Undan FM í ½ maraton í Klaksvík í gjár, stóð enn ein spennandi og opin kapping fyri framman. Kappingarnar hetta seinasta árið hava givið okkum nógvar ymiskar vinnarar, seinast Signar Røsvik á Flaggdegnum. Fleiri vóru eisini um boðið í gjár, og mett varð, at einir 6-7 menn kundu fara avstað við sigrinum.
Men í kappingini var tað skjótt at síggja, at har var ein, ið vildi tað mest. Hóast feltið leingi lá samlað, var tað Martin Gravesen úr Bragdinum, sum fyri tað mesta sást liggja í oddinum og gera tað harða arbeiðið.
Martin Gravesen setir ferð á. Aftanfyri hann síggja vit Cecil Weihe, Jan Elmar Sørensen, Sam Vang, Niels Poulsen og Julian Gregersen. Mitt á myndini sæst pannan á Marnu Egholm. 7 km vinnarin, Steingrímur Hallssons sæst aftast t.h. (mynd: Jóannes Poulsen, Treysti)
Tá teir komur fram við málinum á øðrum sinni eftir 14-15 km, hevði Martin skrætt seg leysan, og bert Jan Elmar Sørensen sá út til veruliga at taka upp dyst við sterka danan. Sam Vang, sum undan renningini varð mettur at hava góðar møguleikar var vegna hælsinutrupulleikar farin í jogging-mode. Martin var ov sterkur á degnum og at enda vann hann greiðan sigur. Royndirnar hjá Jan Elmari komu eisini at kosta honum 2. plássið. Tí aftanfyri Jan Elmar kom veteranurin Cecil Weihe pressandi. Seinastu kilometrarnar tók hann seg alsamt fram á Jan Elmar, sum tóktist púra útbrendur. Niels Poulsen rann eisini javnt og væl, og var ikki stutt frá heiðursmerkjunum.
Martin Gravesen vinnur sítt fyrsta FM. Hann er nýliga fluttur til Føroya og ríkar rennilandslagið við sínum evnum
Cecil Weihe úr Bragdinum rennur altíð javnt og væl. Hesuferð tryggjaði tað honum silvurheiðursmerkið
Jan Elmar Sørensen, Treysti, kemur á mál sum nummar trý púra útbrendur.
10 teir fremstu menninir í FM
1 | 1 | 19 | 17 | Martin Gravesen | 1967 | Bragdið |
2 | 1 | 20 | 07 | Cecil Weihe | 1965 | Bragdið |
3 | 1 | 20 | 45 | Jan Elmar Sørensen | 1991 | Treysti |
4 | 1 | 21 | 45 | Niels Poulsen | 1972 | Bragdið |
5 | 1 | 26 | 0 | Julian Gregersen | 1998 | Treysti |
6 | 1 | 26 | 20 | Sam Vang | 1970 | Bragdið |
7 | 1 | 26 | 32 | Regin Áki Hansen | 1970 | Bragdið |
8 | 1 | 27 | 34 | Lau Jensen | 1972 | Roysnið |
9 | 1 | 27 | 51 | Jens R. Weihe | 1947 | Frælsi |
10 | 1 | 31 | 32 | Heini Gregersen | 1964 | Treysti |