Marnar sigraði í VK-2 í Havn í dag

Skrivað hevur

Tað vóru einir 60 luttakarar við í VK-2 rennikappinigi í Havn í dag. Líkindini at renna vóru góð, hóast talan var um eitt lítið høgættarlot. Startur og mál vóru á Tórsbreyt. Har skuldu rennast umleið 1 km, áðrenn leiðin bleiv løgd út á eina rutu oman eftir Ringvegnum, Hvítanesvegnum, inn eftir Skræddaragøtu, undir Svartafossi og so framvið breytini. Hetta umfarið skuldi rennast fýra ferðir áðrenn snarað bleiv inn á breytina aftur at renna seinastu 250 metrarnar. Hetta gav íalt umleið 10,6 kilometrar hjá teimum vaksnu, meðan gentur og dreingir runnu umleið 3,5 km.


Starturin á Tórsbreyt (Mynd: Einar Vang)

Hjá monnum vann Marnar Djurhuus við 39,13 min. frammanfyri Guttorm Sørensen (40,13 min.) og Hallur Holm (40,18 min.). Hjá kvinnunum varð tað Rebekka Fuglø, sum vann við 49,33 min. frammanfyri Durutu Reginsdóttir á Lofti (51,01 min.) og Tórvør Ø. Vang (52,05 min.).

Veteranbólkurin hjá monnum endaði í tættari spurtuppgerð, sum bleiv vunnin av Borgar Biskopstø við 40,56 min. frammanfyri Henry Olsen við 40,57 min. Á triðjaplássi kom Andrass Joensen við 44,07 min. Hjá kvinnuveteranunum varð tað Ella Áarstein íð gjørdist vinnari við 52,20 min. frammanfyri Karin K. Petersen við  55,42 min. og Lailu Jacobsen við 57,48 min.

Hjá superveteranum var Jens R. Weihe skjótastur og vann við 47,42 min. frammanfyri Óla Olsen við 48,24 min. og Tummas Joensen við 49,50 min.

Hjá dreingjunum endaði tað við eini spennandi spurtuppgerð millum Teitur Bjarnastein og Gunnar Sivertsen. Teir komu mestsum javnir um málstrikuna, men Teitur gjørdist vinnarin.

Øll úrslitini eru at finna niðanfyri:

Myndir hjá Einar Vang eru at finna HER.

 

