 2.23.22 Dánjal Joensen 1960 Miðvágur FRÆLSI
517 DNF Árni Jakobsen 1959 Tórshavn BRAGDIÐ
515 DNF Óla Jákup Kristoffersen 1959 Hoyvík BRAGDIÐ
455 DNF Súni Jacobsen 1967 Tórshavn BRAGDIÐ
474 DNF Heini Gregersen 1964 Klaksvík TREYSTI
452 DNS Eyðbjørn Poulsen 1967 Klaksvík TREYSTI
459 DNS Jonhard Larsen 1966 Klaksvík TREYSTI
471 DNS Petur Vitalis 1964 Klaksvík TREYSTI
Úrslit FM hálvmarathon 2013 menn superveteranar (1957 ella fyrr)
Úrslit Startnr. Tíð Fornavn Eftirnavn Føðiár Býur Felag
1 603 1.30.17 Jens R Weihe 1947 Sørvágur FRÆLSI
2 602 1.42.29 Jóannes Ortind 1951 Tórshavn BRAGDIÐ
3 553 2.11.32 Álvur Áarstein 1954 Klaksvík TREYSTI
4 651 2.47.29 Regin Jóanesarson 1945 350 Vestmanna TREYSTI
554 DNF Magnus Henriksen 1954 Klaksvík TREYSTI
601 DNS Gunnar Simonsen 1952 Norðdepli TREYSTI
Úrslit Eik hálvmarathon 2013 kvinnur -30 (1984 ella yngri)
Úrslit Startnr. Tíð Fornavn Eftirnavn Føðiár Býur Felag
1 245 1.37.38 Rebekka Fuglø 1993 Norðdepil TREYSTI
2 244 1.45.58 Linda O. Andreasen 1993 Argir BRAGDIÐ
3 248 2.04.57 Vígdis Fjallstein 1989 Torshavn ONKI
4 246 2.23.56 Fríða vid Streym 1991 Norðskáli ONKI
5 249 2.42.56 Sólgerð á Kinn 1984 Klaksvík TREYSTI
247 DNF Elsba Rasmussen 1991 Klaksvík TREYSTI
Úrslit Eik hálvmarathon 2013 menn -30 (1984 ella yngri)
Úrslit Startnr. Tíð Fornavn Eftirnavn Føðiár Býur Felag
1 201 1.14.35 Marnar Djurhuus 1995 Morskranes TREYSTI
2 202 1.29.46 Einar Gregersen 1995 Klaksvík TREYSTI
3 206 1.30.00 Jannick Hjaltalin 1991 Kollafjørður ONKI
4 212 1.36.19 Bjartur Tórhalsson 1985 Vestmanna ONKI
5 209 1.38.04 John Martin Andreasen 1987 Vestmanna ONKI
6 213 1.48.37 Jákup Hansen 1984 Árnafjødur ONKI
7 211 1.50.31 Jón Syderbø 1987 Klaksvik ONKI
8 208 1.52.30 Jógvan Elias Joensen 1989 Tórshavn ONKI
9 205 2.01.12 Robert Sivertsen 1993 Klaksvík ONKI
10 207 2.04.57 Hans Jacob Joensen 1989 Klaksvík ONKI
11 210 2.07.52 Regin vid Streym 1987 Norðskáli ONKI
12 204 2.12.43 Karstin Neshamar 1994 Klaksvik ONKI
13 203 2.18.09 Rógvi Jakobsen 1995 Klaksvík ONKI
Úrslit Eik hálvmarathon 2013 kvinnur 30-34 (1979-1983)
Úrslit Startnr. Tíð Fornavn Eftirnavn Føðiár Býur Felag
1 347 1.38.30 Annika Thomsen 1981 Tórshavn BRAGDIÐ
2 348 2.04.24 Maria Niclasen 1980 Viðareiði ONKI
