Home Nýggjastu tíðindi Met og metal á fyrra degnum í Reykjavík

Met og metal á fyrra degnum í Reykjavík

by Hallur Holm

Tað vóru bæði met og metal á fyrsta kappingardegnum í Reykjavík leygardagin. Serliga vóru tað tær gulu damurnar norðan av landi, sum gjørdu um seg. Heili trý gullheiðursmerki fullu teimum í lut í dag. Tey sum fyri einum lítlum ári síðani hoyrdu Oddvør Josephsen og Mariu Biskopstø greiða frá síni renning í barnaútvarpinum, munnu nokk ikki undrast um sigrarnar hjá teimum á 600 metrum í dag. Maria hjá gentum 11 og Oddvør hjá gentum 12. Men hóast báðar tvær vunnu gull, tyktust tær ikki heilt nøgdar kortini. Báðar hava runnið eitt sindur skjótari fyrr, men at tær íslendsku genturnar ikki megnaðu at geva teimum veruliga kapping, hevur kanska tikið tey seinastu sekundini frá teimum. Oddvør hevur við renningini í dag eisini klárað A-kravið til talentbólkin, meðan Maria má bíða til hon verður 12 ár.

Triðja gullheiðursmerkið til Treystadamurnar stóð Rebekka Fuglø fyri. Formurin hjá henni er heilt góður í løtuni, so hon ætlaði at renna eina góða tíð. Byrjunnarferðin vísti seg tó at gerast ov høg, og prísin mátti hon gjalda í síðsta enda. Men tíðin rakk  akkurát til nýtt føroyskt innanduramet – 2.20.62 móti gamla metinum, sum var 2.20.68. Rebekka metti tó sjálv, at hon kundi runnið upp til sína allarbestu tíð uttandura eisini, ella heilt niður á 2.17-18. Men tað má so bíða til seinni í ár. Teir gulu dreingirnir kláraðu ikki at standa gentunum kurl, men heilt tómhentir komu teir ikki at húsum.


Julian Gregersen rann eina rimmarkapping og vann sær silvur (Mynd: Gutti)

Julian Gregersen leyp hvøkk á øll og rann eina rimmarkapping og eina rimmartíð á 800 metrum. Í spurtinum var hann bert 2/10 sekund frá gullinum, men tíðin, sum var 2.10,88 min. er fyrsta A-kravið, sum Julian hevur knógvað. Eisini Marnar Djurhuus vann eitt silvurmerki í dag. Gullvinnarin slapp at renna undan Marnari, sum skal spara kreftirnar til 1.500 meturin í morgin. Tíðin hjá Marnari var 9.19 í mun til 8.53, seinasta vikuskifti. Tvey útmerkað 4. pláss megnaðu Treystadreingirnir eisini. John Hermann Fuglø var bert eitt lítið sekund frá bronsuni á 600 metrum hjá dreingjum 12 ár, og Einar Gregersen kom aftur í ár undir 10 min á 3.000 metrum, har hann gørdist nr. 4 hjá monnunum.


Maria Biskopstø er bert 11 ár, men uttan iva eitt navn, ið verður nógv at hoyra í rennihøpi næstu 40 árini. Tað sigst, at hon er treiskari enn pápin (Mynd: Gutti)

Tey í Bragdinum reypa nokk eisini dúgliga í kvøld. Tvey føroysk met og eitt gullheiðursmerki komu til høldar. Spurtkongurin Rói Holgarsson, sum nýliga hevur sett met á 50 og 60 metrum, royndi seg í dag á 200 metrum. Og aftur her prógvaði hann, at hann er Føroya spurtkongur, tá hann fekk sítt triðja innanduramet. Tíðin gjørdist 23.55, men rakk tó bert til 8. pláss móti nøkrum krútsterkum íslendingum.


Sára Debesardóttir (t.v.) staðfesti a-kravið við 29,36 sek. á 200m teininum (Mynd: Gutti)

Og so var tað 60 meturin hjá gentunum. Fyrst hevði Edna Maria Debes úr Hvirluni tikið gamla metið hjá Tinnu Berg Jørgensen, men bert fimm minuttir seinni kom Hildur Poulsen úr Bragdinum og skar 3/100 sekund afturat av feska metinum, sum endaði á 8,70 sekund. Einastu heiðursmerkini til Bragdið komu í somu kapping. Her var tað Teitur Bjarnastein, sum gjørdi bart. Í einum sera spennandi endaspurti, var Teitur tann treiskari og vann eitt væl uppiborið gullheiðursmerki við einari óføra góðari tíð – 2.04,93. Í ongamannalandi á triðja plássi kom Steingrímur Hallsson. Ikki heilt nøgdur við tíðina, men væl nøgdur við hálsprýðið. Sára Debesardóttir rann eisini ein góðan 200 metur, og staðfesti A-kravið við 29,36, sum rakk til eitt flott 5. pláss hjá gentum 15 ár.


Teitur Bjarnastein (v.m.) og Steingrímur Hallsson vunnu ávikavíst gull og bronsu á 800 metrum (mynd: Gutti)

Gull og føroysk met bleiv eisini til Hvirluna í dag. Hjá Maritu K. Petersen restaðu bert 13 cm í at vinna bronsuna hjá gentum 15 ár í longdarlopi. Men úrslit hennara, sum var 4,43, var ein góð betring av hennara egna føroyska meti frá í fjør (4.15). Marita gjørdist nr. 5. Og so var tað metið hjá Ednu Mariu Debes á 60 metrum, sum tó bert slapp at standa í fimm minuttir.


Rigmor kemur um málstrikuna eftir 3.000m (Mynd: Gutti)

Gullmerkið, sum Hvirlan vann í dag, stóð eingin annar enn Rigmor N. Arge fyri. Hetta hendi tá hon vann 3.000 m hjá kvinnum, har hon var einasti luttakari. Men tíðin hjá Rigmor boðar frá, at enn eru knotur í henni.


Sára (v.m.) A-krav á 200 m. Edna Maria (í miðjuni) føroyskt met á 60 metrum í 5 minuttir og Marita K. Petersen, nýtt føroyskt innanduramet í longdarlopi (4,43 m)

Í hesi skjótu gjøgnumgongdini av føroysku úrslitunum er dentur bara lagdur á met og metal. Men ein skjót gjøgnumgongd vísir, at flest allir føroyingarnir vísa eina góða framgongd, og uttan iva er ein ørgrynna av persónligum metum sett í dag. Og tað er minst líka so umráðandi sum met og metal!

Aftur í morgin verða kappingar í hópatali við føroyskari luttøku. Vit sum sita her heima fylgja væl við, og  ynskja tykkum har yviri góða eydnu.

0 comment
0

Related Articles