Í kvøld er seinasta freist at melda til FMU. Tilmeldingin er IKKI á hesi heimasíðuni, men gjøgnum tykkara egnu feløg. Íðkarar hjá Hvirluni kunnu senda teludpost til hvirlan@hvirlan.fo, íðkarar hjá Bragdinum melda til hjá Jógvani, jkg@nema.fo ella hjá Debesi, debesc@hfs.fo og íðkarar hjá Treysti einar.gregersen@hotmail.com. Tey smærru feløgini, Hvistan, Frælsi og Roysnið kunnu senda teirra tilmeldingar til Guttorm Sørensen, gutti@olivant.fo.
Kappingargreinar og aldursbólkar eru á høgra bredda á síðuni. Lesið eisini greinina her á síðuni um FM Ung.
Eftirtilmelding kann fara fram inntil 72 tímar innan kappingarbyrjan, men kostar tá 5x vanligt startgjald, sum er 20 krónur.