3 349 2.12.36 Svanna Lutzen 1979 Klaksvik ONKI
346 DNF Martha Gregersen 1982 Strendur ROYSNIÐ
Úrslit Eik hálvmarathon 2013 menn 30-34 (1979-1983)
Úrslit Startnr. Tíð Fornavn Eftirnavn Føðiár Býur Felag
1 301 1.19.20 Andrias Hansen 1982 Tórshavn BRAGDIÐ
2 305 1.19.27 Eirikur Hansen 1980 Argir BRAGDIÐ
3 303 1.35.49 Eskild Norðbúð 1981 Klaksvík TREYSTI
4 309 1.38.49 Regin Mittún Petersen 1979 Tórshavn BRAGDIÐ
5 302 1.46.47 Páll Oddur Lamain Rubeksen 1982 Tórshavn ONKI
6 308 1.48.04 Jan Rasmussen 1979 Tórshavn BRAGDIÐ
7 307 1.54.10 Mogens Fríði Petersen 1979 Klaksvík TREYSTI
8 304 1.57.28 Stefan Møller Jørgensen 1980 Tórshavn BRAGDIÐ
306 DNF Bogi Gregersen 1980 Strendur ONKI
Úrslit Eik hálvmarathon 2013 kvinnur 35-39 (1974-1978)
Úrslit Startnr. Tíð Fornavn Eftirnavn Føðiár Býur Felag
1 393 1.58.27 Súsanna Lydersen 1978 Klaksvík TREYSTI
2 398 2.07.30 Bjørg Patursson 1975 Fjalsvegur 34 ONKI
3 395 2.07.57 Tanja Peteresn 1977 Klaksvík TREYSTI
4 394 2.09.14 Tina Kruse Dam 1977 Tórshavn BRAGDIÐ
5 397 2.23.43 Nancy Poulsen 1976 Skála ONKI
6 396 2.27.16 Jóhanna Vid Streym 1976 Norðskáli ONKI
399 DNF Durita í Grótinum 1974 Tórshavn ONKI
Úrslit Eik hálvmarathon 2013 menn 35-39 (1974-1978)
Úrslit Startnr. Tíð Fornavn Eftirnavn Føðiár Býur Felag
1 354 1.28.01 Magni Jacobsen 1976 Skála TREYSTI
2 355 1.29.58 Regin Thomsen 1976 Norðskáli BRAGDIÐ
3 353 1.34.08 Finn Johannessen 1978 Vágur HVISTAN
4 361 1.34.51 Bjørn Kunoy 1974 tórshavn BRAGDIÐ
5 358 1.41.57 Johnny í Grótinum 1975 Tórshavn ONKI
6 360 1.46.16 S. Erling Høgnesen 1974 Tórshavn ONKI
7 356 1.49.26 John Syderbø 1976 Hoyvík ONKI
8 351 1.59.15 Sølvi Simonarson 1978 Klaksvik FRÆLSI
9 352 2.04.39 Ragnar vid Streym 1978 Tórshavn ONKI
359 DNF Sadiqull Patawary 1974 Klaksvik ONKI
357 DNS Sjúrður E. Tausen 1975 Hov HVISTAN
Úrslit Eik hálvmarathon 2013 kvinnur 40-44 (1969-1973)
Úrslit Startnr. Tíð Fornavn Eftirnavn Føðiár Býur Felag
1 449 1.31.26 Rigmor N. Arge 1969 Tórshavn HVIRLAN
2 445 1.35.24 Duruta R. á Lofti 1969 Argir BRAGDIÐ
3 448 1.37.59 Tórvør Østerø Vang 1969 Hoyvík BRAGDIÐ
4 441 1.39.12 Beinta Hoydal Joensen 1971 Hoyvík BRAGDIÐ
5 447 1.44.48 Mona Rasmussen 1969 Klaksvík TREYSTI