Úrslit frá VK2 Í Havn 14. januar 2012 kl. 12.00
Dreingir (1996-2000) ca. 3,5 km Tíð Stig
1 Teitur Bjarnastein 1997 Bragdið 14,14 50
2 Gunnar Sivertsen 1999 Treysti 14,14 47
3 Fríði Magnussen 2000 Bragdið 20,06 45
Gentir (1996-2000) ca. 3,5 km
1 Sára Debesardóttir 1998 Bragdið 17,00 50
2 Rigmor Kølleskov 1999 Bragdið 26,55 47
Mansunglingar (1991-1995) ca. 10,6 km
1 Marnar Djurhuus 1995 Treysti 39,13 50
2 Einar Gregersen 1995 Treysti 42,26 47
Kvinnuunglingar (1991-1995) ca. 10,6 km
1 Rebekka Fuglø 1993 Treysti 49,33 50
Menn opin bólkur (-1995) ca. 10,6 km
1 Marnar Djurhuus 1995 Treysti 39,13 50
2 Guttorm Sørensen 1968 Treysti 40,13 47
3 Hallur Holm 1967 Bragdið 40,18 45
4 Borgar Biskopstø 1962 Treysti 40,56 43
5 Henry Olsen 1964 Bragdið 40,57 41
6 Einar Gregersen 1995 Treysti 42,26 40
7 Jógvan K. Glerfoss 1967 Bragdið 42,47 39
8 Marnar Pattinson 1970 Roysnið 43,34 38
9 Andrass Joensen 1963 Triathlon Felag Før. 44,07
10 Sam Vang 1970 Bragdið 44,31 37
11 John Egholm 1961 Hvirlan 44,35 36
12 Júst í Túni 1990 Bragdið 44,42 35
13 Eirikkur Joensen 1967 Treysti 45,04 34
14 Jóhan M. Jacobsen 1966 Treysti 45,34 33
15 Andreas Josephsen 1968 Treysti 46,08 32
16 Debes H. Christiansen 1966 Bragdið 46,14 31
17 Henrik Kølleskov 1965 Bragdið 46,30 30
18 Herluf Jakobsen 1963 Bragdið 47,10 29
19 Jens.R. Weihe 1947 Frælsi 47,42 28
20 Albert Johansen 1966 Sørvágur 48,12
21 Óli Olsen 1949 Bragdið 48,24 27
22 Rói Nolsøe 1966 Bragdið 48,36 26
23 Hanus Højgaard 1960 Bragdið 48,46 25
24 Kristian Martin Garðalíð 1980 Hvirlan 49,20 24
25 Egil Olsen 1963 Bragdið 49,37 23
26 Tummas Joensen 1956 Treysti 49,50 22
27 Tummas Jákup Thomsen 1962 Nordragøta 50,06
28 Terje Hansen 1968 Treysti 50,11 21
29 Arnfinnur Helmsdal 1970 Bragdið 50,26 20
30 Gunnar Simonsen 1952 Treysti 50,36 19
31 Eyðtór J. Joensen 1967 Hvistan 50,52 18
32 Leif Láadal 1964 Bragdið 51,05 17
33 Jóannes Ortind 1951 Bragdið 52,36 16
34 Bent.H Jakobsen 1958 Bragdið 52,50 15
35 Hilmar Høgenni 1962 Bragdið 52,56 14
36 Hans Egholm 1966 Bragdið 52,58 13
37 Herluf Hansen 1973 Bragdið 52,58 12
38 Hans P Højgaard 1972 Roysnið 53,26 11
39 Sofus Poulsen 1965 55,03
40 Birgir Sondum 1961 Hvirlan 56,04 10
41 Álvur Áarstein 1954 Treysti 61,59 9
42 Regin Jóanesarson 1945 Bragdið 63,04 8
Kvinnur opin bólkur (-1995) ca. 10,6 km
1 Rebekka Fuglø 1993 Treysti 49,33 50
2 Duruta Reginsdóttir á Lofti 1969 Bragdið 51,01 47
3 Tórvør Østerø Vang 1969 Bragdið 52,05 45
4 Ella Áarstein 1964 Treysti 52,20 43
5 Astrid Joensen 1967 Treysti 54,14 41
6 Karin Kirke Petersen 1964 Treysti 55,42 40
7 Laila Jacobsen 1962 Frælsi 57,48 39
8 Jóhanna Olsen 1968 Bragdið 57,56 38
9 Eydna Weihe 1963 Runavík 59,03
10 Rakul Biskupstøð 1962 Bragdið 59,18 37
11 Rannvá Kjartansdóttir Strøm 1988 Bragdið 73,01 36
Menn Veteranar (1957-1966) ca. 10,6 km
1 Borgar Biskopstø 1962 Treysti 40,56 50
2 Henry Olsen 1964 Bragdið 40,57 47
3 Andrass Joensen 1963 Triathlon Felag Før. 44,07
4 John Egholm 1961 Hvirlan 44,35 45
5 Jóhan M. Jacobsen 1966 Treysti 45,34 43
6 Debes H. Christiansen 1966 Bragdið 46,14 41
7 Henrik Kølleskov 1965 Bragdið 46,30 40
8 Herluf Jakobsen 1963 Bragdið 47,10 39
9 Albert Johansen 1966 Sørvágur 48,12
10 Rói Nolsøe 1966 Bragdið 48,36 38
11 Hanus Højgaard 1960 Bragdið 48,46 37
12 Egil Olsen 1963 Bragdið 49,37 36
13 Tummas Jákup Thomsen 1962 Nordragøta 50,06
14 Leif Láadal 1964 Bragdið 51,05 35
15 Bent.H Jakobsen 1958 Bragdið 52,50 34
16 Hilmar Høgenni 1962 Bragdið 52,56 33
17 Hans Egholm 1966 Bragdið 52,58 32
18 Sofus Poulsen 1965 55,03
19 Birgir Sondum 1961 Hvirlan 56,04 31
Kvinnur Veteranar (1957-1966) ca. 10,6 km
1 Ella Áarstein 1964 Treysti 52,20 50
2 Karin Kirke Petersen 1964 Treysti 55,42 47
3 Laila Jacobsen 1962 Frælsi 57,48 45
4 Eydna Weihe 1963 Runavík 59,03
5 Rakul Biskupstøð 1962 Bragdið 59,18 43
Menn Superveteranar (-1956) ca. 10,6 km
1 Jens R. Weihe 1947 Frælsi 47,42 50
2 Óli Olsen 1949 Bragdið 48,24 47
3 Tummas Joensen 1956 Treysti 49,50 45
4 Gunnar Simonsen 1952 Treysti 50,36 43
5 Jóannes Ortind 1951 Bragdið 52,36 41
6 Álvur Áarstein 1954 Treysti 61,59 40
7 Regin Jóanesarson 1945 Bragdið 63,04 39

 

Næsta umfar í Vetrarkappingini verður 4. februar í Havn í samband við FM í Crossrenning.

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*