6 436 1.45.06 Sigrid Bjartalíð 1972 Viðareiði TREYSTI
7 442 1.47.16 Birna Mohr Joensen 1970 Tórshavn HVIRLAN
8 432 1.56.40 Hallbjørg Danielsen 1973 Saltangará ROYSNIÐ
9 444 1.56.58 Eydna Weihe 1969 Tórshavn BRAGDIÐ
10 439 1.58.22 Ingun G. Sørensen 1971 Klaksvík TREYSTI
11 440 1.59.09 Jorie Josephsen 1971 Klaksvík TREYSTI
12 434 2.02.51 Elsa Højgaard Joensen 1973 Tórshavn ONKI
13 437 2.07.33 Jóna Klara Borgarlíð 1972 Vestmanna ONKI
14 446 2.08.00 Kathe Klakstein 1969 Klaksvik TREYSTI
15 435 2.20.21 Halldis á Grønastøð 1972 Klaksvík TREYSTI
16 433 2.31.47 Tonja Ziskason 1973 Klaksvík ONKI
443 DNS Katrin Rubek Nielsen 1970 Tórshavn BRAGDIÐ
438 DNS Maria Svabo Hansen 1972 Tórshavn BRAGDIÐ
Úrslit Eik hálvmarathon 2013 menn 40-44 (1969-1973)
Úrslit Startnr. Tíð Fornavn Eftirnavn Føðiár Býur Felag
1 414 1.19.10 Sam Vang 1970 Hoyvik BRAGDIÐ
2 410 1.24.12 Niels Poulsen 1972 Tórshavn BRAGDIÐ
3 408 1.29.23 Lau Jensen 1972 Eiði ONKI
4 415 1.32.07 Jóhan E. Simonsen 1969 Tórshavn BRAGDIÐ
5 403 1.37.12 Herluf Hansen 1973 Tórshavn BRAGDIÐ
6 406 1.37.55 Jan Petersen 1972 Klaksvík TREYSTI
7 412 1.38.54 Arnfinnur Helmsdal 1970 Tórshavn BRAGDIÐ
8 416 1.39.22 Eyðun Simonsen 1969 Hoyvík BRAGDIÐ
9 407 1.45.38 Birgir av Vollanum 1972 Signabø ONKI
10 405 1.45.55 Hans Petur Højgaard 1972 Saltangará ROYSNIÐ
11 409 1.46.56 Allan Dalsgarð 1972 tórshavn BRAGDIÐ
12 404 1.49.19 Jan Egholm 1972 Tórshavn BRAGDIÐ
13 402 1.49.23 Albin Johannessen 1973 Klaksvík TREYSTI
14 401 1.53.20 Martin Sivertsen 1973 Nord depli TREYSTI
15 411 1.53.40 Hans Jacob Petersen 1971 Klaksvìk TREYSTI
16 413 2.02.03 Marnar Pattinson 1970 Saltangará ROYSNIÐ
Úrslit Eik hálvmarathon 2013 kvinnur 45-49 (1964-1968)
Úrslit Startnr. Tíð Fornavn Eftirnavn Føðiár Býur Felag
1 486 1.38.26 Ann Thomsen 1966 Hoyvík BRAGDIÐ
2 490 1.40.55 Ella Áarstein 1964 Klaksvík TREYSTI
3 489 1.50.43 Morid Jacobsen 1965 Tórshavn BRAGDIÐ
4 487 1.50.45 Vera Larsen 1966 Klaksvik TREYSTI
5 496 1.52.51 Adelaid Kirke 1968 Kaldbak ONKI
6 485 1.55.40 Astrid Joensen 1967 Fuglafjørður ROYSNIÐ
7 498 2.05.12 Birita Samuelsen 1968 Torshavn BRAGDIÐ
8 493 2.07.54 Jóngerð Biskopstø 1964 Klaksvík TREYSTI
9 494 2.08.40 Susan Jacobsen 1964 Klaksvík TREYSTI
10 497 2.08.44 Ruth Winther 1968 Hoyvík BRAGDIÐ
11 484 2.10.12 Herdis Vernersdóttir 1967 Klaksvík TREYSTI
12 499 2.11.23 Vár Berghamar Jacobsen 1965 Tórshavn BRAGDIÐ
13 491 2.16.06 Petra Jacobsen 1964 Klaksvik TREYSTI
14 488 2.19.36 Maria Biskopstø 1965 Tórshavn BRAGDIÐ
492 DNS Karin Kirke Petersen 1964 Klaksvík TREYSTI
495 DNS Margreta Knudsen 1964 Hoyvík ONKI
Úrslit Eik hálvmarathon 2013 menn 45-49 (1964-1968)
Úrslit Startnr. Tíð Fornavn Eftirnavn Føðiár Býur Felag
1 453 1.19.48 Hallur Holm 1967 Tórshavn BRAGDIÐ
2 466 1.24.34 Cecil Weihe 1965 Tórshavn BRAGDIÐ
3 462 1.28.09 Albert Johansen 1966 Sørvágur FRÆLSI
4 460 1.30.26 Jóhan M Jacobsen 1966 Skála ROYSNIÐ
5 456 1.32.26 Eirikkur Joensen 1967 Oyndarfjørður ROYSNIÐ
6 475 1.33.00 Andreas Josephsen 1968 Klaksvík TREYSTI
7 461 1.33.52 Hjalmar Jacobsen 1966 Tórshavn BRAGDIÐ
8 464 1.34.58 Arnfinn Johannessen 1965 Nes ROYSNIÐ
9 454 1.36.37 Símun Akursmørk 1967 Klaksvik TREYSTI
10 477 1.37.49 Kristmund Johannessen 1968 Skála ONKI
11 468 1.44.01 Sverri Mohr Edvinsson 1965 Tórshavn ONKI
12 470 1.46.49 Niels Hansson 1964 Tórshavn BRAGDIÐ
13 473 1.47.27 Ólavur Gunnarsson 1964 Tórshavn ONKI
14 476 1.47.57 Terje Hansen 1968 Gøtugjógv ROYSNIÐ
15 458 1.48.08 Árni Ellefsen 1966 Tórshavn ONKI
16 479 1.48.41 Jens Hjørleif Hansen 1968 Hoyvík ONKI
17 467 1.49.52 Rúni Jacobsen 1965 Saltangará ROYSNIÐ
18 457 1.50.03 Jan Matras 1966 Klaksvik TREYSTI
19 451 1.52.33 Kjartan Egholm 1967 Tórshavn BRAGDIÐ
20 465 1.54.33 Sofus Poulsen 1965 Vatnsoyrar FRÆLSI
21 463 1.55.39 Kristian Eliasen 1966 Klaksvík TREYSTI
22 469 1.58.17 Fridrikur Blahamar 1965 Torshavn BRAGDIÐ
23 478 2.02.03 Uni Rasmussen 1968 Norðragøta ONKI
24 472 2.02.53 Johnni Muller Jacobsen 1964 Klaksvik TREYSTI
474 DNF Heini Gregersen 1964 Klaksvík TREYSTI
455 DNF Súni Jacobsen 1967 Tórshavn BRAGDIÐ
452 DNS Eyðbjørn Poulsen 1967 Klaksvík TREYSTI
459 DNS Jonhard Larsen 1966 Klaksvík TREYSTI
471 DNS Petur Vitalis 1964 Klaksvík TREYSTI
Úrslit Eik hálvmarathon 2013 kvinnur 50-54 (1959-1963)
Úrslit Startnr. Tíð Fornavn Eftirnavn Føðiár Býur Felag
1 545 1.52.33 Ruth Johannesen 1962 Klaksvík TREYSTI
2 549 2.03.02 Elin Dahl 1960 Oyri ONKI
3 546 2.24.26 Malan Vágsgarð 1961 Klaksvík TREYSTI
4 548 2.28.19 Guðny Hammer 1960 Klaksvík TREYSTI
5 543 2.35.29 Ingrið Fuglø 1963 Norðdepil TREYSTI
6 547 2.53.38 Ebba Jacobsen 1961 Haraldssund TREYSTI
544 DNS Beinta á Bergi 1962 Klaksvík TREYSTI
Úrslit Eik hálvmarathon 2013 menn 50-54 (1959-1963)
Úrslit Startnr. Tíð Fornavn Eftirnavn Føðiár Býur Felag
1 509 1.23.52 Borgar Biskopstø 1962 Klaksvik TREYSTI
2 504 1.28.35 Andrass Joensen 1963 Hoyvik BRAGDIÐ
3 516 1.28.56 Absalon Hansen 1959 Tórshavn BRAGDIÐ
4 506 1.32.36 Dan Knudsen 1962 Hoyvík BRAGDIÐ
5 501 1.34.38 Herluf Jakobsen 1963 Tórshavn BRAGDIÐ
6 513 1.35.16 Rani Nolsøe 1959 Klaksvík TREYSTI
7 502 1.35.38 Jógvan Edvard L. Joensen 1963 Hoyvík BRAGDIÐ
8 514 1.37.22 Kári Simonsen 1959 Tórshavn BRAGDIÐ
9 507 1.37.42 Hilmar Høgenni 1962 Tórshavn BRAGDIÐ
10 508 1.48.05 Bartal Kass 1962 Tórshavn ONKI
11 511 1.51.39 Dávid Reinert Hansen 1960 Oyri ONKI
12 510 1.56.38 Heðin Í Frammistovu 1961 Hvannasund TREYSTI
13 503 2.00.48 Esmar Johannesen 1963 Klaksvík TREYSTI
14 512 2.23.22 Dánjal Joensen 1960 Miðvágur FRÆLSI
517 DNF Árni Jakobsen 1959 Tórshavn BRAGDIÐ
505 DNF Jógvan Næs 1962 Skála ONKI
515 DNF Óla Jákup Kristoffersen 1959 Hoyvík BRAGDIÐ
Úrslit Eik hálvmarathon 2013 menn 55-59 (1954-1958)
Úrslit Startnr. Tíð Fornavn Eftirnavn Føðiár Býur Felag
1 552 1.40.29 Virgar Dahl 1958 Oyri ONKI
2 551 1.48.16 Theodor Askham Olsen 1958 Árnafjørður TREYSTI
3 553 2.11.32 Álvur Áarstein 1954 Klaksvík TREYSTI
554 DNF Magnus Henriksen 1954 Klaksvík TREYSTI
Úrslit Eik hálvmarathon 2013 kvinnur 60-64 (1949-1953)
Úrslit Startnr. Tíð Fornavn Eftirnavn Føðiár Býur Felag
1 648 2.03.41 Louisa Svensson 1952 Tórshavn BRAGDIÐ
2 649 2.09.24 Haidi Olsen 1951 Vestmanna ONKI
3 647 2.20.17 Henny Gerðalíð 1952 Klaksvík TREYSTI
Úrslit Eik hálvmarathon 2013 menn 60-64 (1949-1953)
Úrslit Startnr. Tíð Fornavn Eftirnavn Føðiár Býur Felag
1 602 1.42.29 Jóannes Ortind 1951 Tórshavn BRAGDIÐ
601 DNS Gunnar Simonsen 1952 Norðdepli TREYSTI
Úrslit Eik hálvmarathon 2013 menn 65-69 (1944-1948)
Úrslit Startnr. Tíð Fornavn Eftirnavn Føðiár Býur Felag
1 603 1.30.17 Jens R Weihe 1947 Sørvágur FRÆLSI
2 651 2.47.29 Regin Jóanesarson 1945 Vestmanna TREYSTI

 

bla.

0 comment
0

Related Articles